Lærisveinar Jehova
91
Lærisveinar Jehova
1. Gud er hin góði lærarin, sum børnum sínum lønir.
Vit fáa svar úr orði hans á inniligar bønir.
Guds orð er lykt, ið vísir veg, sker klárt ígjøgnum myrkrið.
Tað lýsir teimum eyðmjúku til Gud, sum gevur ljós og lív.
Tað Jesus Kristus hevði sæð, alt sum Gud Faðir lærdi,
hann meistarliga legði út, tá sannleikan hann vardi.
Um seyðurin nú ansar væl, hvat hirðin sigur, at hann skal,
hann tryggur er í byrginum, fær ævigt lív í Ríkinum.
2. At fara undir Jesu ok kann lætta tungar byrðar,
og samkoman er stuðulin, har lærarar og hirðar
í heilum minna á Guds lóg og styrkja veik í trúnni;
teir beina inn á røttu leið í sannleika og kærleika.
Gud lærir gjøgnum Jesus Krist, at Ríkið nú er stovnað,
og eyðmjúk hjørtu verða vend til Gud, á hann vit vóna!
Vit traðka beint í Jesu spor og sáa trúføst lívsins orð,
og har eitt opið hjarta er, tað altíð góðan ávøkst ber.
3. Vit vitna um tann sanna Gud, og tí vit mugu læra,
at vit sum orðsins tænarar gudsnavnið altíð æra.
Vit bera gleðiboðini um jørðina so víða,
í talu og við lesnaði er fólki kunngjørt ’alt Guds ráð’.
Hvør ein, sum lærdi sannleikan, má vísa øðrum vegin,
so øll ið vilja, sleppa við at tæna Gudi fegin.
Tá Gud so skapar nýggja verð, og øll, sum fyriskipað er,
í henni byggja friðarheim, tey æra Gud, ið hjálpti teim.