Fólkini vilja gera Jesus til kong
Kapittul 53
Fólkini vilja gera Jesus til kong
FÓLKINI standa sum kánus tá Jesus á undurfullan hátt gevur so nógvum at eta. „Vissuliga er hesin profeturin, ið koma skal í heimin!“ siga tey. Tey hugsa at Jesus man vera profeturin ið skuldi vera størri enn Móses, og at tað hevði verið gott um hann var kongur. Tey ætla tí at taka hann við valdi og gera hann til kong.
Men Jesus veit hvat fólkini hava í huga. Hann ber skjótt at so tey ikki skulu fáa fatur á honum. Hann sendir mannamúgvuna avstað og noyðir lærisveinar sínar at fara í bátin og seta kós móti Kapernaum. Sjálvur fer hann niðan á fjallið at biðja. Har er hann einsamallur alla náttina.
Áðrenn tað lýsir fyri degi varnast Jesus sum er staddur uppi á fjallinum, at vindurin tekur til og sjógvurin rísnar. Tað er tætt upp undir páskir og tí næstan fullmáni. Í mánalýsinum sær Jesus bátin við lærisveinunum, teimum gongst illa at vinna fram tí teir hava andróður.
Tá Jesus sær teir, fer hann oman av fjallinum og til gongu út til teirra á vatninum. Báturin við lærisveinunum er komin fimm-seks kilometrar tá hann fær teir aftur. Men hann heldur á sum ætlaði hann at ganga fram við teimum. Tá lærisveinarnir bera eyga við hann rópa teir: „Hatta er spøkilsi!“
Jesus sissar teir: „Tað eri Eg — óttist ikki!“
Tá sigur Pætur: „Harri, er tað Tú, so sig við meg, at eg skal koma til Tín á vatninum!“
„Kom!“ svarar Jesus.
So stígur Pætur út úr bátinum og gongur á vatninum ímóti Jesusi. Men tá hann sær stormin ræðist hann og fer at søkka meðan hann rópar: „Harri, frels meg!“
Alt fyri eitt rættir Jesus hondina út, tekur í Pætur og sigur: „Tú trúarveiki, hví ivaðist tú?“
Tá Pætur og Jesus koma inn aftur í bátin makar hann vindin, og lærisveinarnir eru lamslignir. Men skuldu teir verið tað? Høvdu teir skilt tað „sum hent hevði við breyðunum“ — altso skilt tað stóra undrið Jesus framdi fáar tímar frammanundan, tá hann gav túsundtals fólki at eta við bara fimm breyðum og tveimum smáfiskum, skuldi tað ikki gjørt teir bilsnar at hann kundi ganga á vatninum og minka vindin. Men nú falla teir niður fyri honum og siga: „Sanniliga ert Tú Sonur Guds!“
Stutt eftir koma teir til Genezaret, eina vakra, fruktagóða fløtu nærindis Kapernaum. Har kasta teir akker. Men tá teir fara í land kenna fólkini Jesus aftur og fara út at finna tey sjúku har á leið, sum síðan á børum verða borin til Jesus. Bert tey nema við faldin á yvirklæðnum hansara verða tey púra frísk.
Ímeðan varnast mannamúgvan sum hevði sæð Jesus geva túsundtals fólki at eta, at hann er horvin. Fólk fara tí í smábátum, sum eru komnir úr Tiberias, til Kapernaum at leita eftir honum. Tey finna hann og spyrja: „Rabbi, nær ert Tú komin higar?“ Men Jesus hevur at teimum, sum vit skjótt fáa at síggja. Jóhannes 6:14-25; Matteus 14:22-36; Markus 6:45-56.
▪ Hvat ætla fólk at gera við Jesus tá hann hevur givið fleiri túsund fólkum at eta?
▪ Hvat sær Jesus av fjallinum sum hann einsamallur er farin niðan á, og hvat ger hann síðan?
▪ Hví skuldu lærisveinarnir ikki verðið so ovfarnir av tí Jesus gjørdi?
▪ Hvat hendir tá teir eru komnir upp á land?