VENJING 17
Ger tað lætt at skilja
HVUSSU GERT TÚ?
-
Kanna tilfarið væl. Tryggja tær, at tú skilur evnið so væl, at tú kanst greiða frá tí við egnum orðum og gera tað einfalt.
-
Brúka stuttar setningar og einfaldar orðingar. Viðhvørt kann tað vera neyðugt at brúka longri setningar, men tá ið tú skalt forklára høvuðstankar, mást tú orða teg stutt og greitt.
-
Forklára ókendar orðingar. Royn at lata vera við at brúka orðingar, sum fólk ikki kenna. Noyðist tú at brúka eina ókenda orðing, mást tú forklára hana. Tað sama er galdandi, um tú skalt vísa til ein bíbilskan persón, eina mátieind ella ein sið, sum fólk ikki kenna so væl.