VENJING 3
Brúka spurningar
Matteus 16:13-16
Í STUTTUM: Set góðar spurningar fyri at gera tey, sum lurta, forvitin, fyri at fáa tey at hugsa nærri um eitt evni og fyri at leggja dent á týðandi tankar.
HVUSSU GERT TÚ?
-
Gev teimum, sum lurta, hug at læra meira. Set spurningar, sum gera fólk forvitin og fáa tey at hugsa.
-
Fá tey, sum lurta, at hugsa nærri um eitt evni. Set eina røð av spurningum, sum hjálpa teimum, ið lurta, at koma til eina skilagóða niðurstøðu.
-
Legg dent á týðandi tankar. Set ein forvitnisligan spurning, sum leggur upp til ein høvuðstanka. Brúka spurningar til at taka samanum, tá ið tú hevur viðgjørt ein týðandi tanka, ella tá ið tú endar fyrilesturin ella samrøðuna.