Lær teg at lesa upp og undirvísa

Hetta heftið kann hjálpa tær at lesa upp og undirvísa betur.

Eitt bræv frá stýrandi ráðnum

Vit undirvísa í tí mest týðandi boðskapinum, sum nakrantíð er givin menniskjum.

VENJING 1

Byrja væl

At byrja ein fyrilestur ella eina samrøðu væl fevnir um tríggjar lutir.

VENJING 2

Tosa natúrligt

Tey, sum lurta, hava lættari við at slappa av og taka ímóti boðskapinum, tá ið tú tosar natúrligt.

VENJING 3

Brúka spurningar

Set góðar spurningar fyri at vekja áhuga og leggja dent á týðandi tankar.

VENJING 4

Legg upp til bíbliuørindi

Hvussu kanst tú vekja áhuga fyri einum bíbliuørindi, áðrenn tú lesur tað?

VENJING 5

Rættur upplestur

At lesa rætt upp hevur stóran týdning, tá ið vit skulu læra onnur um Jehova.

VENJING 6

Ger greitt, hví eitt bíbliuørindi verður brúkt

Tryggja tær, at tey, sum lurta, týðiliga síggja sambandið millum bíbliuørindið og tankan, tú vilt hava fram.

VENJING 7

Neyvar og sannførandi upplýsingar

Neyvar og sannførandi upplýsingar kunnu hjálpa teimum, sum lurta, at koma til røttu niðurstøðuna.

VENJING 8

Brúka myndir í undirvísingini

Ger undirvísingina betri við einføldum myndum, sum tala til fólk og læra tey týðandi sannleikar.

VENJING 9

Brúka visuelt tilfar

Brúka visuelt tilfar, so týðandi tankar gerast greiðari og lættari at minnast.

VENJING 10

Variera røddina

Fá meiningina fram, og vek kenslur við at variera styrkina, tónaleguna og ferðina, tá ið tú tosar.

VENJING 11

Ver eldhugaður

Tá ið tú ert eldhugaður, vísir tú, at tú trýrt upp á tað, sum tú sigur, og tá verður tað áhugavert at lurta eftir tær.

VENJING 12

Ver inniligur og vís samkenslu

Lat tað hoyrast á tær, at tú veruliga leggur í tey, sum lurta.

VENJING 13

Ger greitt, hvussu upplýsingarnar kunnu brúkast

Hjálp teimum, sum lurta, at skilja, hví evnið er viðkomandi hjá teimum, og vís, hvussu tey kunnu brúka tað, tey læra.

VENJING 14

Legg dent á høvuðspunktini

Ger tað lætt hjá teimum, sum lurta, at fylgja við, og vís, hvussu hvørt høvuðspunkt passar til heitið á fyrilestrinum og endamálið við honum.

VENJING 15

Ver sannførandi

Vís, at tú veruliga trýrt upp á tað, sum tú sigur, og at tað hevur týdning.

VENJING 16

Ver uppbyggjandi og positivur

Royn at styrkja tey, sum lurta, heldur enn at kritisera. Vís á sannleikarnar í Guds orði.

VENJING 17

Ger tað lætt at skilja

Hjálp teimum, sum lurta, at skilja tað, sum tú tosar um. Forklára høvuðstankar stutt og greitt.

VENJING 18

Ger tað upplýsandi og læruríkt

Set gongd á tankarnar hjá teimum, sum lurta, og hjálp teimum at fáa nakað burturúr.

VENJING 19

Nem hjartað

Royn at fáa tey, sum lurta, at elska Gud og hansara orð, Bíbliuna.

VENJING 20

Enda væl

At enda ein fyrilestur ella eina samrøðu væl kann hjálpa teimum, sum lurta, at taka tað til sín, sum tey hava hoyrt, og at brúka tað í sínum lívi.

Tíni framstig

Her kanst tú skriva tey framstigini, sum tú hevur gjørt í sambandi við at lesa upp og undirvísa.

Tær dámar kanska eisini hetta

VIDEORØÐIR

Lær teg at lesa upp og undirvísa – video

Tú kanst læra at lesa upp fyri øðrum og at undirvísa betur.