Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ávøkstur andans

Ávøkstur andans

163

Ávøkstur andans

(Galatiabrævið 5:22, 23)

1. Hin heilagi andi Jehova

ber vakra og leskandi frukt;

ein ávøkst, ið ærir Jehova,

er boðarum stimbrandi tukt.

Í kærleika Gud legði fyri,

tað stúrandi hjartað fekk ró,

fekk fylling av gleði í sinnið,

ja, frukt av Guds anda er góð.

2. Í einleika virka vit saman,

friður frá Gudi er við.

Skal brøðralag íðkast við gaman,

er langmóð eitt týðandi mið.

Er trúboði blíður og mildur,

eitt sinnalag ávirkast lætt,

og góðska kann samhuga vekja,

so øll hoyra sannleikan rætt.

3. Tó, ótti og trúgv aldri fylgjast,

nei, trúgv gevur álit og mót.

Við mildleika byrg fyri vreiði

og loyv onga spillandi rót.

Royn sjálvsaga altíð at sýna,

ver Skapara tínum til prís.

Ber støðugt av andanum ávøkst,

og vælvild Jehova er vís!