Líknilsið um brúdleypið
Kapittul 107
Líknilsið um brúdleypið
VIÐ tveimum líknilsum hevur Jesus avdúkað hinar skriftlærdu og hægstu prestarnar, og nú vilja teir drepa hann. Men Jesus er minni enn so liðugur við teir. Hann heldur fram og sigur teimum uppaftur eitt annað líknilsi:
„Ríki Himmiríkis er líkt kongi, ið gjørdi brúdleyp sonar síns. Og hann sendi tænarar sínar út at biðja hini bodnu koma í brúdleypið; men tey vildu ikki koma.“
Jehova Gud er kongurin sum fyrireikar brúdleypsveitslu fyri syni sínum, Jesusi Kristi. At enda verður brúður Kristusar, sum telur 144.000 salvaðar lærisveinar, sameind við honum í himlinum. Kongsins tegnar eru Ísraels fólk og teimum stóð í boði at gerast „kongaríki av prestum“ tá tey vórðu tikin við í Lógarsáttmálan í 1513 f.o.t. Tað var tá tey vórðu boðin í brúdleyp.
Fyrsta áminningin til hini bodnu um at koma ljóðaði kortini ikki fyrr enn á heysti ár 29, tá Jesus og lærisveinar hansara (tænarar kongsins) byrjaðu arbeiði sítt við at boða um Ríkið. Men ísraelsmenn eftir holdinum sum hoyrdu boðini ið tænararnir góvu árini 29 til 33, søgdu seg tó undan at koma. Gud gav so eina ferð aftrat tí bodnu tjóðini høvi at koma, sum Jesus sigur frá:
„Aftur sendi hann út aðrar tænarar og segði: „Sigið við hini bodnu: „Eg havi gjørt máltíð mína til; oksar mínir og feitineyt míni eru dripin, og alt er til reiðar — komið í brúdleypið!“““ Henda næsta og endaliga áminningin ljóðaði frá hvítusunnudegi ár 33, tá heilagi andin varð útheltur yvir Jesu lærisveinar, og fram til ár 36.
Men stóri meirilutin av Ísraels fólki helt kortini eisini hánt um hesa áminningina. „Men tey løgdu ikki í tað og fóru avstað,“ greiðir Jesus frá, „eitt út á bø sín, annað í handil sín; hini løgdu hond á tænarar hansara, háðaðu teir og drópu teir.“ Men Jesus heldur fram: „Tá varð kongurin illur og sendi út herar sínar og drap hesar manndráparar og setti eld á stað teirra.“ Hetta hendi ár 70, tá rómverjar løgdu Jerúsalem í oyði og drópu ’manndrápararnar’.
Síðan greiðir Jesus frá tí sum fór fram ímeðan: „So segði [kongurin] við tænarar sínar: „Tilgjørt er til brúdleypið; men hini bodnu vóru tað ikki verd. Farið tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp øllum, sum tit hitta!“ Tænararnir fóru í holt við arbeiðið, og „brúdleypshúsið varð fult av gestum“.
Ár 36 byrjaði arbeiðið at savna gestir á vegamótunum uttan fyri bý teirra bodnu. Rómverski herførarin Kornelius og familja hansara vóru fyrstu óumskornu ikki-jødar ið savnaðir vórðu. Innsavningin av hesum ikki-jødum, ið allir koma í staðin fyri teir sum av fyrstan tíð vórðu bodnir men sýttu at koma, hevur hildið áfram heilt til okkara 20. øld.
Tað er í 20. øld brúdleypshúsið verður fult. Jesus greiðir frá tí víðari gongdini: „Táið nú kongurin fór inn at síggja gestirnar, sá hann har mann, sum ikki var í brúdleypsklæðum. Hann segði við hann: „Vinur! Hvussu ert tú komin inn higar og ert ikki í brúdleypsklæðum?“ Men hann tagdi. Tá segði kongurin við tænararnar: „Bindið hendur og føtur hansara og kastið hann út í myrkrið uttanfyri!“ — Har skal vera grátur og tannagrísl.“
Maðurin sum ikki er í brúdleypsklæðum lýsir hini navnkristnu í kristniheiminum. Gud hevur ongantíð viðurkent hesi sum andaligar ísraelsmenn, tí tey hava ikki røttu eyðkennini. Gud hevur ongantíð salvað tey við heilaga anda sínum sum arvingar til Ríkið. Tí verða tey kastað út í myrkrið uttanfyri, har tey verða týnd.
Jesus endar myndatalu sína við hesum orðum: „Tí mong eru kallað, men fá eru útvald.“ Ja, úr Ísraels fólki vórðu nógv boðin at gerast limir í brúðarskara Kristusar, men bert nakrir fáir ísraelsmenn eftir holdinum vórðu útvaldir. Meginparturin av hinum 144.000 gestunum sum fáa ta himmalsku lønina vísa seg sostatt at vera ikki-jødar. Matteus 22:1-14; 2 Mósebók 19:1-6; Opinberingin 14:1-3.
▪ Hvørji vórðu av fyrstan tíð boðin í brúdleypið, og nær vórðu tey boðin?
▪ Nær verða hini bodnu fyrstu ferð biðin at koma, og hvørjir eru tænararnir sum áminna tey?
▪ Nær ljóðar áminningin aðru ferð, og hvørji verða síðan boðin?
▪ Hvørji eru lýst við manninum sum ikki er í brúdleypsklæðum?
▪ Hvørji eru hini mongu kallaðu, og hini fáu útvaldu?