Profetorð Esaiasar gongur út
Kapittul 33
Profetorð Esaiasar gongur út
TÁ JESUS verður varur við at fariseararnir og menn úr Heródesar flokki ætla at drepa hann, taka hann og lærisveinar hansara seg aftur til Galileavatnið. Her flokkast stórir skarar um hann úr øllum Palestina, ja summi koma eisini úr økjum uttan fyri landamarkið. Hann grøðir nógv, og tað hevur við sær at øll sum hava álvarsamar sjúkur troka seg fram at nema við hann.
Mannamúgvan er so stór, at Jesus biður lærisveinar sínar alla tíðina hava ein bát til reiðar. Tá hann leggur frá landi fær hann hildið mannamúgvuni burturfrá so hon ikki treingir seg inn á hann. Hann fær lært tey úr bátinum ella siglt fram við strondini og hjálpt fólki har.
Lærisveinurin Matteus varnast at Jesus í verki uppfyllir tað „sum talað er við Esaiasi profeti“. Síðan nevnir Matteus profetorðið sum Jesus uppfyllir:
„Hygg tænari Mín, sum Eg havi útvalt, elskaði Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg skal lata Anda Mín koma yvir Hann, og Hann skal kunngera heidningunum rætt. Hann skal ikki træta og ikki rópa, og eingin skal hoyra mál Hansara á gøtunum. Hann skal ikki sora hitt brotna rørið og ikki sløkkja hitt rúkandi skarið, inntil Hann hevur ført rættin fram til sigur. Til navn Hansara skulu heidningarnir seta vón sína.“
Hin elskaði tænarin sum Gud hevur tokka til er sjálvandi Jesus. Og Jesus kunnger veruliga rættin sum er vorðin huldur í følskum trúarsiðum. So skeivt hava fariseararnir útlagt Guds lóg, at teir á sabbatinum enn ikki vilja hjálpa einum sjúkum fólki! Tá Jesus ’kunnger tað sum er rætt’ í eygum Guds sleppur hann fólki undan teimum tungu byrðunum sum órættir siðir leggja á tey, og tí liggja trúarleiðararnir honum eftir lívinum.
Hvat merkir tað at ’hann ikki skal træta og ikki rópa, og eingin skal hoyra mál hansara á gøtunum’? Jú, tá Jesus grøðir fólk ’býður hann teimum strangliga ikki at gera hann kendan’. Hann vil ikki at nakað hávasták skal gerast burtur úr honum á gøtunum, og heldur ikki at bronglað tíðindi skulu berast manna millum.
Jesus ber menniskjum ið ímyndarliga eru sum brotnir sevleggir ella rør, boygd og traðkað undir fótum, troystarboð. Tey eru sum eitt rúkandi skar hvørs seinasti lívsneisti er um at slókna. Jesus sorar ikki hitt brotna rørið og sløkkir ikki hitt blaktrandi, rúkandi skarið. Men eymliga og við kærleika dugir hann at tala so væl at hini eyðmjúku ernast. Jesus er av sonnum tann tjóðirnar skulu seta vón sína til! Matteus 12:15-21; Markus 3:7-12; Esaias 42:1-4.
▪ Hvussu kunnger Jesus rættin uttan at træta ella rópa á gøtunum?
▪ Hvørji eru sum brotið rør og rúkandi skar, og hvussu fer Jesus við teimum?