Hví eru vit til?
Kapittul 7
Hví eru vit til?
1. Hvørja niðurstøðu eru nógv hugsandi menniskju komin til?
MENNISKJU hava leingi hugsað um hvør meiningin við lívinum her á jørðini man vera. Vit kunnu hyggja at tí veldiga stjørnuhimlinum, og gleðast um litføgur sólsetur og vøkur landsløg. Sovorðið hevur fingið nógv hugsandi menniskju at koma til ta niðurstøðu at ein ætlan má vera við øllum. Men hvar hóska vit inn í hesa størru heildina? — Sálmur 8:4, 5.
2. Hvat hava tey flestu menniskju spurt um?
2 Onkuntíð í lívinum spyrja tey flestu: Er meiningin tann, at vit bert skulu liva heilt stutta tíð, fáa sum best burtur úr lívinum, og so doyggja? Hvagar fara vit tá samanum kemur? Job 14:1, 2) Hetta skilja vit betur um vit fáa svarað spurninginum: Hvussu vórðu vit til?
Kunnu vit vænta meira enn at verða fødd, liva eina stutta tíð, og so doyggja? (MENNING ELLA SKAPAN?
3. Hvat snýr menningarhugsanin seg um?
3 Nógvastaðni er tað vanlig hugsan at alt tað vit kunnu síggja er komið av sær sjálvum, at tað er vorðið til av tilvild. Lívið hevur, sum tað sigst, ment seg gjøgnum fleiri milliardir av árum. Tað byrjaði við teimum lægru lívsformunum, og síðst kom menniskjað. Nógvastaðni í heiminum verður henda menningarhugsanin borin fram og lærd sum var hon veruleiki. Men er tað satt at vit hava ment okkum frá einum apulíknandi djóri sum livdi fyri milliónum av árum síðani? Er allur alheimurin vorðin til av tilvild?
4. Hví kunnu vit trúgva upp á at ’Gud skapaði himmalin og jørðina’?
4 Bíblian sigur: „Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.“ (1 Mósebók 1:1) Vísindaligar sannroyndir vátta at bæði himmalin við sínum milliardum av stjørnum og okkara jørð hava havt eina byrjan. Tey vórðu skapað. Stjørnur og gongustjørnur flyta seg so regluliga, at menn heilt nágreiniliga kunnu siga frá teirra støðu nógv ár frammanundan. Ringrásin hjá stjørnunum og gongustjørnunum er heilt í samljóð við støddfrøðiligar lógir og meginreglur. Ein professari í støddfrøði við lærda háskúlan í Cambridge, P. Dirac, hevur í blaðnum Scientific American sagt: „Vit kunnu kanska lýsa støðuna við at siga at Gud er ein støddfrøðingur, ein fyrsta-floks støddfrøðingur, og at hann hevur nýtt støddfrøði av hægsta slag í uppbyggingini av alheiminum.“
5. Hvussu vísir okkara egna likam at vit eru vorðin til við einari skapan og ikki við einari menning?
5 Bíblian sigur stutt og greitt: „Ásannið at tað er Jehova ið er Gud. Tað er hann ið hevur skapað okkum, og ikki vit sjálv.“ (Sámur 100:3, NW) Okkara egna likam er so avbera væl skapað at tað fekk ein bíbliuskrivara at siga við Gud: „Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, . . . Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, . . . Forløg míni eygu tíni sóu.“ (Sálmur 139:14-16) Ja, fostrið veksur í lívmóðurini á ein undurfullan hátt. Tíðindavikublaðið Newsweek skrivaði einaferð soleiðis um hetta: „Tað er heilt einfalt eitt undur,“ og víðari: „Eingin tøkni kann áseta ta stóru stund, tá gitnaðurin fer fram. Eingin vísindamaður er førur fyri at siga frá, hvørjar kreftir ið tá taka við og fáa limirnar og eitt ørgrynni av nervatræðrum í mannafostrinum at búnast.“
6. Hvørjar aðrar skilagóðar grundir eru fyri at trúgva upp á eina skapan heldur enn eina menning?
6 Hugsa um okkara stórfingna alheim, og um okkara egna likam, sum er upphugsað og uppbygt á ein so undurfullan hátt. Vanligt skil eigur at siga okkum at alt hetta ikki bert er vorðið til av sær sjálvum, hevur ment seg. Ein Byggimeistari, ein Skapari, hevur staðið aftanfyri. Hugsa bert um alt tað tú hevur heima hjá tær, og spyr teg sjálvan: Er skrivaraborðið, lampan, songin, stólurin, borðið, veggirnir, ella húsið sjálvt, komið við einari menning? Tað er sjálvandi gjørt av onkrum! Hvussu ber tað so til at siga at okkara alheimur, sum er nógv meira samansettur, og vit sjálv ikki eru vorðin til vegna ein Skapara? Og er tað Gud ið hevur givið okkum lívið, man hann avgjørt hava havt eina ætlan við tí.
7. (a) Hvussu vísti Jesus, at hann trúði upp á eina skapan? (b) Hvørjir aðrir vitnisburðir vísa á at Ádam veruliga hevur livað?
7 Jesus Kristus segði um fyrsta mannin og kvinnuna: „Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu, og segði: ’Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til Matteus 19:4, 5) Her tók Jesus upp eftir orðunum í Fyrstu Mósebók 1:27 og Fyrstu Mósebók 2:24, har sagt verður frá skapan Ádams og Evu. Hann vísti til hesa frásøgnina í Bíbliuni sum nakað ið var satt. (Jóhannes 17:17) Bíblian nevnir Enok ’sjeynda mannin frá Ádami’. (Judas 14) Um Ádam ikki veruliga hevði livað, hevði Bíblian ikki umrøtt hann so greiniliga. — Lukas 3:37, 38.
konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?’“ (8. Hvør uppfatan viðvíkjandi uppruna menniskjans fær ikki stuðul í Bíbliuni?
8 Summi vilja vera við at Gud nýtti menningina til at skapa menniskjað. Tey siga at Gud læt menniskjuni mennast, og tá tey rukku eitt ávíst støði gav hann teimum eina sál. Men vit finna ikki stuðul fyri hesi hugsan í Bíbliuni. Tvørturímóti sigur Bíblian at plantur og djór vórðu skapað „eftir sínum kyni“. (1 Mósebók 1:11, 21, 24) Sannroyndir vísa annars at einki plantu- ella djóraslag á nøkrum sinni mennist og verður eitt annað slag. Fleiri prógv um at vit ikki eru komin av einari menning, kunnu finnast í bókini Livet — hvordan er det kommet her? Ved en udvikling eller en skabelse?
HVUSSU GUD SKAPAÐI MENNISKJAÐ
9. (a) Hvussu sigur Bíblian frá skapanini av menniskjanum? (b) Hvat hendi tá Gud „blásti lívsanda“ inn í nøs menniskjans?
9 Gud skapaði menniskjað av jørðini, og til at liva á jørðini, sum Bíblian sigur: „Tá myndaði [Jehova] Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu [sál, V. Danielsen].“ (1 Mósebók 2:7) Gud skapaði menniskjað fullfíggjað, við einum serligum og beinleiðis skapanartiltaki. Tá Gud „blásti lívsanda“ inn í nøsina á tí, kom luft í lunguni. Men har hendi meira enn tað. Gud gav eisini menniskjalikaminum lív á henda hátt. Henda lívsmegin verður hildin uppi av andadráttinum.
10. Hvat er menniskjans sál, og hvussu varð hon skapað?
10 Legg kortini til merkis at Gud sambært Bíbliuni ikki gav menniskjanum eina sál. Nei, sagt verður at menniskjað ’varð til livandi sál’ tá Gud hevði givið tí andadráttin. Menniskjað var sostatt ein sál, júst sum ein maður ið verður lækni, er lækni. (1 Korint 15:45) „Mold jarðar“ sum tað kropsliga likamið er gjørt av, er ikki sálin. Og Bíblian sigur heldur ikki at ’lívsandin’ er sálin. Nei, Bíblian vísir at tað var ein samanseting av hesum báðum ið gjørdi at menniskjað ’varð til livandi sál’.
11. Hvørjar bíbilskar sannroyndir viðvíkjandi menniskjasálini vísa hon ikki er eitthvørt ósjónligt sum kann liva uttan fyri likamið?
11 Tá menniskjasálin er menniskjað sjálvt, kann hon ikki samstundis vera eitthvørt ósjónligt sum finst innan í likaminum ella sum kann fara burtur úr likaminum. Stutt sagt lærir Bíblian at tín sál er tú sjálvur. Bíblian sigur til dømis at sálin kann hava bókstaviligan mat fyri neyðini: „Sál tíni leingist eftir at eta kjøt.“ (5 Mósebók 12:20, NW) Hon sigur eisini at ein sál hevur blóð ið rennur gjøgnum æðrarnar, tí hon tosar um ’blóð av sakleysum sálum’. — Jeremia 2:34, løggilda danska umsetingin.
HVÍ GUD SKAPAÐI MENNISKJAÐ
12. Hvør var Guds ætlan við at skapa menniskjuni á jørðini?
12 Guds ætlan var ikki at Ádam og Eva skuldu doyggja tá ein tíð var umliðin, og liva víðari á einum øðrum stað. Tey skuldu verða verandi her á jørðini og syrgja fyri jørðini og øllum tí sum livdi á henni. Tað er sum Bíblian sigur: „Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey: ’Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!’“ (1 Mósebók 1:28; 2:15) Ádam og Eva og allir teirra eftirkomarar kundu havt livað lukkuliga á jørðini í allar ævir.
13. (a) Hvussu kunnu vit gerast lukkulig? (b) Hvussu fær okkara lív meining?
13 Minst til at „Guð vælsignaði tey“. Hann hevði veruliga umsorgan fyri sínum jørðisku børnum. Sum ein góður Faðir gav hann teimum tí eisini vegleiðing til teirra egna besta, og tey kundu verið glað og lukkulig um tey høvdu fylgt henni. Tað visti Jesus; hann segði: „Sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað.“ (Lukas 11:28) Jesus varðveitti Guds orð. „Eg geri altíð tað, sum honum líkar,“ segði hann. (Jóhannes 8:29) Hetta er sjálvur lykilin til at skilja hví vit eru til. Meiningin er at vit skulu hava eina ríka, lukkuliga tilveru, við tað at vit liva eftir Guds vilja. Um vit nú í tíðini tæna Jehova, gevur tað lívinum veruliga meining. Samstundis gevur tað okkum vón um at liva æviga í einum páradísi á jørðini. — Sálmur 37:11, 29.
HVÍ VIT ELDAST OG DOYGGJA
14. Hvat gjørdu Ádam og Eva í veruleikanum tá tey vóru ólýðin móti Guds boðum?
14 Men sum støðan er nú, verða vit øll somul veik tá vit eldast, og ein dag doyggja vit. Hví? Tað kemur, sum nevnt í tí undanfarna kapitlinum, av uppreistri Ádams og Evu. Jehova hevði givið teimum eina roynd sum vísti at tað var neyðugt at tey altíð vóru lýðin móti Gudi. Hann hevði sagt við Ádam: „Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!“ (1 Mósebók 2:16, 17) Tá Adam og Eva ótu av tí trænum, vendu tey sínum himmalska Faðir bakið og lótu hánt um hansara leiðbeining. Tey kundu havt livað lukkuliga í einum páradísi um ævir, uttan fátækdømi ella líðingar, men nú fingu tey lønina fyri sína synd. Lønin var ófullkomileiki og deyði. — Rómverjabrævið 6:23.
15. Hvussu hava vit fingið syndina frá Ádami?
15 Veitst tú hvussu vit fingu syndina frá Ádami? Tá Ádam sjálvur gjørdist ófullkomin, gav hann ófullkomileikan og deyðan víðari til sínar eftirkomarar. (Job 14:4; Rómverjabrævið 5:12) Hugsa tær at ein bakari skal baka breyð í einum bakiformi sum hevur eina stóra buklu. Øll breyðini hann bakar í hesum forminum, fáa tað sama merkið. Ádam er sum formurin, og vit eru sum breyðið. Hann gjørdist ófullkomin tá hann breyt Guds lóg. Tað var sum fekk hann eitt ljótt merki. Tá hann so fekk eftirkomarar, høvdu allir tað sama syndarinnar ella ófullkomileikans merki.
16, 17. Hvussu vísir eitt av Jesu undurverkum at mannaættin er vorðin undirløgd sjúku vegna synd?
16 Tá vit í dag verða sjúk ella gomul er tað vegna syndina vit øll hava arvað frá Ádami. Eitt av undrunum Jesus gjørdi vísir tað. Jesus var staddur í einum húsi, í ferð við at undirvísa. Ein stór mannamúgva var samankomin so at ikki ein einasti rúmaðist inni aftrat. Nú komu fýra menn berandi ein mann ið var lamin og lá á einari børu. Tá teir sóu at teir ikki sluppu inn, fóru teir upp á takið, gjørdu hol á tað og sigu børuna við tí lamna manninum beint niður fyri føturnar á Jesusi.
17 Tá Jesus sá hvussu stóra trúgv teir høvdu, segði hann við tann lamna mannin: „Syndir tínar eru fyrigivnar!“ Men summi av teimum Markus 2:1-12.
hjástaddu vildu ikki vera við at Jesus kundi fyrigeva syndir. Fyri at tey kundu vita at hann veruliga hevði myndugleika at fyrigeva syndir segði hann tá við hin lamna: „Eg sigi tær: Statt upp, tak song tína og far heim til tín sjálvs!“ Og tann lamni stóð upp, tók alt fyri eitt børuna og gekk út meðan øll sóu. —18. Hvørja framtíð kunnu Guds tænarar gleða seg til?
18 Hugsa tær hvønn týdning hetta vald Jesus hevði kann fáa fyri okkum! Tá Guds ríki tekur ræðið kann Kristus fyrigeva syndirnar hjá øllum menniskjum ið elska Gud og tæna honum. Tað merkir at øll pína, sjúka og líðing heldur uppat. Eingin viknar sum árini líða, eingin doyr! Er tað ikki ein undursom framtíðarvón? Ja, vit hava sanniliga meira at gleða okkum til enn bert at føðast, liva eina stutta tíð, og so doyggja. Tá vit halda áfram at læra meira um Gud og støðugt tæna honum kunnu vit koma at liva æviga í einum páradísi á jørðini.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 69]
Nógv hugsa um meiningina við lívinum
[Mynd á síðu 70]
Er alt hetta komið av sær sjálvum, ella hevur nakar skapað tað?
[Mynd á síðu 75]
Frásøgnin um hvussu Jesus grøddi hin lamna mannin vísir at fólk gerast sjúk tí Ádam syndaði