Høvuðspartur 3 endurtøka
Práta um hesar spurningarnar:
Les Orðtøkini 27:11.
Hví vilt tú gjarna verða trúfastur ímóti Jehova?
(Hygg í part 34.)
Hvussu kanst tú taka góðar avgerðir, sjálvt um eingin greið regla er í Bíbliuni?
(Hygg í part 35.)
Hvussu kanst tú vera erligur í øllum?
(Hygg í part 36.)
Les Matteus 6:33.
Hvussu kanst tú søkja Guds ríki fyrst, tá ið talan er um arbeiði og pengar?
(Hygg í part 37.)
Hvussu kanst tú vísa, at tú hevur somu áskoðan á lívið, sum Jehova hevur?
(Hygg í part 38.)
Les Ápostlasøguna 15:29.
Hvussu kanst tú fylgja boðunum frá Jehova um blóð?
Heldur tú, at hansara boð eru rímilig?
(Hygg í part 39.)
Les 2. Korintbræv 7:1.
Hvat vil tað siga at vera reinur upp á allar mátar?
(Hygg í part 40.)
-
Hvat sigur Bíblian um sex? Hvat heldur tú um tað?
Hvat sigur Bíblian um alkohol?
(Hygg í partarnar 41 og 43.)
Les Matteus 19:4-6, 9.
Hvørjar normar hevur Gud ásett fyri hjúnabandið?
Hví eiga vit at skráseta hjúnaband og hjúnaskilnað hjá myndugleikunum?
(Hygg í part 42.)
Hvørjar høgtíðir og veitslur dámar Jehova ikki, og hví?
(Hygg í part 44.)
Les Jóhannes 17:16 og Ápostlasøguna 5:29.
Hvat kanst tú gera fyri at vera uttanveltaður?
Hvat gert tú, viss ein verðslig lóg stríðir ímóti Guds lóg?
(Hygg í part 45.)
Les Markus 12:30.
Hvussu kanst tú vísa, at tú elskar Jehova?
(Hygg í partarnar 46 og 47.)