Finst eitt pláss við ævigari pínu?
Kapittul 9
Finst eitt pláss við ævigari pínu?
1. Hvat hava ymsir átrúnar lært limir sínar um helviti?
MILLIÓNIR av menniskjum hava gjøgnum sín átrúna lært, at eitt pláss við ævigari pínu, helviti, er til, og at tey óndu verða koyrd hagar aftan á deyðan. Sambært uppslagsbókini Encyclopædia Britannica „lærir rómversk-katólska kirkjan at helviti . . . varir æviga; eingin endi er á pínslum tess“. Henda katólska læra, verður víðari sagt, „verður eisini fasthildin av nógvum afturhaldshugaðum protestantiskum bólkum“. Hinduarar, buddhistar og muslimar læra eisini at eitt helviti er til sum tey óndu verða pínd í. Um tað er satt at tey óndu pínast ræðuliga í einum brennandi helviti um ævir, er tað lætt at skilja hví nógv helst vilja sleppa undan at tosa um hetta evnið.
2. Hvat helt Gud um at børn vórðu brend í eldi?
2 Vit mugu tí spyrja: Hevur hin alvaldi Gud veruliga skapað eitt slíkt pínslustað? Hvat segði hann um at ísraelsmenn á einum sinni fylgdu siðunum hjá fólkunum ið búðu kring teir og fóru at brenna síni børn sum avgudaoffur? Hann greiðir í sínum orði frá: „Júdamenn hava gjørt tað, sum ilt er í eygum mínum, sigur [Jehova]; . . . Teir hava bygt Tófets offurheyggjar í dali Hinnomssonar til tess at brenna synir sínar og døtur í eldi — slíkt, sum eg ikki havi boðið og ongantíð er komið mær í huga.“ — Jeremia 7:30, 31.
3. Hví er tað bæði órímiligt og óbíbilskt at halda at Gud vil pína menniskju?
3 Hugsa um hetta. Tá tað ongantíð er komið Gudi í huga at kola menniskju í eldi, hvussu kann hann so hava skapað eitt brennandi helviti til teirra ið ikki tæna honum? Bíblian sigur at „Guð er kærleiki“. (1 Jóhannes 4:8) Kundi ein góður Gud pínt menniskju í ævir? Kundi tú? Kunnleikin um Guds kærleika skuldi fingið okkum at vent okkum til hansara orð fyri at vita, um eitt helviti veruliga finst, sum er eitt ævigt pínslustað.
SHEOL OG HADES
4. (a) Hvussu síggja vit í Bíbliuni at Sheol og Hades eru tað sama? (b) Hvat vísir tað at Jesus var í Hades?
4 Tá Bíblian sigur frá tí staðnum har menniskju koma tá tey eru deyð, nýtir hon í Hebráisku Skriftunum orðið „Sheol“ og í Griksku Skriftunum orðið „Hades“. At hesi orðini merkja tað sama, sæst í Sálmi 16:10 (NW) og Ápostlasøguni 2:31 (NW) sum eru avmyndað á næstu síðu. Legg til merkis at í Sálmi 16:10 stendur Sheol, meðan Ápostlasøgan 2:31 í uppafturtøkuni frá tí sigur Hades. Summar gamlar bíbliuumsetingar týða Sheol og Hades við „helviti“ og geva á tann hátt ábending um eitt pínslustað. Menn legg til merkis at Jesus Kristus var í Sheol ella Hades meðan hann var deyður. Kann tað vera rætt at Gud píndi Jesus í einum brennandi helviti? Sjálvandi ikki. Tá Jesus doyði, kom hann bert í grøvina. Tann løggilda føroyska umsetingin týðir tí eisini allastaðni Sheol og Hades við orðum sum „heljar“ og „helheim“, og umsetingin hjá Victor Danielsen við „deyðaríkið“, orð ið ikki vísa til eitt pínslustað.
5, 6. Hvussu skilst tað av orðum Jákups og Jobs at Sheol ella helheimur ikki er eitt pínslustað?
5 Í Fyrstu Mósebók 37:35 lesa vit um Jákup ið syrgdi sín elskaða son Jósef, sum hann helt vera dripnan. Har stendur at „tó at allir synir hans og allar døtur hans komu at ugga hann, vildi hann ikki lata seg ugga, men segði: ’Við sorg fari eg niður í helheim [Sheol] til son mín!’“ Hugsa eina løtu um hetta. Var helheimur ella Sheol eitt pínslustað? Helt Jákup at sonur hansara Jósef var komin eitt slíkt stað og skuldi vera har um ævir, og ynskti hann sjálvur at koma tað sama staðið og møta honum har? Ella helt Jákup bara at hansara elskaði sonur var deyður og lá í grøvini og at hann sjálvur eisini ynskti at doyggja?
6 Vit skilja at góð menniskju eisini koma í Sheol. Tak til dømis Job, ið er kendur fyri trúfesti og sakloysi móti Gudi. Undir sínum sváru líðingum bað hann til Gud um hjálp. Bønin hjá honum stendur at lesa í Job 14:13: „Á, gævi tú goymdi meg í helheimi [Sheol], . . . gavst mær eina freist og síðan mintist til mín!“ Um Sheol var eitt pínslustað, mundi Job tá ynskt at koma hagar og verða goymdur har, inntil Gud mintist til hansara? Nei, tað er greitt at Job ynskti at doyggja og verða jarðaður, so at hansara líðingar kundu fáa ein enda.
7. (a) Hvussu er støða teirra deyðu í Sheol? (b) Hvat eru Sheol og Hades sostatt?
7 Ongastaðni har orðið Sheol stendur í Bíbliuni, hevur tað samband við lív, virksemi ella pínslu. Harafturímóti verður tað ofta sett í samband við deyða og óvirksemi. Hugsa til dømis um Prædikaran 9:5, 10, sum sigur: „Tí at teir, sum liva, vita, at teir skulu doyggja; men hinir deyðu vita als einki . . . Alt tað, sum hond tín orkar at gera við kraft tíni, ger tú tað, tí at hvørki arbeiði ella umhugsan ella kunnugleiki ella vísdómur er til í helheimi [Sheol], har sum tú fert.“ Tað er sostatt heilt greitt at Sheol og Hades ikki eru eitt stað, har tey deyðu vita til sín og pínast. Hesi orðini merkja ikki eitt pínslustað men mannaættarinnar felags grøv. (Sálmur 139:8) Bæði góð og ónd koma í Sheol, Hades ella helheim.
AFTUR ÚR HELHEIMI
8, 9. Hví segði Jónas meðan hann var í kviði fisksins, at hann var í helheimi?
8 Ber til at koma úr aftur helheimi? Latið okkum nú hugsa um Jónas. Tá Gud hevði sent ein stóran fisk at gloypa Jónasi fyri at hann ikki skuldi drukna, bað Jónas úr kviði fisksins: „Eg heitti á [Jehova] í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína.“ — Jónas 2:3.
9 Hvat meinti Jónas við „úr fangi Helheims“? Kviðurin á Matteus 12:40.
fiskinum var ikki eitt brennandi pínslustað. Men hann mundi verið grøv Jónasar. Jesus samanbar tað í roynd og veru tá hann segði: „Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.“ —10. (a) Hvat prógvar at tey sum eru í helheimi kunnu koma aftur haðani? (b) Hvønn annan vitnisburð hava vit um at Hades bert er grøvin?
Ápostlasøgan 2:31, 32) Á sama hátt varð Jónas eftir Guds boðum reistur upp úr helheimi, úr tí sum annars kundi verið hansara grøv, tá fiskurin spýði hann upp á land. Tað ber altso til at koma úr aftur helheimi! Bíblian lovar enntá at Hades skal tømast fullkomiliga. Tað skilja vit tá vit lesa Opinberingina 20:13, har hesi lívgandi orðini standa: „Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru.“ Tað sæst at stórur munur er á tí Bíblian sigur, og tí nógvir átrúnar læra um støðu teirra deyðu.
10 Jesus lá deyður í grøvini í tríggjar dagar. Men Bíblian sigur at hann ’ikki varð latin eftir í helheimi’, og at Gud reisti hann upp. (GEHENNA OG ELDSJÓGVURIN
11. Hvat er tað grikska orðið sum stendur tólv ferðir í Bíbliuni, og sum verður týtt við „Helviti“ í summum umsetingum?
11 Her fer onkur kanska at mótmæla: ’Bíblian tosar tó um helvitis eld og eldsjógvin. Prógvar tað ikki at eitt pínslustað finst?’ Tað er satt at summar bíbliuumsetingar, sum til dømis tann løggilda føroyska, tosa um „helvitis eld“ og um at „fara í helviti, í hin ósløkkjandi eldin“. (Matteus 5:22; Markus 9:43) Í tilsamans tólv støðum í Teimum kristnu griksku Skriftunum nýtir løggilda umsetingin orðið „helviti“, og hvørja ferðina er tað ein týðing av grikska orðinum Gehenna. Vil tað siga at Gehenna er eitt pínslustað, meðan Hades bert merkir grøvin?
12. Hvat var Gehenna, og hvat hendi har?
12 Tað er rætt at hebráiska orðið „Sheol“ og grikska orðið „Hades“ merkja grøvin. Hvat merkir Gehenna so? Gehenna er tað sama sum „Hinnoms dalur“ í Hebráisku Skriftunum, dalurin uttan fyri múrar Jerúsalems har ísraelsmenn offraðu børn síni í eldi. Seinni gjørdi tann góði kongurin Jósia dalin ónýtiligan som offurstað. (2 Kongabók ) Í staðin gjørdist hann eftir hetta eitt stórt ruskpláss, ein sugga. 23:10
13. (a) Hvat var Gehenna nýtt til á Jesu døgum? (b) Hvat varð ongantíð kastað hagar?
13 Á Jesu døgum var Gehenna sostatt Jerúsalems ruskpláss. Ein støðugur eldur varð hildin brennandi við svávuli fyri at burturkastið kundi verða brent. Bind 1 av Smith’s Dictionary of the Bible greiðir soleiðis frá: „Hann gjørdist býarinnar almenna ruskpláss, har líkini av brotsmonnum, ræ og alt annað skarn varð kastað.“ Tó varð einki livandi kastað hagar.
14. Hvussu sæst tað at Gehenna varð nýtt sum ímynd um æviga týning?
Matteus 23:33, NW) Tað er skilligt at Jesus ikki meinti at teir átrúnaðarligu leiðararnir skuldu pínast — tí tá ísraelsmenn brendu børn síni livandi í hesum dalinum, segði Gud jú at nakað so ræðuligt aldri var komið honum í huga! Tað er tí greitt at Jesus nýtti Gehenna sum ímynd, eina hóskandi ímynd um fullkomiliga og æviga týning. Hann meinti at hesir óndu átrúnaleiðararnir ikki vóru verdir at fáa eina uppreisn. Hansara áhoyrarar skiltu, at tey ið komu í Gehenna vórðu týnd med alla, sum rusk.
14 Fólkini í Jerúsalem, sum kendu ruskplássið í býnum, skiltu hvat Jesus hugsaði um, tá hann segði við teir óndu átrúnaðarligu leiðararnar: „Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar! Hvussu kunnu tit sleppa undan Gehenna dómi.“ (15. Hvat er „eldsjógvurin“, og hvussu kann tað prógvast?
15 Hvat er so „eldsjógvurin“, sum er umrøddur í Opinberingini? Hann er ein ímynd um tað sama sum Gehenna — ikki avvitandi pínu, men ævigan deyða ella týning. Legg til merkis at Bíblian sjálv sigur hetta í Opinberingini 20:14: „Og deyðin og helheimurin [Hades] vórðu kastaðir í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin, eldsjógvurin.“ Ja, eldsjógvurin er „hin annar deyðin“, ein deyði haðani eingin uppreisn er. Tað er skilligt at hesin ’sjógvurin’ er ein ímynd, av tí at deyðin og Hades verða kastað í hann. Deyðin og Hades kunnu ikki brennast bókstaviliga. Men tey kunnu beinast burtur ella týnast, og tað verða tey.
16. Hvussu skal tað skiljast at Djevulin verður píndur æviga í „eldsjógvinum“?
16 ’Jú, men Bíblian sigur hóast alt at Djevulin skal pínast um ævir í eldsjógvinum,’ fer onkur kanska at siga. (Opinberingin 20:10) Hvussu skal tað skiljast? Á Jesu døgum vórðu fangavørðar við hvørt nevndir „bøðlar“, tað vil siga menn ið pína onnur. Jesus segði til dømis um ein mann í einum av sínum líknilsum: „Og harri hansara varð vreiður og gav hann upp í bøðilshendur, inntil hann kundi fáa rindað aftur alt tað, ið hann skyldaði.“ (Matteus 18:34) Tá tey sum verða kastað í „eldsjógvin“ koma í „annan deyðan“ uttan vón um nakra uppreisn, verða tey so at siga „sett føst“ ella fongslað í deyðanum um ævir. Men tey verða sjálvandi ikki pínd bókstaviliga, tí sum vit hava sæð, eru tey deyðu als ikki til. Tey vita av ongum.
RÍKI MAÐURIN OG LÁZARUS
17. Hvussu vita vit at Jesu orð um ríka mannin og Lázarus er eitt líknilsi?
17 Hvat meinti Jesus so tá hann í einum av sínum líknilsum segði: „So bar á, at hin fátæki doyði, og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Og hin ríki doyði við og fór til gravar. Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi [Hades], har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara“? (Lukas 16:19-31) Av tí at Hades, sum vit hava sæð, merkir mannaættarinnar felags grøv og ikki eitt pínslustað, er tað skilligt at Jesus her nýtti myndatalu. Fyri at undirstrika at tað bert er eitt líknilsi og ikki bókstavilig tala kunnu vit spyrja: Liggja himmalin og helviti bókstaviliga so tætt, at tað ber til at samrøðast úr øðrum staðnum í hitt? Og um hin ríki maðurin píndist í bókstaviligum eldi, hvussu stóra nyttu hevði tað so gjørt um Ábraham sendi Lázarus til hansara fyri at svala tungu hansara við einum einasta vatndropa ytst á fingrinum? Hvat var tað tá Jesus vildi lýsa?
18. Hvat ímyndaði (a) ríki maðurin? (b) Lázarus? (c) at teir doyðu hvør sær? (d) at ríki maðurin píndist?
18 Jesus segði frá líknilsinum meðan nakrir átrúnaleiðarar, fariseararnir, hoyrdu. Sagt verður at teir vóru „peningakærir“. (Lukas 16:14) Tað er tí greitt at ríki maðurin í líknilsinum ímyndaði teir hugmóðigu, sjálvgóðu og peningakæru átrúnaleiðararnar sum havnaðu Jesusi og seinni drópu hann. Lázarus ímyndar tað vanliga fólkið sum tók ímóti Jesusi og sum átrúnaleiðararnir hildu hánt um. (Jóhannes 7:47-49) At ávikavist Lázarus og ríki maðurin doyðu, merkti eina broyting í teirra viðurskiftum. Henda broytingin hendi tá Jesus gav tí misrøkta fólkinum, ið kundi samanberast við Lázarus, andaliga føði, so at tey fingu eina serstøðu hjá tí størra Ábrahami, Jehova Gudi. Samstundis „doyðu“ teir svikaligu átrúnaleiðararnir við atliti til at eiga Guds tokka. Teir vórðu vrakaðir og píndust tá Jesu lærusveinar avdúkaðu teirra óndu gerðir. (Ápostlasøgan 7:51-57) Líknilsið lærir sostatt ikki at nøkur deyð verða pínd í einum bókstaviligum brennandi helviti.
LÆRDÓMAR INNBLÁSTIR AV DJEVLINUM
19. (a) Hvørjar lygnir hevur Djevulin spreitt? (b) Hví kunnu vit vera vís í at læran um reinsingareldin er skeiv?
1 Mósebók 3:4; Opinberingin 12:9) Men Eva doyði. Eingin partur av henni livdi víðari. At sálin livir víðari eftir deyðan er ein lygn ið stavar frá Djevlinum. Ein onnur lygn sum Djevulin hevur spreitt, er at sálir teirra óndu verða píndar í einum helviti ella einum reinsingareldi. Av tí at Bíblian greitt vísir at tey deyðu ikki vita til sín, kunnu hesir lærdómar ikki vera sannir. Orðið „reinsingareldur“ ella hugtakið í sjálvum sær, kemur ikki fyri í Bíbliuni.
19 Tað var Djevulin ið segði við Evu: „Tit skulu als ikki doyggja.“ (20. (a) Hvat hava vit lært í hesum kapitlinum? (b) Hvønn týdning hevur tað havt fyri teg at læra tað?
20 Vit hava sæð at Sheol ella Hades er eitt stað har tey deyðu hvíla í vón. Bæði góð og ónd koma hagar, og tey verða ein dag uppreist haðani. Vit hava eisini lært at Gehenna ikki merkir eitt pínslustað, men at tað í Bíbliuni verður nýtt sum ímynd um æviga týning. Á sama hátt er „eldsjógvurin“ ikki nakað bókstaviligt pláss við eldi, men ein málbering ið merkir „annar deyðin“ sum eingin uppreisn er frá. Hann kann ikki vera eitt pínslustað, av tí at nakað sovorðið ongantíð er komið Gudi í huga. At pína eitt menniskja æviga afturfyri at tað hevur gjørt órætt í nøkur fá ár er heldur ikki rættvíst. Sum tað er gott at kenna sannleikan um tey deyðu! Hann kann veruliga fría okkum undan ótta og pátrúgv. — Jóhannes 8:32.
[Lestrarspurningar]
[Ramma á síðu 83]
Hebráiska orðið „Sheol“ og grikska orðið „Hades“ merkja tað sama
[Mynd á síðu 84, 85]
Hvat meinti Jónas tá hann í kviði fisksins segði: „Eg rópaði úr fangi helheims“?
[Mynd á síðu 86]
Gehenna var ein dalur uttan fyri Jerúsalem. Hann varð nýttur sum ímynd um æviga týning.