Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 5

Rættur upplestur

Rættur upplestur

1. Timoteusarbræv 4:13

Í STUTTUM: Les akkurát tað, sum stendur.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Fyrireika teg væl. Hugsa um, hví teksturin er skrivaður. Øva teg at lesa bólkar av orðum, heldur enn at lesa eitt orð í senn. Ansa eftir, at tú ikki leggur orð aftrat, loypur nakað um ella skiftir nøkur orð út. Hav teknsetingina í huga, eitt nú komma, punktum og spurnartekn.

  • Úttala hvørt orð rætt. Veitst tú ikki, hvussu eitt orð skal úttalast, kanst tú til dømis finna tað í eini orðabók ella biðja ein, sum dugir væl at lesa, hjálpa tær.

  • Les týðiliga. Ger tær ómak at úttala orðini væl. Hetta gert tú best, um tú lyftir høvdið og letur munnin væl upp. Royn at fáa øll stavilsi við.