Hann svarar ákærarum sínum
Kapittul 30
Hann svarar ákærarum sínum
TÁ JØDISKU trúarleiðararnir leggja Jesus undir at bróta sabbatin, svarar hann: „Faðir Mín arbeiðir líka til nú; Eg arbeiði við.“
Hóast tað fariseararnir pástanda, er arbeiðið Jesus ger ikki bannað í sabbatslógini. Gud hevur álagt honum at boða og grøða, og eftir fyrimynd frá Gudi ger hann tað hvønn dag. Men jødarnir ilskast uppaftur meir av svari hansara, og teir royna at drepa hann. Hví?
Jú, eftir teirra tykki brýtur Jesus nú ikki einans sabbatin, hann spottar eisini Gud tá hann sigur seg vera Guds egna son. Men Jesus heldur óttaleysur fram at siga teimum frá tí tætta sambandinum millum hann og Gud. „Tí Faðirin elskar Sonin og vísir Honum alt, ið Hann sjálvur ger,“ sigur hann.
„Tí eins og Faðirin reisir upp deyð og ger livandi,“ heldur Jesus fram, „so ger eisini Sonurin livandi, hvønn Hann vil.“ Ja, sonurin reisir longu deyð upp í andaligari merking! „Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr honum, ið sendi Meg,“ sigur Jesus, „hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.“ Hann sigur eisini: „Tann tími kemur — og hann er nú — táið hini deyðu skulu hoyra rødd Guds Sonar, og tey, sum hoyra hana skulu liva.“
Hóast einki bendir á at Jesus higartil bókstavliga hevur reist nakran upp frá deyðum, sigur hann fyri ákærarum sínum at ein slík bókstavlig uppreisn verður. Hann sigur: „Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram.“
Jesus hevur helst ongantíð áður so týðiliga og avgjørt sagt almenninginum frá tí týdningarmikla leikluti hann sjálvur hevur í Guds ætlan. Men teir ið ákæra Jesus hava meir enn hansara egna vitnisburð um hetta. „Tit hava sent boð til Jóhannes,“ minnir Jesus teir á, „og hann hevur givið sannleikanum vitnisburð.“
Bert tvey ár frammanundan segði Jóhannes Doypari hesum jødisku trúarleiðarunum frá Honum ið skuldi koma eftir hann. Jesus minnir teir á hvussu høgt teir einaferð mettu Jóhannes sum nú er fongslaður. Hann sigur: „Stutta tíð vildu tit gleðast í ljósi hansara.“ Jesus minnir teir á hetta í vón um at hjálpa teimum, ja, frelsa teir. Men hann hevur ikki einans vitnisburð Jóhannesar at styðja seg til.
„Júst hesi verk, ið Eg geri [eisini undurverkið hann júst gjørdi] — vitna um Meg, at Faðirin hevur sent Meg.“ Men aftrat tí, heldur Jesus fram: „Faðirin, sum sendi Meg, hevur vitnað um Meg.“ Gud vitnaði til dømis um Jesus tá hann varð doyptur. Hann segði: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði.“
Nei, teir sum reisa ákærur ímóti Jesusi hava onga grund at vraka hann. Sjálvar skriftirnar, sum teir siga seg rannsaka, vitna um hann! „Tí trúðu tit Mósesi, so høvdu tit trúð Mær,“ sigur Jesus, „tað er jú um Meg, hann hevur skrivað. Men trúgva tit ikki skriftum hansara, hvussu skulu tit tá trúgva orðum Mínum!“ Jóhannes 5:17-47; 1:19-27; Matteus 3:17.
▪ Hví er arbeiðið hjá Jesusi ikki brot á jødisku sabbatslógina?
▪ Hvussu lýsir Jesus týdningarmikla leiklut sín í Guds ætlan?
▪ Hvørjar vitnisburðir vísir Jesus á sum prógv fyri at hann er sonur Guds?