Eyðmjúkleiki seinastu páskirnar
Kapittul 113
Eyðmjúkleiki seinastu páskirnar
EFTIR boðum frá Jesusi eru Pætur og Jóhannes longu farnir til Jerúsalem at fyrireika páskahaldið. Tá liðið er út á seinnapartin kemur Jesus sjálvur, helst saman við hinum tíggju ápostlunum. Sólin er um at hvørva úr sjónarringinum tá Jesus og fylgi hansara ganga oman av Oljufjallinum. Seinastu ferð, áðrenn hann rísur upp frá deyðum, lítur Jesus nú av hesum fjalli út yvir býin í dagslýsi.
Skjótt koma Jesus og fylgi hansara til býin og fara til húsið sum teir skulu halda páskir í. Teir ganga upp gjøgnum trappurnar til hitt stóra rúmið í erva og finna har at allar fyrireikingar eru gjørdar til teirra egna páskahald. Jesusi hevur longst eftir hesum, hann sigur: „Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalamb við tykkum, áðrenn Eg líði.“
Á páskahaldinum er siður at drekka fýra kalikar við víni. Eftir at hava fingið tann kalikin sum helst man vera hin triði, takkar Jesus og sigur: „Takið hetta og býtið tað millum tykkara! Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skal Eg ikki drekka av ávøksti víntræsins, fyrrenn ríki Guds kemur.“
Onkuntíð meðan teir eta reisir Jesus seg, fer úr yvirklæðum sínum, tekur eitt handklæði og fær sær vatn upp í eitt fat. Vanliga syrgdi verturin fyri at gestirnir vórðu vaskaðir um føturnar. Men her er eingin vertur hjástaddur og tí átekur Jesus sær at gera hesa persónligu tænastu. Ápostlarnir kundu allir sum ein nýtt høvi at gjørt hetta, men eftir øllum at døma ræður enn ein ávísur kappingarandi teirra millum, tí eingin bjóðar sær til. Nú verða teir foyir tá Jesus fer at vaska teimum um føturnar.
Tá Jesus kemur til Pætur, mótmælir hann: „Aldri í allar ævir skalt Tú vaska mær um føturnar!“
„Vaski Eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við Mær,“ sigur Jesus.
„Harri,“ svarar Pætur, „ikki bert um føturnar, men um hendurnar og høvdið við!“
„Tann, ið baðaður er,“ svarar Jesus, „honum nýtist bert at vaska sær um føturnar; tí hann er reinur, allur sum hann er. Og tit eru reinir — tó ikki allir.“ Hetta sigur hann tí hann veit at Judas Iskariot ætlar sær at svíkja hann.
Tá Jesus hevur vaskað øllum tólv um føturnar, eisini Judasi, svíkjara sínum, fer hann í aftur yvirklæðini og leggur seg aftur til borðs. So spyr hann: „Skilja tit, hvat Eg havi gjørt við tykkum? Tit kalla Meg Meistara og Harra, og tit siga satt, tí Eg eri tað. Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar. Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tænarin er ikki størri enn harri hansara; ei heldur er ein, sum sendur er, størri enn hann, ið sendi hann. Táið tit vita hetta — sælir eru tit, um tit gera tað!“
Vøkur frálæra um eyðmjúkleika! Ápostlarnir skulu ikki royna at gerast fremstir, ikki halda seg hava so stóran týdning at onnur altíð eiga at tæna teimum. Teir mugu fylgja fyridøminum Jesus gav. Talan er ikki um formliga at vaska øðrum um føturnar. Nei, talan er um viliga at átaka sær eina og hvørja tænastu, hon veri seg nokk so vanvird og ótýdlig. Matteus 26:20, 21; Markus 14:17, 18; Lukas 22:14-18; 7:44; Jóhannes 13:1-17.
▪ Hvat sær Jesus seinastu ferð áðrenn hann rísur upp frá deyðum tá hann gongur oman av Oljufjallinum við fylgi sínum?
▪ Hvønn kalik av teimum fýra sum siður var at drekka til páskamáltíðina, man Jesus helst hava býtt millum hinar tólv ápostlarnar eftir at hava takkað?
▪ Hvat varð vanliga gjørt fyri gestir á døgum Jesusar, og hví varð hetta ikki gjørt tá Jesus helt páskir við ápostlunum?
▪ Hví átók Jesus sær ta undirbrotligu tænastu at vaska ápostlunum um føturnar?