Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Verið vakin, støðuføst, mennist

Verið vakin, støðuføst, mennist

174

Verið vakin, støðuføst, mennist

(1 Korintbræv 16:13)

1. Verið vakin, føst og mennist, tit ið stríða trúar stríð.

Gangið fram, sum reystir hermenn; sigurslønin veittrar blíð.

Fremstur er hin størri Gideon,

og vit fylgja honum trúgv og sonn.

Tá ið herróp gellir mót Midjan, vita øll, at nú er tíð!

2. Verið vakin og til reiðar, lýðið villig Kongsins rødd.

Standið hvør á sínum staði; her er Kristus Jesus høvd.

Tá vit fylgja fótafetum hans,

gevur Gud í høgum himli ans.

Sum ein herur eru vit sameind og loyal hjá Gudi stødd.

3. Verið vakin, bíðið tolin, tí Jehova megnar alt.

Hann var ongantíð ov seinur, altíð virkin, tá tað galt.

Sum á náttarvøku Gideons

nærkast sigurstímin ovurhonds.

Við Jehova vinna tey sigur, sum Guds ríki hava valt.

4. Verið vakin, standið saman, øll ið bera gleðiboð.

Teokratisk skipan ræður; her fær virkishugur flog.

Rópið, øll loyal, um víðu jørð

sum á sinni: ’Sí, Jehova svørð!’

Verið vakin, støðuføst, mennist! Lítið á, vit sigra so!