Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Skaparaverkið kunnger dýrd Jehova

Skaparaverkið kunnger dýrd Jehova

79

Skaparaverkið kunnger dýrd Jehova

(Sálmur 19)

1. Jehova Gud, alt hválvið prísar tær;

tú hevur skapað, sigur hetta mær.

Øll jørðin sær á degi sum á nátt,

títt handaverk er gjørt so sera gott.

Øll jørðin sær á degi sum á nátt,

títt handaverk er gjørt so sera gott.

2. Sum sólin fer, ein hitaglóð, eitt ljós,

fer mánin lætt og bleikur sína kós;

og hyggi eg at stjørnuhimna prakt,

alt talar kvirt um fróðskap og um makt.

Og hyggi eg at stjørnuhimna prakt,

alt talar kvirt um fróðskap og um makt.

3. Títt lógarboð so reint vit hava lært.

Vit fingu mót, tað gjørdi eygað bjart.

Tú illa royndum gevur betri kor.

Gud, tær til vildar verði míni orð.

Tú illa royndum gevur betri kor.

Gud, tær til vildar verði míni orð.