Hvussu kann eg fáa góðar vinir?
KAPITTUL 8
Hvussu kann eg fáa góðar vinir?
„Tá ið eg eri ill, havi eg brúk fyri at siga tað við onkran. Tá ið eg eri kedd, havi eg brúk fyri, at onkur sigur við meg, at tað nokk skal ganga. Tá ið eg eri glað, er tað deiligt at hava onkran at flenna saman við. Eg kann ikki liva uttan vinir.“ – Brittany.
SMÁBØRN hava ikki brúk fyri sama slag av vinum sum tannáringar. Tey hava bara brúk fyri onkrum at spæla við, meðan tannáringar hava brúk fyri vinum, sum hjálpa og stuðla teimum.
Bíblian sigur: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ (Orðtøkini 17:17) Hetta ørindið lýsir helst eitt annað slag av vinum enn teir, sum tú plagdi at spæla við, tá ið tú vart lítil.
Fakta: So hvørt sum tú verður eldri, hevur tú brúk fyri vinum …
1. sum hava góðar eginleikar
2. sum uppføra seg ordiligt
3. sum hava góða ávirkan á teg
Spurningur: Hvussu kanst tú fáa sovorðnar vinir? Latið okkum vita.
1. Ein góður vinur hevur góðar eginleikar
Gott at vita. Ikki øll, sum siga, at tey eru ein góður vinur, liva upp til tað. Bíblian sigur enntá, at tað eru nakrir vinir, sum kunnu finna upp á at skaða hvønn annan. (Orðtøkini 18:24, New World Translation) Kann tað virkuliga passa? Hugsa um hetta: Hevur tú nakrantíð havt ein vin, sum útnyttaði teg? Ella hevur nakar sagt nakað um teg, sum ikki passaði? Um so er, torir tú sikkurt ikki at líta á viðkomandi. a Tað er gott at minnast til, at tað ikki er so viktigt at hava nógvar vinir, men at hava góðar vinir.
Hvat kanst tú gera? Tú kanst royna at blíva vinur við ein, sum tú hevur hug at líkjast.
„Øll halda, at vinkonan hjá mær, Fiona, er so fitt. Tað vil eg eisini so gjarna, at onnur halda um meg. Eg vil gjarna vera sum hon, tí eg síggi upp til hana.“ – Yvette, 17.
Royn hetta:
1. Les Galatiabrævið 5:22, 23.
2. Spyr teg sjálvan: Hava mínir vinir sovorðnar eginleikar, sum eru nevndir her?
3. Skriva nøvnini á tínum bestu vinum niður og teirra góðu og ringu síður.
Navn
․․․․․
Eginleiki
․․․․․
Prei: Um tú bara kemur í tankar um ringar síður, skalt tú kanska royna at fáa tær nakrar betri vinir.
2. Ein góður vinur uppførir seg ordiligt
Gott at vita. Viss tú ert alt for desperatur eftir at fáa vinir, er vandi fyri, at tú fært tað skeiva slagið av vinum. Bíblian sigur: „Vini dára [ella býttlinga], honum gongst illa.“ (Orðtøkini 13:20) Orðingin „dári“, ella býttlingi, vísir ikki til tey, sum duga illa í skúlanum, ella sum ikki eru serliga klók. Nei, tað lýsir fólk, sum ikki vilja taka ímóti góðum ráðum, og sum velja at gera tað, sum er skeivt. Sovorðnar vinir kanst tú gott klára teg uttan!
Hvat kanst tú gera? Tað er gott at vera kræsin, tá ið tú skalt velja vinir. Tað er til dømis øgiliga viktigt at finna út av, hvussu tey eru sum persónar. (Sálmur 26:4) Tú mást læra teg at „síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum“. – Malakias 3:18.
„Eg eri glaður fyri, at foreldrini hjá mær hjálptu mær at finna vinir á mínum egna aldri, sum eisini tæna Gudi.“ – Christopher, 13.
Royn at svara hesum spurningunum:
Eri eg bangin fyri, at mínir vinir fara at lokka meg at gera nakað, sum er skeivt?
□ Ja
□ Nei
Eri eg bangin fyri, at foreldrini hjá mær ikki fara at dáma mínar vinir?
□ Ja
□ Nei
Prei: Viss tú svaraði ja upp á spurningarnar, mást tú royna at finna nakrar vinir, sum tæna Gudi og eru góðar fyrimyndir.
3. Ein góður vinur hevur góða ávirkan á teg
Gott at vita. Bíblian sigur: „Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ (1. Korintbræv 15:33) Ein ung genta, sum eitur Lauren, sigur: „So leingi, sum eg gjørdi tað, sum floksfelagarnir vildu hava meg at gera, bleiv eg aksepterað. Eg føldi meg so einsamalla, at eg valdi at gera, sum tey gjørdu, bara fyri at passa inn.“ Men Lauren fann út av, at viss tú bara gert tað, sum hini siga, endar tað við, at tey stýra tær. Tú hevur uppiborið betri vinir enn tað!
Hvat kanst tú gera? Tú mást halda uppat at vera saman við teimum, sum royna at tvinga teg at gera tað sama sum tey. Tað kann gott vera, at tú missir nakrar vinir, men tú fert at hava tað betri við tær sjálvum, og tú fert sikkurt at fáa nakrar betri vinir – vinir, sum hava góða ávirkan á teg. – Rómbrævið 12:2.
„Ein vinmaður hjá mær, sum eitur Clint, dugir væl at taka góðar avgerðir og at seta seg inn í, hvussu onnur hava tað. Og tað hevur hjálpt mær nógv.“ – Jason, 21.
Set tær sjálvum hesar spurningarnar:
Kann eg finna upp á at broyta klædnastíl, verumáta og annað bara fyri at passa inn?
□ Ja
□ Nei
Kann eg finna upp á at fara við vinfólki inn onkrastaðni, har eg veit, at tað ikki er gott at fara?
□ Ja
□ Nei
Prei: Viss tú svaraði ja upp á spurningarnar, mást tú tosa við foreldrini ella ein annan vaksnan, sum er búgvin. Viss tú ert Jehova vitni, kanst tú eisini fara til ein elsta í samkomuni og biðja hann hjálpa tær.
[Undirgrein]
a Vit gera øll mistøk. (Rómbrævið 3:23) Viss ein vinur særir teg, men kemur og sigur umskylda aftaná, so er gott at minnast til, at „kærleikin fjalir fjøld synda“. – 1. Pætursbræv 4:8.
LYKLAØRINDI
„Vinur er, sum er trúgvari enn bróðir.“ – Orðtøkini 18:24.
PREI
Viss tú fylgir góðum normum, fáa onnur, sum eisini gera tað, hug at vera vinir við teg. Og so fært tú tað besta slagið av vinum!
VISTI TÚ?
Gud ger ikki mannamun, men hann letur ikki hvønn sum helst vera ’gest í sínum tjaldi’. – Sálmur 15:1-5.
HETTA FARI EG AT GERA!
Fyri at fáa góðar vinir fari eg at ․․․․․
Hetta eru nøvnini á nøkrum, sum eru eldri enn eg, og sum eg havi hug at læra betur at kenna: ․․․․․
Í sambandi við hetta evnið fari eg at spyrja foreldrini: ․․․․․
HVAT HELDUR TÚ?
● Hvussu vilt tú helst, at ein vinur skal vera, og hví?
● Hvat kanst tú arbeiða upp á fyri at blíva ein betri vinur?
[Tekstsendurgeving]
„Einaferð tá ið foreldrini søgdu við meg, at eg ikki skuldi vera saman við nøkrum bestemtum vinum, helt eg tað var ordiliga keðiligt, tí teir vóru teir einastu vinirnir, sum eg tímdi at vera saman við. Men seinni skilti eg, at tað vóru góð ráð, tí eg kundi saktans fáa nakrar vinir, sum vóru betri.“ – Cole
[Ramma]
Royn hetta
Tú kanst tosa við foreldrini um vinir. Spyr tey, hvat slag av vinum tey høvdu, tá ið tey vóru á tínum aldri. Angra tey nakað í tí sambandi? Um so er, hvat? Spyr tey, hvat tú kanst gera fyri at sleppa undan teimum trupulleikunum, tey høvdu tá.
Tú kanst bjóða tínum vinum heim, so foreldrini kunnu heilsa upp á teir. Viss tú ikki hevur hug til tað, kanst tú spyrja teg sjálvan: Hvussu ber tað til? Ert tú bangin fyri, at foreldrini hjá tær ikki fara at dáma tínar vinir? Um so er, skalt tú kanska royna at fáa tær nakrar betri vinir.
Tú mást duga væl at lurta. Tað er gott at vísa, at tú hugsar um, hvussu tínir vinir hava tað. – Filippibrævið 2:4.
Tú mást vera fyrigevandi. Vænta ikki, at tínir vinir skulu vera fullkomnir. „Vit snáva jú allir í mongum.“ – Jákupsbrævið 3:2.
Tú mást duga at geva tínum vinum rúm. Tað er ikki neyðugt at vera saman alla tíðina. Sannir vinir skulu nokk vera har fyri teg, tá ið tú hevur brúk fyri tí. – Prædikarin 4:9, 10.
[Mynd]
Viss tú bara gert tað, sum hini siga, endar tað við, at tey stýra tær