Guds herlið ganga fram!
39
Guds herlið ganga fram!
1. Guds herlið ganga fram nú, teim forðar eingin makt.
Øll virða Gud Jehova og tað, hann hevur sagt.
Um Satan roynir álop á hetta valalið,
tey standa vard í skugga; Guds hond er altíð við.
2. Vit stríðast, meðan boð ganga út um Harrans dag,
og eingin ræðist fyri at tapa hetta slag.
Guds sonur gongur undan, hann rættin fremja vil,
og byrjar hann eitt álop, so streyma vit øll til.
3. Sítt dýra navn og heiti Jehova hevja skal,
almáttugur hann sigrar; og Gud vil løna væl
tí fólki, sum við eldhuga støðugt heldur á,
sum svørð á lofti hevur og aldri víkur frá.