Givin upp og førdur burtur
Kapittul 124
Givin upp og førdur burtur
TIGANDI og manniliga ber Jesus píningina, og tað hevur slíkt árin á Pilatus at hann av nýggjum roynir at fáa hann latnan leysan. Tá ilskast teir hægstu prestarnir enn meira. Teir hava gjørt av at einki skal forða teirra óndu ætlanum, og rópa aftur: „Pelafest hann! Pelafest hann!“
„Takið tit hann og pelafestið hann,“ svarar Pilatus. (Hóast jødarnir fyrr hava sagt nakað annað, kann tað hugsast at teir kortini hava vald at avrætta fólk fyri átrúnaðarlig misbrot av serliga grovum slag.) „Eg finni onga skyld hjá honum,“ sigur Pilatus. Hetta er í minsta lagi fimtu ferð hann kennir Jesus ósekan.
Jødarnir, sum síggja at einki spyrst burtur úr teimum politisku ákærunum, venda nú aftur til ta átrúnaðarligu ákæruna um gudsspottan sum varð nýtt nakrar tímar frammanundan, tá Jesus stóð ákærdur fyri Sanhedrininum. „Vit hava lóg,“ siga teir, „og eftir hesi lóg eigur hann at doyggja, tí hann hevur gjørt seg sjálvan til son Guds.“
Henda ákæran er nýggj fyri Pilatusi, og hon ger hann enn bangnari. Jesus er eingin vanligur maður, tað veit hann nú — bæði av tí kona hansara droymdi og av tí óvanliga sterku persónmenskuni hjá Jesusi. Men ’sonur Guds’? Pilatus veit at Jesus er úr Galilea. Men kann hann hava livað fyrr? Pilatus tekur hann aftur við sær inn í borgina og spyr: „Hvaðani ert tú?“
Jesus tigur. Hann hevur longu sagt Pilatusi at hann er kongur, men at ríki hansara ikki er av hesum heimi. Tað hevði ikki nyttað at greitt nærri frá tí nú. Men tað gongur stoltleika Pilatusar ov nær at hann noktar at svara, og hann hvessir móti Jesusi: „Tosar tú ikki við meg? Veitst tú ikki at eg havi vald at lata teg leysan og eg havi vald at pelafesta teg?“
„Tú hevði als einki vald havt yvir mær, var tað ikki givið tær omanfrá,“ svarar Jesus við virðing. Hann sipar til at Gud hevur givið menniskjuligum stjórnarharrum vald at fyrisita viðurskifti á jørðini. Og hann leggur aftrat: „Tí hevur tann, sum gav meg upp til tín, størri synd.“ Ja, Kaifas høvuðsprestur og hansara samseku og Judas Iskariot — teir hava størri skuld enn Pilatus í órættinum sum er Jesusi fyri.
Pilatus gerst alsamt meiri hugtikin av Jesusi og bangin fyri at hann hevur guddómligan uppruna. Hann roynir tí aftur at fáa Jesus latnan leysan, men jødarnir kveistra hann burtur. Snildiliga fara teir aftur til sína politisku ákæru: „Gevur tú henda leysan, ert tú ikki vinur keisarans. Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, talar móti keisaranum.“
Hóast hóttanina sum skínur ígjøgnum hjá teimum, tekur Pilatus enn eina ferð Jesus við útum og heitir á teir: „Hyggið! Kongur tykkara!“
„Burt við honum! Burt við honum! Pelafest hann!“
„Skal eg pelafesta kong tykkara?“ spyr Pilatus frá sær sjálvum.
Jødarnir hava klagað og kært seg undir rómverska harradøminum. Ja, teir orka stutt sagt ikki fyri tí rómversku yvirvøldini! Men nú siga hinir hægstu prestarnir sleiskir: „Vit hava ongan annan kong enn keisaran.“
Av ótta fyri politisku støðu síni og umdømi sínum gongur Pilatus at enda miskunnarleysu krøvum jødanna á møti. Hann gevur Jesus upp til teirra. Hermenninir lata Jesus úr purpurbúnanum og lata hann í hansara egnu yvirklæði. Jesus verður leiddur út at verða pelafestur, og teir noyða hann sjálvan at bera pínslupelan.
Hetta er fyrrapartin, kanska móti middegi fríggjadagin 14. nisan. Jesus hevur verið uppi síðan tíðliga hósmorgunin, og hann hevur liðið eina pínu fyri og aðra eftir. Ei undur í at hann skjótt maktast undir pelanum. Ein maður sum eitur Símun úr Kýrene í Afrika kemur framvið, og teir áleggja honum at bera pelan. Á vegnum koma nógv at fylgja teimum, teirra millum kvinnur sum sláa seg sjálvar av sorg og gráta um Jesus.
Jesus sigur við kvinnurnar: „Døtur Jerúsalems! Grátið ikki um Meg, nei, grátið um tykkum sjálvar og børn tykkara! Tí dagar koma, táið sagt fer at verða: „Sælar eru hinar ófruktbøru, lívini, ið ikki føddu, og bróstini, ið ikki góvu at súgva.“ . . . Tí verður gjørt so við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra!“
’Træið’ Jesus sipar til er hin jødiska tjóðin. Enn hevur hon eina ávísa lívsmegi í sær, tí Jesus og ein leivd sum trýr á hann eru hjá henni. Men tá hesi verða tikin burtur úr tjóðini, er einans eitt andaliga deytt træ ella samfelag eftir, ja, ein følnað tjóð. Og orsøk til grát og klagu fær hon sanniliga tá tey rómversku herliðini útinna Guds dóm og oyða jødisku tjóðina! Jóhannes 19:6-17, (NV); 18:31; Lukas 23:24-31; Matteus 27:31, 32; Markus 15:20, 21.
▪ Hvørja ákæru reisa trúarleiðararnir móti Jesusi tá einki spyrst burtur úr teirra politisku ákærum?
▪ Hví gerst Pilatus enn bangnari?
▪ Hvør hevur størri skyld í tí sum hendir Jesusi?
▪ Hvussu fáa prestarnir Pilatus at geva Jesus upp til avrættingar?
▪ Hvat sigur Jesus við kvinnurnar sum gráta um hann, og hvat meinar hann við at træið er ávikavist ’grønt’ og ’turt’?