Orð Jehova svitast ikki
108
Orð Jehova svitast ikki
1. Regnið og kavin geva sum ætlað
vætu í haga, á bø og skóg.
Skaparans orð, sum lýsa hans vilja,
fylgja sum regn tí óvikandi lóg.
2. Josva steig fram, ein fullroyndur maður,
váttaði trúgv á Jehova navn:
’Ikki eitt orð er fallið til jarðar,
øll gingu út, lýsa enn fyri stavn.’
3. Gud hevur svorið, uppafturtikið,
Ábrahamslyftini vóru góð!
Sostatt tann Gud, sum ikki kann lúgva,
vísti, at orð hans óvikandi stóð.
4. Lyfti Jehova ongantíð svitast,
lít tí á Harran og tryggur blív.
Vónin er holl, eitt akker sum sálin
bundin er við til tann Gud, sum gav lív.