KAPITTUL 5
Størsta gávan frá Gudi
1, 2. (a) Nær heldur tú, at ein gáva er góð? (b) Hví er loysigjaldið tann størsta gávan frá Gudi?
HVAT er tann besta gávan, tú nakrantíð hevur fingið? Tá ið ein gáva ger teg glaðan, ella tú fært nakað, sum tú veruliga hevur brúk fyri, verður tú takksamur.
2 Gud hevur givið okkum nógvar góðar gávur, men ein av gávunum er nakað heilt serligt. Og tað er eisini hesi gávuni, vit hava allarmest brúk fyri. Gud gav sín son, Jesus Kristus, sum eitt loysigjald, fyri at vit kunnu fáa ævigt lív. (Les Matteus 20:28.) Henda gávan vísir, at Jehova elskar okkum ómetaliga nógv.
HVAT ER LOYSIGJALDIÐ?
3. Hví verða vit gomul og doyggja?
3 Jehova hevur syrgt fyri einum loysigjaldi, sum bjargar menniskjum undan synd og deyða. (Efesusbrævið 1:7) Hví var tað neyðugt? Fyri at fáa svar upp á tað mugu vit finna út av, hvat hendi í urtagarðinum Eden fyri fleiri túsund árum síðani. Tey fyrstu menniskjuni, Ádam og Eva, gjørdu uppreistur ímóti Jehova og syndaðu, og sum frá leið doyðu tey. Vit hava arvað syndina frá teimum, og tí verða vit eisini gomul og doyggja. – Les endagrein 9.
4. Hvat gav Jehova Ádami?
4 Tá ið Jehova skapti tann fyrsta mannin, Ádam, gav hann honum nakað, sum hevði øgiliga stórt virði – lív Lukas 3:38) Jehova tosaði ofta við hann. Hann segði við Ádam, hvat hann væntaði av honum og gav honum eisini nakað áhugavert at gera. – 1. Mósebók 1:28-30; 2:16, 17.
sum fullkomið menniskja. Hann var altso fullkomin, bæði sálarliga og kropsliga. Hann skuldi ongantíð blíva sjúkur, gamal ella doyggja. Av tí at Jehova hevði skapt Ádam, var hann sum ein pápi fyri hann. (5. Hvat merkir tað, at Ádam bleiv skaptur „í bílæti Guds“?
5 Ádam bleiv skaptur „í bílæti Guds“. (1. Mósebók 1:27) Tað merkir, at hann hevði somu eginleikar sum Jehova, millum annað kærleika, vísdóm, rættvísi og kraft. Ádam fekk eisini ein frían vilja og varð altso ikki skaptur sum ein robottur. Hann kundi velja at gera tað, sum var rætt ella skeivt. Um Ádam hevði valt at gera, sum Jehova segði, hevði hann kunnað livað um ævir á jørðini.
6. Hvat misti Ádam, tá ið hann gjørdi uppreistur ímóti Gudi? Hvussu ávirkar tað okkum?
6 Ádam mátti gjalda ein sera høgan prís fyri sín uppreistur ímóti Gudi. Hann misti sítt serliga samband við Jehova, sítt fullkomna lív og sítt vakra heim í paradísinum. Og at enda doyði hann. (1. Mósebók 3:17-19) Ádam og Eva valdu at seta seg upp ímóti Gudi, og tí høvdu tey ikki longur vón um at liva í allar ævir. Orsakað av tí Ádam gjørdi, ’kom syndin inn í heimin, og deyðin við syndini, og soleiðis trongdi deyðin ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu’. (Rómbrævið 5:12) Tá ið Ádam syndaði, ’seldi’ hann seg sjálvan og allar sínar eftirkomarar til at vera trælir undir synd og deyða. (Rómbrævið 7:14) Hava vit so nakra vón? Ja, og tað er har, loysigjaldið kemur inn í myndina.
7, 8. Hvat er eitt loysigjald?
7 Hvat er eitt loysigjald? Eitt loysigjald er tann prísurin, sum verður goldin fyri at lata onkran leysan. Sambært Bíbliuni kann eitt loysigjald eisini vera tann prísurin, sum fullkomiliga dekkar kostnaðin fyri ein skaða.
8 Einki menniskja kundi rindað fyri tann ómetaliga stóra skaðan, sum Ádam var atvold til, tá ið hann syndaði og gav okkum deyðan í arv. Men Jehova syrgdi fyri, at vit kundu blíva bjargað undan synd og deyða. Latið okkum kanna eitt sindur meira um loysigjaldið og vita, hvussu tað kann gagna okkum.
HVUSSU SYRGDI JEHOVA FYRI LOYSIGJALDINUM?
9. Hvussu kundi loysigjaldið rindast?
9 Eingin av okkum kundi nakrantíð rindað prísin fyri tað fullkomna lívið, sum Ádam misti. Hví ikki? Tí vit eru øll ófullkomin. (Sálmur 49:8, 9) Tað, sum skuldi til, var eitt annað fullkomið mannalív. (1. Timoteusarbræv 2:6) Loysigjaldið mátti hava sama virði sum tað lívið, Ádam misti.
10. Hvussu syrgdi Jehova fyri loysigjaldinum?
10 Hvussu syrgdi Jehova fyri loysigjaldinum? Hann sendi sín elskaða son, Jesus, niður á jørðina. Hesin sonurin var tann fyrsti, sum Jehova skapti. (1. Jóhannesarbræv 4:9, 10) Jesus var villigur at fara frá faðir sínum og lívinum, hann hevði í himli. (Jóhannes 16:28) Jehova flutti lívið hjá Jesusi úr himli til lívmóðurina hjá Mariu, og soleiðis bleiv Jesus føddur sum eitt fullkomið menniskja, uttan synd. – Lukas 1:35.
11. Hvussu kundi eitt menniskja vera loysigjald fyri øll menniskju?
Rómbrævið 5:19; 1. Korintbræv 15:45.) Hansara fullkomna lív kundi brúkast til at beina fyri deyðanum og geva øllum eftirkomarunum hjá Ádami møguleika fyri at fáa ævigt lív. – 1. Korintbræv 15:21, 22.
11 Tá ið Ádam var ólýðin ímóti Jehova, gav hann øllum menniskjum deyðan í arv. Men øll vón var ikki úti. Jesus, sum ongantíð syndaði, gav sítt fullkomna lív sum loysigjald. (Les12. Hví var tað neyðugt, at Jesus skuldi ígjøgnum so nógva pínu?
12 Bíblian sigur okkum, hvussu nógv Jesus mátti ígjøgnum, áðrenn hann doyði. Hann bleiv húðflongdur, negldur á ein steyra og leið ein drúgvan og pínufullan deyða. (Jóhannes 19:1, 30; Ápostlasøgan 10:39) Hví var tað neyðugt, at Jesus skuldi ígjøgnum so nógva pínu? Tí Satan hevði pástaðið, at einki menniskja fór at vera trúfast móti Gudi undir ógvisligum royndum. Men Jesus prógvaði, at eitt fullkomið menniskja kann vera trúfast móti Jehova, sjálvt undir sera ógvisligum umstøðum. Hugsa tær, hvussu stoltur Jehova var av Jesusi! – Orðtøkini 27:11; les endagrein 15.
13. Hvussu bleiv loysigjaldið goldið?
13 Hvussu bleiv loysigjaldið goldið? Í ár 33, tann 14. nisan eftir jødiska kalendaranum, loyvdi Jehova, at Jesus bleiv dripin av sínum fíggindum. (Hebrearabrævið 10:10) Tríggjar dagar seinni fekk Jesus lívið aftur, ikki sum eitt menniskja, men sum ein andaskapningur. Loysigjaldið var tó ikki goldið, fyrr enn Jesus kom aftur til himmals og gav Jehova virðið av sínum fullkomna mannalívi. Hann gav altso rættin at liva sum eitt fullkomið menniskja á jørðini frá sær, so Jehova kundi geva eftirkomarunum hjá Ádami henda rættin. (Hebrearabrævið 9:24) Nú tá ið loysigjaldið er goldið, hava vit møguleika at verða bjargað undan synd og deyða. – Les Rómbrævið 3:23, 24.
HVUSSU KANN LOYSIGJALDIÐ GAGNA OKKUM?
14, 15. Hvat mugu vit gera fyri at fáa fyrigeving?
14 Størsta gávan frá Gudi gagnar okkum longu nú. Latið okkum vita, hvussu hon ger tað, og hvussu hon fer at gera tað í framtíðini.
15 Vit kunnu fáa fyrigeving. Tað er ikki altíð lætt at gera tað rætta. Av og á siga og gera vit nakað, sum er skeivt. Hvussu fáa vit fyrigeving? Vit mugu veruliga angra tað skeiva, vit hava gjørt, og biðja til Jehova um fyrigeving. Tá kunnu vit vera vís í, at hann fyrigevur okkum. – Kolossebrævið 1:13, 14; 1. Jóhannesarbræv 1:8, 9.
16. Hvat mugu vit gera fyri at hava góða samvitsku?
16 Vit kunnu hava góða samvitsku. Tá ið vit hava gjørt nakað skeivt, kunnu vit fáa ringa samvitsku og enntá føla, at vit einki nytta. Men vit mugu ikki missa mótið. Biðja vit Jehova um fyrigeving, kunnu vit vera vís í, at hann lurtar og gjarna vil fyrigeva okkum. (Hebrearabrævið 9:13, 14) Jehova vil, at vit skulu tosa við hann um tað, sum vit hava at stríðast við. (Hebrearabrævið 4:14-16) Tá ið vit gera tað, fáa vit eitt gott samband við hann.
17. Hvat er møguligt, av tí at Jesus doyði fyri okkum?
17 Vit hava vón um ævigt lív. „Lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.“ (Rómbrævið 6:23) Av tí at Jesus doyði fyri okkum, hava vit møguleika at liva og hava góða heilsu í allar ævir. (Opinberingin 21:3, 4) Men hvat skulu vit gera fyri at sleppa at uppliva tað?
ERT TÚ TAKKSAMUR FYRI LOYSIGJALDIÐ?
18. Hvussu vita vit, at Jehova elskar okkum?
18 Hvussu hevur tú tað, tá ið onkur gevur tær eina gávu? Loysigjaldið er tann størsta gávan av øllum, og vit eiga at vera sera takksom fyri hesa gávuna. Í Jóhannes 3:16 stendur: „So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna.“ Ja, Jehova elskar okkum so nógv, at hann ofraði sín son fyri okkara skyld. Og vit vita, at Jesus eisini elskar okkum, tí hann var villigur at doyggja fyri okkum. (Jóhannes 15:13) Loysigjaldið sannførir okkum um, at bæði Jehova og Jesus elska okkum. – Galatiabrævið 2:20.
19, 20. (a) Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri tað, sum Jehova hevur gjørt? (b) Hvussu kunnu vit vísa trúgv á loysigjaldið?
19 Jehova hevur víst, at hann elskar okkum. Men hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri tað, sum hann hevur gjørt? Vit kunnu læra meira um Jehova og blíva hansara vinir. (Jóhannes 17:3) Betur vit læra hann at kenna, tættari samband fáa vit við hann. Og tann besti mátin at læra meira um Jehova er at halda fram at kanna Bíbliuna. – 1. Jóhannesarbræv 5:3.
20 Vís trúgv á loysigjaldið. Bíblian sigur: „Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív.“ (Jóhannes 3:36) Hvat liggur í tí at trúgva? Tað vil siga, at vit gera tað, sum Jesus lærdi okkum at gera. (Jóhannes 13:15) Tað er altso ikki nokk bara at siga, at vit trúgva á Jesus. Fyri at fáa gagn av loysigjaldinum, mugu vit eisini vísa okkara trúgv í verki. Í Jákupsbrævinum 2:26 lesa vit: „Trúgvin [er] deyð uttan verk.“
21, 22. (a) Hví skulu vit vera við á minningarhøgtíðini á hvørjum ári? (b) Hvat fáa vit at vita í 6. og 7. kapitli?
21 Ver við á minningarhøgtíðini. Kvøldið fyri at Jesus doyði, segði hann, at vit skuldu halda eina høgtíð til minni um hansara deyða. Eina ferð um árið halda vit hesa minningarhøgtíðina, sum eisini verður rópt „kvøldmáltíð Harrans“. (1. Korintbræv 11:20; Matteus 26:26-28) Jesus vil, at vit skulu minnast, at hann gav sítt fullkomna mannalív sum eitt loysigjald fyri okkum. Hann segði: „Gerið hetta til minni um Meg!“ (Les Lukas 22:19.) Tá ið tú ert við á minningarhøgtíðini, vísir tú, at tú ert takksamur fyri loysigjaldið og tann stóra kærleikan, sum Jehova og Jesus hava víst okkum. – Les endagrein 16.
22 Vit kunnu ikki fáa nakra størri gávu enn loysigjaldið. (2. Korintbræv 9:14, 15) Henda gávan kann enntá gagna teimum, sum eru deyð. Í 6. og 7. kapitli fáa vit at vita, hvussu tað kann lata seg gera.