Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvør kemur í himmalin, og hví?

Hvør kemur í himmalin, og hví?

Kapittul 14

Hvør kemur í himmalin, og hví?

1. Hvussu svara nógv menniskju spurninginum um hvør ið kemur í himmalin, og hví?

NÓGV SIGA at øll góð menniskju koma í himmalin. Spurd hví tey skulu í himmalin, svara tey kanska: ’Fyri at vera hjá Gudi,’ ella: ’Sum løn, tí tey hava verið góð.’ Men hvat lærir Bíblian um hetta?

2, 3. (a) Hví kunnu vit vera vís í at nøkur menniskju koma í himmalin? (b) Hvørjum spurningum mugu vit hava greiði á?

2 Bíblian vísir greitt at Jesus fekk eina uppreisn frá teimum deyðu og kom í himmalin. Hon sigur eisini at onnur menniskju skulu í himmalin. Kvøldið fyri sín deyða, segði Jesus við sínar trúføstu ápostlar: „Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur, og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.“ — Jóhannes 14:1-3.

3 Her segði Jesus altso heilt greitt við sínar ápostlar at teir skuldu í himmalin og vera saman við honum. Ápostulin Paulus skrivaði ofta til tey kristnu um hesa vónina. Til dømis skrivaði hann: „Borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Kristus.“ (Filippibrævið 3:20, 21; Rómverjabrævið 6:5; 2 Korintbræv 5:1, 2) Sovorðin lyfti eru orsøkin til at milliónir av menniskjum hava vónað at koma í himmalin. Men er tað satt at øll góð menniskju koma í himmalin?

KOMA ØLL GÓÐ MENNISKJU Í HIMMALIN?

4, 5. Hvussu kunnu vit prógva at Dávid og Job ikki komu í himmalin?

4 Stutt aftan á at Jesus var risin upp frá deyðum, segði ápostulin Pætur við ein skara av jødum: ’Ættarfaðirin Dávid er bæði deyður og grivin, og leiði hansara er til hjá okkum líka til dagin í dag.’ Pætur helt fram: „Dávid fór ikki upp til himna.“ (Ápostlasøgan 2:29, 34) Dávid, sum var eitt gott menniskja, kom sostatt ikki í himmalin. Men hvussu var so vorðið við tí rættvísa Job?

5 Í sínum líðingum bað Job til Gud: „Á gævi tú goymdi meg í helheimi [sheol, grøvini], fjaldi meg, til vreiði tín er av, gavst mær eina freist og síðan mintist til mín!“ Job væntaði at hann, tá hann doyði, kom í grøvina og skuldi vera har uttan at vita til sín. Hann visti at hann ikki skuldi í himmalin. Men hann hevði eina vón. Hann segði: „Um ein vápnaførur maður doyr, kann hann so liva aftur? Eg vil bíða allar mínar dagar í mínum tvingsilsarbeiði [ta tíðina hann skuldi vera í grøvini], inntil mín avloysing kemur. Tú fert at kalla, og eg fari at svara tær.“ — Job 14:13-15, NW.

6, 7. (a) Hvussu sæst at eingin sum doyði áðrenn Kristus, er komin í himmalin? (b) Hvat verður av øllum teimum trúføstu sum doyðu áðrenn Kristus?

6 Jóhannes, sum doypti Jesus, var eisini eitt gott menniskja. Kortini segði Jesus: „Hin minsti í himmiríki er størri enn hann.“ (Matteus 11:11) Jóhannes Doyparin skuldi nevniliga ikki til himmalin. Tá Jesus var á jørðini — og tað var meira enn 4000 ár eftir at Ádam og Eva gjørdu uppreistur — segði hann: „Eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin.“ — Jóhannes 3:13.

7 Eftir tí sum Jesus sjálvur segði, vóru altso eingi menniskju komin í himmalin í mannaættarinnar 4000-ára longu søgu fram til hansara tíð. Dávid, Job og Jóhannes Doyparin fáa uppreisn til lív á jørðini. Ja, øll trúføst, menn og kvinnur, sum doyðu áðrenn Jesus doyði, høvdu ta vón at koma at liva aftur á jørðini, ikki í himli. Tey rísa upp og koma at liva sum jørðiskir tegnar undir Guds ríki. — Sálmur 72:7, 8; Ápostlasøgan 17:31.

HVÍ NØKUR TRÚFØST KOMA Í HIMMALIN

8. Hvørjum spurningum er tað týdningarmikið at fáa svarað, og hví?

8 Men hví kom Jesus í himmalin? Hvørja uppgávu hevði hann har? Tað hevur týdning fyri okkum at svara hesum spurningum, tí tey menniskjuni sum koma í himmalin skulu hava lut í tí somu uppgávuni sum Jesus. Tað er júst orsøkin til at tey koma í himmalin.

9, 10. Hvør aftrat Kristi skal, sambært Dánjali, ráða í Guds stjórn?

9 Vit hava í undanfarnum kapitlum lært at Jesus skal ráða yvir einari páradísiskari jørð sum kongur í Guds himmalsku stjórn. Leingi áðrenn Jesus kom niður á jørðina varð tað fyriboðað í Dánjals bók at ein ’mannasonur’ skuldi fáa ’ríki’ handað. Hesin ’mannasonur’ er Jesus Kristus. (Markus 14:41, 62) Og Dánjals bók heldur áfram: „Vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast.“ — Dánjal 7:13, 14.

10 Tað hevur týdning at vit her í Dánjals bók leggja til merkis at ’mannasonurin’ ikki skuldi ráða einsamallur. Bíblian sigur: „Og ríki og vald og mikilleiki . . . skal verða givið hinum heilaga fólki hins hægsta; ríki tess [ríki fólksins] skal vera ævigt ríki.“ (Dánjal 7:27) Tá talan er um hetta ’fólk’ og ríkið hjá hesum ’fólki’, skilja vit at onnur skulu ráða við Kristi í Guds stjórn.

11. Hvussu sæst at fyrstu lærusveinar Krists skulu ráða við honum?

11 Tað síðsta kvøldið Jesus var saman við sínum ellivu trúføstu ápostlum, greiddi hann teimum frá at teir skuldu ráða við honum í Guds ríki. Hann segði við teir: „Tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum. Og eg fái tykkum kongadømi, eins og faðir mín hevur fingið mær tað.“ (Lukas 22:28, 29) Seinni vórðu til dømis ápostulin Paulus og Timoteus tiknir við í henda sáttmálan ella hesa semjuna um eitt ríki; tí kundi Paulus skriva til Timoteus: „Halda vit út, skulu vit eisini ráða við honum.“ (2 Timoteus 2:12) Ápostulin Jóhannes skrivaði eisini at nøkur skuldu ’ráða sum kongar yvir jørðini’ við Kristi. — Opinberingin 5:9, 10, NW; 20:6.

12. Hvørjar umstøður í samband við Ábrahams „avkom“ vísa at nøkur skulu ráða við Kristi?

12 Tey sum koma í himmalin fara altso hagar fyri at ráða saman við Kristi í Guds himmalsku stjórn. Tað er fyrst og fremst Jesus ið er tað fyrijáttaða ’avkomið’, men Gud velur eisini nøkur millum menniskjuni á jørðini til at ráða við Jesusi í Ríkinum. Tey verða sostatt ein partur av ’avkominum’, sum Bíblian sigur: „Men um tit hoyra Kristi til, tá eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir fyrijáttan.“ — Galatabrævið 3:16, 29; Jákup 2:5.

HVUSSU NÓGV SKULU Í HIMMALIN?

13. (a) Hví koma eingi smá børn í himmalin? (b) Hvussu greiddi Jesus sjálvur frá hvussu nógv ið skuldu fáa lut í Ríkinum?

13 Tá tey sum koma í himmalin skulu ráða yvir jørðini, er tað skilligt at tey fyrst mugu roynast sum lærusveinar Krists. Tað merkir at smá børn, sum sjálvandi ikki hava staðið royndir gjøgnum kristna tænastu í nógv ár, ikki eru millum teirra ið verða tikin til himmalin. (Matteus 16:24) Um slík børn ella heilt ung doyggja, hava tey vón um uppreisn til lív á jørðini. (Jóhannes 5:28, 29) Samlaða talið á teimum sum koma í himmalin, verður lítið samanborið við tey nógvu ið fáa lív á jørðini undir Ríkisins stjórn. Jesus segði við sínar lærusveinar: „Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið!“ — Lukas 12:32.

14. Hvussu nógv hoyra til ’lítla fylgið’ sum skal í himmalin?

14 Men hvussu nógv skulu hoyra til henda lítla skaran av stjórnarum í Ríkinum? Kemur hann bert at umfata ápostlarnar og teir allarfyrstu lærusveinarnar hjá Jesusi? Nei, sambært Bíbliuni kemur ’lítla fylgið’ at umfata nøkur aftrat. Í Opinberingini 14:1, 3 sigur Bíblian: „Og eg sá, og sí: Lambið [Jesus Kristus] stóð á [tí himmalska] Sionfjalli, og við tí hundrað og fýrati og fýra túsund . . . sum út eru loystir frá [ella tiknir burtur frá] jørðini.“ Bert 144.000 stóðu altso á tí himmalska Sionfjallinum við Lambinum, Jesusi Kristi. (Hebrearabrævið 12:22) Á henda hátt vísir Bíblian at ikki øll góð menniskju koma í himmalin, men at bert 144.000 roynd og trúføst menniskju skulu í himmalin fyri at ráða við Kristi.

HVÍ ERU TEY ÚTVALD MILLUM MENNISKJU?

15. Hví valdi Gud stjórnararnar í Ríkinum millum menniskju?

15 Men hví velur Gud hesar stjórnararnar út millum menniskju? Hví kundu ikki einglar ráða við Kristi? Tí tað var her á jørðini ivin um hvørt Gud hevði rættin at ráða, varð reistur. Tað var her menniskjanna trúfesti móti Gudi kundi verða roynd undir mótstøðu frá Djevlinum. Tað var eisini her Jesus prógvaði sín fulla loyalitet móti Gudi undir royndum og gav sítt lív sum loysigjald fyri mannaættina. Tí var tað eisini her á jørðini Jehova vildi taka sær eitt ’lítið fylgi’ av menniskjum sum skuldu vera við syni hansara í tí himmalska ríkinum. Tað eru tey sum, vegna sína trúfesti móti Gudi, hava rikið Djevulsins pástand um at menniskju bert tæna Gudi av sjálviskum orsøkum aftur. Tað er tí sera hóskandi at Jehova gevur hesum menniskjunum ta ærumiklu uppgávuna. — Efesusbrævið 1:9-12.

16. Hví kunnu vit vera takksom fyri at stjórnararnir í Ríkinum hava livað á jørðini?

16 Hugsa eisini um hvussu gott tað er at hava stjórnarar sum hava prógvað sína trúfesti móti Gudi á jørðini, nógvir teirra hava enntá latið lívið fyri Ríkisins sakir. (Opinberingin 12:10, 11; 20:4) Slíkar royndir hava ikki verið einglunum fyri. Teir hava heldur ikki roynt teir trupulleikarnar sum eru felags fyri menniskjuni. Teir kunnu ikki til fulnar vita hvussu tað kenst at vera eitt syndigt menniskja og hava teir trupulleikar menniskju hava. Men hini 144.000 fara at skilja, tí tey hava sjálv havt júst teir trupulleikarnar. Summi av teimum hava noyðst at vunnið á einum sera syndigum atburði, og tey vita hvussu ringt tað kann vera at koma so langt. (1 Korintbræv 6:9-11) Tey fara tí at hava samkenslu við sínum tegnum á jørðini og skilja teir. — Hebrearabrævið 2:17, 18.

GUDS SAMKOMA

17. Hvat vísir orðið „kirkja“ til?

17 Bíblian greiðir frá at Kristus er høvdið fyri Guds samkomu, og at limirnir eru undirlagdir Jesusi. (Efesusbrævið 5:23, 24) Orðið „kirkja“ vísir í roynd og veru til Guds samkomu, ikki til eitthvørt hús. Tað vísir til ein bólk av kristnum. (1 Korintbræv 15:9) Vit kunnu í dag tosa um ta samkomuna av kristnum vit hoyra til. Á sama hátt lesa vit í Bíbliuni um ’samkomuna í Laodikea’ og í brævinum Paulus skrivaði til Filemon, um ’samkomuna í [hansara] húsi’. — Kolossubrævið 4:16; Filemon 2, V. Danielsen.

18. (a) Hvørji eru „kirkjulið hins livandi Guðs“? (b) Hvørjar aðrar málberingar verða nýttar um hesa samkomuna í Bíbliuni?

18 Men tá Bíblian talar um „kirkjulið [samkomu] hins livandi Guðs“, vísir hon til ein serligan bólk av lærusveinum Krists. (1 Timoteus 3:15) Teir verða eisini nevndir „kirkjuliðið av hinum frumgitnu, sum eru uppskrivað í himnunum“. (Hebrearabrævið 12:23) Henda ’Guds samkoma’ telur altso øll tey kristnu á jørðini sum gjøgnum tíðina hava havt vón um himmalskt lív, og tey verða til síðst 144.000. Í dag eru bert nøkur fá, ein leivd, eftir á jørðini av teimum. Tey kristnu sum hava ta vónina at liva á jørðini um ævir, leita sær andaliga leiðbeining hjá limumum í ’samkomu hins livandi Guds’. Um hesa samkomuna sum hevur 144.000 limir nýtir Bíblian eisini orð sum ’brúðurin, vív lambsins’, ’likam Krists’, „Guðs tempul“, „Guðs Ísrael“, „hitt nýggja Jerúsalem“. — Opinberingin 21:9; Efesusbrævið 4:12; 1 Korintbræv 3:17; Galatabrævið 6:16; Opinberingin 21:2.

TAÐ NÝGGJA Í GUDS ÆTLAN

19. Hvat var tað nýggja Gud fekk í lag, fyri at útinna sína upprunaætlan við jørðini?

19 Jehova Gud broytti ikki ætlan viðvíkjandi jørðini og menniskjunum á henni, tá Ádam leiddi allar sínar eftirkomarar inn á veg syndarinnar og deyðans. Um Gud hevði broytt ætlan, hevði tað merkt at hann ikki var mentur at útinna tað hann av fyrstan tíð hevði sett sær fyri. Frá byrjanini var hansara ætlan tann, at øll jørðin skuldi vera eitt páradís fylt við lukkuligum og frískum menniskjum, og henda ætlan stendur við. Tað einasta nýggja Gud fekk í lag, var eina skipan við einari nýggjari stjórn sum skuldi útinna hansara ætlan. Sum vit hava sæð er sonur hansara, Jesus Kristus, tann ovasti í hesi stjórnini, og 144.000 verða vald út millum menniskju til at ráða í himlinum við honum. — Opinberingin 7:4.

20. (a) Hvørji eru ’teir nýggju himnarnir’ og ’tann nýggja jørðin’? (b) Hvat mugu vit gera um vit skulu koma at hoyra til ’nýggju jørðina’?

20 Hesir stjórnararnir í himlinum verða ’nýggir himnar’ í Guds nýggju heimsskipan. Men um jørðin skal hava rættvísar stjórnarar, er tað greitt at teir mugu hava nøkur at ráða yvir. Tað eru tey menniskjuni Bíblian nevnir „eina nýggja jørð“. (2 Pætur 3:13; Opinberingin 21:1-4) Teirra millum verða Job, Dávid og Jóhannes Doypari — ja, øll tey trúføstu sum livdu áðrenn Kristus kom til jarðar. Men ’nýggja jørðin’ kemur at umfata nógv fleiri — eisini menniskju sum yvirliva endan á hesi óndu heimsskipanini. Verður tú ein teirra? Ynskir tú at vera tegnur undir Guds ríki? Gert tú tað, mást tú lúka nøkur krøv.

[Lestrarspurningar]

[Myndir á síðu 121]

Komu hesir góðu menn í himmalin?

Dávid kongur

Job

Jóhannes Doypari

[Mynd á síðu 122]

Síðsta kvøldið Jesus var saman við ápostlunum, greiddi hann teimum frá at teir skuldu ráða við honum í ríki Faðirs hansara