Ásetta tíðin nærkast
137
Ásetta tíðin nærkast
1. Tú, vár Gud, er hollur Klettur, orð títt stendur fast,
sigur frá, at innan leingi er hitt illa bast.
Orð er talað, dómur feldur, sjónin hevur skund. Sí!
Tann, ið bíðar tær í tolni, óttast onga stund.
2. Brátt tú dregur svørð úr slíðra, beinir burtur lygn.
Dygd og gudstrúgv hava sigrað, tæna tíni tign.
Blindað fólk í hesum heimi spotta innantóm; tó,
ásett hevur tú tann dagin, tá tú innir dóm!
3. Tá í almakt tú teg sýnir, fellur tøgn á fólk;
dýrdin lýsir yvir lond, á fjaran oyggjabólk.
Gud, við soninum tú ræður, minnist Dávids pakt. Sí!
Kristus hátt í dýrdarsessi hevur kongamakt!
4. Hoyr, vit hevja fegin røddir, syngja gleðisong.
Takk, Jehova, at tú frelsti mannalív so mong.
Veldisgud í hátign mikil, teg vit líta á. Sí!
Dagur tín er nú í eygsjón, satt tú segði frá!