Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Skal eg lata meg doypa?

Skal eg lata meg doypa?

KAPITTUL 37

Skal eg lata meg doypa?

Krossa av, hvat er rætt og skeivt:

Dópur er eitt krav, viss tú vilt tæna Jehova.

□ Rætt

□ Skeivt

Høvuðsorsøkin til at lata seg doypa er, at tað hjálpir tær at lata vera við at synda.

□ Rætt

□ Skeivt

Viss tú ert doyptur, so kanst tú eisini blíva frelstur.

□ Rætt

□ Skeivt

Viss tú ikki ert doyptur, so skalt tú ikki standa Gudi til svars fyri tað, sum tú gert.

□ Rætt

□ Skeivt

Viss tínir vinir skulu doypast, merkir tað, at tú eisini ert klárur at blíva doyptur.

□ Rætt

□ Skeivt

VISS tú aktar Gud og gjarna vilt vera vinur við hann, og tú eisini fortelur øðrum um tína trúgv, so er tað heilt natúrligt, at tú hugsar um dóp. Men hvussu kanst tú vita, nær tú ert klárur at lata teg doypa? Fyri at fáa svar upp á henda spurningin, kunnu vit kanna útsagnirnar, sum standa omanfyri.

• Dópur er eitt krav, viss tú vilt tæna Jehova.

Rætt. Jesus segði við lærisveinarnar, at teir skuldu lata seg doypa. (Matteus 28:19, 20) Og Jesus bleiv eisini sjálvur doyptur. Viss tú vilt fylgja Jesusi, mást tú lata teg doypa, tá ið tú ert nóg búgvin til tað. Og tað er eisini øgiliga viktigt, at tú hevur hug til tað.

• Høvuðsorsøkin til at lata seg doypa er, at tað hjálpir tær at lata vera við at synda.

Skeivt. Tá ið tú verður doyptur, vísir tú øðrum, at tú hevur vígt títt lív til Jehova. Og tað er ikki bara ein turrur sáttmáli, sum sigur, hvat tú mást og ikki mást. Nei, tá ið tú vígir teg til Jehova, so skal tað vera, tí tú hevur hug at akta hann.

• Viss tú ert doyptur, so kanst tú eisini blíva frelstur.

Rætt. Bíblian sigur, at tað er umráðandi, at vit lata okkum doypa fyri at blíva frelst. (1. Pætursbræv 3:21) Tað merkir tó ikki, at dópurin automatiskt frelsir og verjir teg. Tú skalt lata teg doypa, tí tú elskar Jehova og hevur hug at tæna honum restina av lívinum. – Markus 12:29, 30.

• Viss tú ikki ert doyptur, so skalt tú ikki standa Gudi til svars fyri tað, sum tú gert.

Skeivt. Í Jákupsbrævinum 4:17 stendur: „Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd“ – líkamikið um hann er doyptur ella ikki. Tá ið tú veitst, hvat er rætt, og veitst, hvat tú vilt við tínum lívi, so hevði tað verið gott, at tú tosaði við foreldrini ella onkran annan vaksnan í samkomuni. Tí tey kunnu geva tær góð ráð um, hvat tú skalt gera fyri at blíva doyptur.

• Viss tínir vinir skulu doypast, merkir tað, at tú eisini ert klárur at blíva doyptur.

Skeivt. Tú skalt ikki lata teg doypa, fyrr enn tú sjálvur hevur hug til tað. (Sálmur 110:3) Tú skalt bara lata teg doypa, viss tú veitst, hvat tað vil siga at vera Jehova vitni, og viss tú ert klárur at taka hesa ábyrgdina á teg. – Prædikarin 5:3, 4.

Dópurin broytir lívið

Tað at lata seg doypa hevur øgiliga nógv gott við sær. Samstundis er tað eisini ein stór ábyrgd, tí tað, sum vit hava lovað Jehova, mugu vit eisini halda.

Ert tú klárur at víga teg til Jehova? Um so er, so fert tú at uppliva eina heilt serliga gleði. Tað, at tú elskar og tænir Jehova, fer at síggjast aftur í mátanum, tú livir upp á. – Matteus 22:36, 37.

LYKLAØRINDI

’Berið fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.’ – Rómbrævið 12:1.

PREI

Tú og tíni foreldur kunnu saman finna onkran í samkomuni, sum kann hjálpa tær at fáa eitt tættari samband við Jehova. – Ápostlasøgan 16:1-3.

VISTI TÚ?

Dópurin er ein týðandi partur av ’merkinum’, sum tú mást hava fyri at blíva frelstur. – Ezekiel 9:4-6.

HETTA FARI EG AT GERA!

Fyri at arbeiða fram ímóti at blíva doyptur vil eg gjarna vita meira um hesar bíbilsku lærurnar: ․․․․․

Í sambandi við hetta evnið fari eg at spyrja foreldrini: ․․․․․

HVAT HELDUR TÚ?

• Hví er tað at blíva doyptur eitt so álvarsligt stig at taka?

• Hví verða summi ung doypt for tíðliga?

• Hví vilja summi ung ikki doypast?

[Tekstsendurgeving]

„Tað, at eg var doypt, hjálpti mær at taka góðar avgerðir og at lata vera við at gera nakað, sum kundi fingið ringar avleiðingar.“– Holly

[Ramma/​Mynd]

Ofta settir spurningar um dóp

Hvat ímyndar dópurin? Tá ið tú verður doyptur, vísir tú, at tað hevur størri týdning fyri teg at gera tað, sum Jehova vil hava teg at gera, enn at gera tað, sum tú sjálvur hevur hug at gera.

Hvat merkir tað at víga sítt lív til Jehova? Tað merkir, at tú lovar Jehova, at tú fert at brúka alt títt lív til at tæna honum og ongum øðrum. (Matteus 16:24) Áðrenn tú verður doyptur, eigur tú at biðja til Jehova og fortelja honum, at tú frá nú av gjarna vilt tæna honum.

Hvat skalt tú gera, áðrenn tú verður doyptur? Tú mást fylgja tí, sum stendur í Bíbliuni, og fortelja øðrum um tína trúgv. Tú mást lesa og kanna Bíbliuna og biðja til Gud fyri at blíva vinur við hann. Tað má vera tú, sum velur at tæna Jehova. Tú mást ikki gera tað, tí onnur noyða teg.

Hvussu gamal skalt tú vera, tá ið tú verður doyptur? Tað hevur ikki so nógv at siga, hvussu gamal tú ert, men tað er øgiliga viktigt, at tú skilur, hvat tað merkir at víga sítt lív til Jehova.

Hvat um tú gjarna vilt doypast, men foreldrini siga, at tú skalt bíða? Kanska vilja tey, at tú í eina tíð skalt vísa, at tú ert nóg búgvin til at blíva doyptur. Tað er gott at lurta eftir teimum og brúka tíðina til at fáa eitt enn tættari samband við Jehova. –1. Sámuelsbók 2:26.

[Ramma]

Uppgávuark

Vilt tú gjarna doypast?

Hugsa um spurningarnar niðanfyri og finn út av, um tú ert klárur at blíva doyptur. Les eisini bíbliuørindini, áðrenn tú svarar spurningunum.

Hvussu vísir tú longu nú, at tú lítur á Jehova?Sálmur 71:5. ․․․․․

Hvussu hevur tú víst, at tú skilur, hvat er rætt og hvat er skeivt?Hebrearabrævið 5:14. ․․․․․

Hvussu ofta biður tú? ․․․․․

Hvat biður tú um, og hvussu vísa tínar bønir, at tú elskar Jehova?Sálmur 17:6. ․․․․․

Hvørji mál hevur tú hug at seta tær í sambandi við tínar bønir? Skriva tey her. ․․․․․

Hvussu ofta lesur tú í Bíbliuni?Josva 1:8. ․․․․․

Hvat lesur tú? ․․․․․

Hvørji mál hevur tú hug at seta tær, so tú kanst fáa meira burtur úr bíbliulesingini? Skriva tey her. ․․․․․

Hvussu gongur í boðanini? (Dugir tú til dømis at forklára øðrum, hvat Bíblian lærir? Vitjar tú fólk aftur, sum hava víst áhuga? Arbeiðir tú upp á at byrja eitt bíbliuskeið?)

□ Ja □ Nei

Ert tú við í boðanini, sjálvt um foreldrini ikki eru við?Ápostlasøgan 5:42.

□ Ja □ Nei

Hvørji mál hevur tú hug at seta tær í sambandi við boðanina? Skriva tey her.2. Timoteusarbræv 2:15. ․․․․․

Ert tú við á øllum møtunum?Hebrearabrævið 10:25. ․․․․․

Hvat gert tú fyri at taka lut í møtunum? ․․․․․

Viss foreldrini lova tær, fert tú so á møti, sjálvt um tey ikki fara?

□ Ja □ Nei

Er tað at akta Jehova virkuliga nakað, sum tú gleðist um?Sálmur 40:9.

□ Ja □ Nei

Minnist tú okkurt dømi um, at tú kláraði at standa ímóti bólkatrýsti?Rómbrævið 12:2. ․․․․․

Hvat gert tú fyri at blíva við at elska Jehova?Judasarbrævið 20, 21. ․․․․․

Fert tú at halda fram at tæna Jehova, sjálvt um foreldrini og vinir halda uppat?Matteus 10:36, 37.

□ Ja □ Nei

[MYND]

Tað er ein týðandi avgerð at lata seg doypa, og tí má mann hugsa seg væl um áðrenn