Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 15

Ver sannførandi

Ver sannførandi

Ápostlasøgan 18:4

Í STUTTUM: Vís, at tú veruliga trýrt upp á tað, sum tú sigur, og at tað hevur týdning.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Fyrireika teg væl. Kanna tilfarið so væl, at tú skilur, hvørjir høvuðstankarnir eru, og hvussu bíbliuørindini stuðla upp undir teir. Royn við fáum orðum at forklára høvuðstankarnar. Hugsa um, hvussu tilfarið kann gagna teimum, sum skulu lurta. Bið um heilagan anda.

  • Brúka orð, sum vísa, at tú ert sannførdur. Tosa við egnum orðum, heldur enn at brúka akkurát tær orðingarnar, sum standa í lesnaðinum. Orða teg soleiðis, at eingin ivi er um, at tú veruliga trýrt upp á tað, sum tú sigur.

  • Vís, at tú meinar tað av hjarta. Tosa nóg hart, og hav eygnasamband við tey, sum lurta.