Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Óreingilig eyðkenni fyri ta sonnu trúnna

Óreingilig eyðkenni fyri ta sonnu trúnna

Kapittul 22

Óreingilig eyðkenni fyri ta sonnu trúnna

1. Hvør fylgdi tí sonnu trúnni í fyrstu øldini?

EINGIN IVI kann vera um hvør ið fylgdi tí sonnu trúnni í fyrstu øldini. Tað gjørdu lærusveinarnir hjá Jesusi Kristi. Teir hoyrdu allir til ta somu kristnu samskipanina. Men hvussu er vorðið í dag? Hvussu kunnu vit finna tey ið fylgja tí sonnu trúnni í dag?

2. Hvussu kunnu vit finna tey ið hava ta sonnu trúnna?

2 Jesus greiddi sjálvur frá tí: „Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. . . . Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir. . . . Tí skulu tit kenna teir av fruktum teirra.“ (Matteus 7:16-20) Hvørjar góðar fruktir kunnu vit so vænta at sannir tilbiðjarar av Gudi bera? Hvat eiga hesir tilbiðjarar at siga og gera nú?

GUDS NAVN SKAL HALGAST

3, 4. (a) Hvat er tað fyrsta vit biðja um í bønini „Faðirvár“? (b) Hvussu halgaði Jesus Guds navn?

3 Sannir Guds tilbiðjarar mugu fylgja orðunum í Faðirvár, mynsturbønini sum Jesus lærdi sínar lærusveinar. Tað fyrsta Jesus segði í henni var: „Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt.“ Danska Seidelin-umsetingin sigur: „Lat navn títt verða hildið heilagt.“ (Matteus 6:9) Men hvat vil tað siga at halga Guds navn, ella halda tað heilagt? Hvussu gjørdi Jesus?

4 Í einari bøn til Faðir sín segði Jesus sjálvur hvussu hann bar seg at: „Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum.“ (Jóhannes 17:6) Ja, Jesus opinberaði Guds navn fyri øðrum. Hann bar seg ikki undan at nýta navnið. Faðirin vildi at navn hansara skuldi gerast dýrmett um alla jørðina, og tað visti Jesus. Tí gav hann okkum eitt fyridømi við at boða navnið og halda tað heilagt. — Jóhannes 12:28; Jesaja 12:4, 5.

5. (a) Hvat samband er millum ta kristnu samkomuna og Guds navn? (b) Hvat mugu vit gera um vit skulu verða frelst?

5 Bíblian vísir at sjálv tilveran hjá tí sonnu kristnu samkomuni hevur samband við Guds navn. Ápostulin Pætur greiðir frá at Gud „hevði umhugsan um at taka navni sínum eitt fólk millum heidninganna“. (Ápostlasøgan 15:14) Guds sanna samkoma má tí halda hansara navn heilagt og gera navnið kent um allan heimin. Tað er enntá neyðugt at kenna hetta navnið fyri at verða frelstur, tí Bíblian sigur: „Tí at hvør tann, sum ákallar navn [Jehova], skal verða frelstur.“ — Rómverjabrævið 10:13, 14.

6. (a) Halda kirkjurnar vanliga Guds navn heilagt? (b) Vitnar nakar um Guds navn?

6 Hvør heldur í dag Guds navn heilagt og hvør kunnger tað um allan heimin? Vanliga bera kirkjurnar seg undan at nýta Guds navn. Summar hava enntá tikið tað burtur úr sínum umsetingum av Bíbliuni. Um onkur harafturímóti ofta tosar um Jehova og nýtur hansara navn tá hann er saman við øðrum, hvørja samskipan heldur tú so fólk seta hann í samband við? Bert eitt samfelag fylgir Jesu fyrimynd viðvíkjandi hesum. Tað er samansett av menniskjum ið síggja tað sum sína høvuðsuppgávu at tæna Gudi og vitna um hansara navn, eins og Jesus. Tey bera tí tað bíbilska navnið „Jehova Vitni“. — Jesaja 43:10-12.

GUDS RÍKI SKAL BOÐAST

7. Hvussu vísti Jesus hvønn týdning Guds ríki hevur?

7 Í mynsturbønini, sum Jesus lærdi lærusveinarnar, vísti hann eisini hvønn týdning Guds ríki hevur. Hann segði: „Komi ríki títt.“ (Matteus 6:10) Ferð eftir ferð undirstrikaði Jesus at Ríkið var einasta loysnin á teir trupulleikarnar mannaættin hevur at dragast við. Bæði hann og ápostlarnir hjá honum vístu á hetta, tá teir boðaðu um Ríkið „bygd úr bygd“ og „hús úr húsi“. (Lukas 8:1; Ápostlasøgan 5:42; 20:20, NW) Guds ríki var høvuðsevnið í teirra boðan og læru.

8. Hvussu vísti Jesus hvat ið skuldi vera týdningarmesti boðskapurin hjá hansara sonnu lærusveinum í hesum ’síðstu døgunum’?

8 Hvussu er tað vorðið í dag? Hvat er týdningarmesta læran í Guds sonnu kristnu samkomu? Tá Jesus profeteraði um hesar ’síðstu dagarnar’, segði hann: „Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma.“ (Matteus 24:14) Ríkið skal altso verða tann týdningarmesti boðskapurin hjá Guds fólki í dag.

9. Hvat samfelag boðar í dag boðskapin um Ríkið?

9 Spyr teg sjálvan: Um onkur kemur og bankar uppá hjá tær fyri at tosa um at Guds ríki er mannaættarinnar sanna vón — hvørja samskipan setur tú hann so í samband við? Hevur tú hoyrt fólk úr øðrum trúarsamfeløgum enn Jehova Vitnum tosa um Guds ríki? Tíverri vita bert heilt fá úr øðrum samfeløgum hvat Ríkið er. Tey siga ikki frá stjórnini Gud hevur stovnað, hóast stovnanin av hesum ríkinum eru týdningarmestu tíðindini í heiminum. Profeturin Dánjal boðaði frá at hetta ríkið skuldi „sorla og beina fyri øllum hinum ríkjunum, men sjálvt skal tað standa við um allar ævir“. — Dánjal 2:44.

VIRÐING FYRI GUDS ORÐI

10. Hvussu vísti Jesus virðing fyri Guds orði?

10 Eitt annað óreingiligt eyðkenni fyri tey sum hava ta sonnu trúnna, er teirra áskoðan á Bíbliuna. Jesus vísti virðing fyri Guds orði til eina og hvørja tíð. Ferð eftir ferð vísti hann til Skriftirnar sum endaligan myndugleika. (Matteus 4:4, 7, 10; 19:4-6) Jesus vísti eisini virðing fyri Bíbliuni við at liva eftir hennara læru. Aldri lítilsvirdi hann Bíbliuna. Tvørturímóti fordømdi hann tey sum førdu eina læru ið ikki samsvaraði Bíbliuni, og sum royndu at minka kraftina í læru hennara við at seta fram síni egnu hugskot. — Markus 7:9-13.

11. Hvørja støðutakan hava kirkjurnar ofta til Guds orð?

11 Hvar standa kirkjurnar í kristniheiminum sammettar við tað fyridømið Jesus gav? Hava tær djúpa virðing fyri Bíbliuni? Nógvir prestar í okkara tíð trúgva ikki frásagnum Bíbliunnar um syndafall Ádams, um vatnflóðina á Nóa døgum, um Jónas og tann stóra fiskin, og so framvegis. Haraftrat siga nógv, eisini prestar, at menniskjað ikki varð skapað beinleiðis av Gudi, men er komið gjøgnum eina menning. Geva tey á henda hátt øðrum virðing fyri Guds orði? Ávísir kirkjuleiðarar vilja enntá vera við at tað ikki er skeivt at hava kynsligt samband uttan fyri hjúnabandið, og at eisini homoseksualitetur og polygami kann vera í lagi. Eggja teir á henda hátt øðrum til at nýta Bíbliuna sum leiðbeinara? Hvat heldur tú? Teir fylgja í hvussu er ikki tí fyrimynd Guds sonur og ápostlarnir hjá honum góvu. — Matteus 15:18, 19; Rómverjabrævið 1:24-27.

12. (a) Hvussu kunnu vit siga at nógv ið tilbiðja Gud, hóast tey hava Bíbliuna, ikki eru góðkend av Gudi? (b) Tá fólk við vilja gera tað ið er skeivt, uttan at kirkjan tey hoyra til talar at, hvat mugu vit so halda um ta kirkjuna?

12 Tú finnur eisini kirkjulimir sum eiga eina bíbliu og enntá lesa í henni, men sum liva á ein hátt ið vísir at teir ikki fylgja henni. Um teir sigur Bíblian: „Teir siga, at teir kenna Guð, men við gerningum sínum avnokta teir hann.“ (Titus 1:16; 2 Timoteus 3:5) Um kirkjulimir sleppa at spæla hasard, drekka seg fullar og gera aðrar grovar syndir uttan at kirkjan hevur nakað ímóti tí, hvat sigur tað so um kirkjuna? Tað vitnar um at hon ikki hevur Guds góðkenning. — 1 Korintbræv 5:11-13.

13. Hvørjum álvarsligum vali standa vit fyri um vit varnast at kirkjan vit hoyra til, lærir nakað sum ikki samsvarar við Bíbliuna?

13 Hevur tú hugsað um innihaldið í teimum undanfarnu kapitlunum í hesari bókini og skriftstøðini í teimum, so ert tú komin at kenna teir grundleggjandi lærdómarnar í Bíbliuni. Hvat nú um trúarsamfelagið ella kirkjan tú hoyrir til, lærir nakað ið ikki samsvarar við Guds orð? So stendur tú fyri einum álvarsligum vali. Tú mást velja um tú skalt taka við Bíbliuni og sannleikunum í henni, ella vraka hana og heldur taka við lærdómum sum ikki fáa stuðul í Bíbliuni. Avgerðin er sjálvandi tín. Men tú mást umhugsa málið gjølla. Avgerðin tú tekur, nemur tíni viðurskifti við Gud og títt útlit til at liva um ævir í einum páradísi á jørðini.

IKKI AV HEIMINUM

14. (a) Hvat skuldi eisini eyðkenna ta sonnu trúnna? (b) Hví er tað so umráðandi at sannir tilbiðjarar av Gudi gera eftir hesum kravinum?

14 Eitt eyðkenni aftrat fyri tey ið fylgja tí sonnu trúnni, er, sum Jesus segði, at tey „ikki eru av heiminum.“ (Jóhannes 17:14) Tað merkir at sannir tilbiðjarar av Gudi mugu halda seg burtur frá hesum spilta heiminum og hansara viðurskiftum. Jesus Kristus noktaði eisini at gerast politiskur stjórnari. (Jóhannes 6:15) Tá vit hava í huga at Sátan Djevulin sambært Bíbliuni er stjórnarin í hesum heiminum, skilja vit at tað er umráðandi at halda seg burtur frá heiminum. (Jóhannes 12:31; 2 Korintbræv 4:4) Hvussu álvarsligt hetta málið er, skilja vit uppaftur betur tá vit lesa hesi bíbilsku orðini: „Tann, sum tí vil vera vinur við heimin, hann verður óvinur Guðs.“ — Jákup 4:4.

15. (a) Kann tað sigast um tær kirkjurnar tú kennir, at tær „ikki eru av heiminum“? (b) Kennir tú nakran trúarflokk ið lýkur hetta kravið?

15 Vísa royndirnar at tey ymisku trúarsamfeløgini har tú býrt hava lagt sær hetta í geyma? Kann tað sigast um bæði prestarnar og teirra samkomur at tey „ikki eru av heiminum“? Ella hava tey eldhugað lagt seg út í heimsins tjóðskaparhugmóð, politikk og stættarstríð? Tað er ikki torført at svara, tí tað er væl kent hvat kirkjurnar havast at. Og samstundis er tað eisini lætt at síggja hvat Jehova vitni havast at. Tá tú metir um støðuna, sært tú at Jehova vitni fylgja Jesusi og hansara fyrstu lærusveinum eftir, við tað at tey halda seg burtur fra heiminum, hansara politikki og hansara sjálvsøkni, siðloysi og yvirgangi. — 1 Jóhannes 2:15-17.

KÆRLEIKI SÍNÁMILLUM

16. Hvør týðandi eginleiki skuldi eyðkenna teir sonnu lærusveinarnar hjá Kristi?

16 Eitt hitt týdningarmesta eyðkennið fyri teir sonnu lærusveinarnar hjá Kristi, er at teir hava kærleika sínámillum. Jesus segði: „Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.“ (Jóhannes 13:35) Er hesin kærleikin at finna í teimum trúarflokkunum tú kennir? Hvat gera teir til dømis, tá kríggj brestur á millum tvey lond, og teir eru umboðaðir í báðum?

17. Liva tær ymisku átrúnaðarligu samskipanirnar og limirnir í teimum eftir kravinum um sínámillum kærleika?

17 Tú veitst sjálvur hvussu tað vanliga plagar at ganga. Tá verðsligir stjórnarar geva boð um tað, fara limirnir í teimum ymisku átrúnaðarligu samskipanunum út á vígvøllin og drepa sínar trúarfelagar úr øðrum londum. Katolikkar drepa katolikkar, protestantar drepa protestantar, og muhamedsmenn drepa muhamedsmenn. Er hetta í samsvar við Guds orð? Er tað Guds andi ið kemur fram á henda hátt? Hvat heldur tú? — 1 Jóhannes 3:10-12.

18. Liva Jehova vitni eftir kravinum um sínámillum kærleika?

18 Hvussu er vorðið hjá Jehova vitnum tá tað snýr seg um sínámillum kærleika? Tey gera ikki sum kirkjurnar í hesum heiminum. Tey fara ikki út á vígvøllin at drepa sínar trúarfelagar. Tey hava ikki logið við at siga: „Eg elski Guð,“ og samstundis hata sín bróður úr einari aðrari tjóð, ætt ella rasu. (1 Jóhannes 4:20, 21) Tey vísa eisini sín kærleika á annan hátt. Hvussu? Í sínum atburði móti øðrum, og tá tey í kærleika royna at hjálpa øðrum at læra um Gud. — Galatabrævið 6:10.

BERT EIN SONN TRÚGV

19. Hví er tað bæði skilvíst og bíbilskt at siga at bert ein sonn trúgv finst?

19 Tað er skilligt at bert ein sonn trúgv finst. Tað er í samljóð við ta sannroyndina at Gud ikki er „óskils, men friðar Guð“. (1 Korintbræv 14:33) Bíblian sigur bart út at bert „ein trúgv“ er. (Efesusbrævið 4:5) Hvør myndar so í dag tað samfelagið ið hevur hesa einu trúgv?

20. (a) Eftir teimum vitnisburðunum ið eru til skjals, hvønn peikar henda bókin so á sum sannar tilbiðjarar av Gudi í dag? (b) Heldur tú eisini tað? (c) Hvussu kann ein best koma at kenna Jehova Vitni og teirra trúgv?

20 Vit himprast ikki við at siga, at hana hava Jehova Vitni. Men fyri at tú eisini kanst verða sannførdur um tað, bjóða vit tær at kanna trúnna hjá teimum, og at læra at kenna tey betur. Tað gert tú lættast, um tú kemur á møtini í ríkissalinum hjá Jehova Vitnum. Bíblian vísir at tey ið fylgja tí sonnu trúnni í stóran mun verða nøgd nú í tíðini og fáa møguleika fyri ævigum lívi í einum páradísi á jørðini; so tað er avgjørt ómakin vert persónliga at kanna málið. (5 Mósebók 30:19, 20) Vit heita inniliga á teg um at gera tað. Hví ikki fara undir kanningina beinanvegin?

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 185]

Um tú ofta tosar við onnur um Jehova og hansara ríki, hvønn trúarflokk munnu fólk tá seta teg í samband við?

[Myndir á síðu 186]

Virða vit Guds orð um vit ikki liva eftir tí?

[Mynd á síðu 188, 189]

Jesus noktaði at gerast politiskur stjórnari

[Mynd á síðu 190]

Tú ert hjartaliga vælkomin á møtini hjá Jehova Vitnum