Eitt bræv frá stýrandi ráðnum
„Verið lærarar.“ (Hebr. 5:12) At hugsa sær! Jehova, besti lærarin í alheiminum, biður okkum læra onnur um hann! At læra onnur sannleikan um Jehova, antin tað er í familjuni, í samkomuni ella í boðanini, er ein dýrabarur framíhjárættur og ein stór ábyrgd. Hvussu klára vit tað?
Svarið er at finna í tí, sum Paulus skrivaði til Timoteus: „Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni.“ Hann legði aftrat: „Táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.“ (1. Tim. 4:13, 16) Tú hevur ein lívbjargandi boðskap at bera øðrum. Tí er tað umráðandi, at tú alla tíðina roynir at betra tín upplestur og tína undirvísing. Hetta heftið kann hjálpa tær. Her eru nøkur dømi um, hvussu tað er bygt upp:
Á hvørjari síðu er ein tilvísing til eitt bíbliuørindi, sum vísir á eina bíbilska meginreglu ella eitt dømi, ið hevur samband við venjingina.
Eingin lærari er sum Jehova. (Job 36:22) Hóast heftið kann hjálpa tær at betra tín upplestur og tína undirvísing, mást tú ongantíð gloyma, at boðskapurin kemur frá Jehova, og at tað er hann, sum dregur fólk til sín. (Jóh. 6:44) Tí mást tú ofta biðja um heilagan anda og brúka Bíbliuna dúgliga. Vís altíð á, hvat Jehova hugsar, ikki hvat tú sjálvur heldur. Royn at fáa tey, tú undirvísir, at elska Jehova av hjarta.
At tú sleppur at undirvísa í tí mest týðandi boðskapinum, sum nakrantíð er givin menniskjum, er ein stórur framíhjárættur. Vit eru vísir í, at tað fer at eydnast tær at undirvísa væl, um tú lítur á ’kraftina, sum Gud gevur’. – 1. Pæt. 4:11.
Felagar tínir í tænastuni
Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum