Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 05

Bíblian er Guds boðskapur til okkara

Bíblian er Guds boðskapur til okkara

Jehova hevur givið okkum eina fantastiska gávu, Bíbliuna. Hon er býtt upp í 66 smærri bøkur. Men tú hugsar kanska: Hvussu fingu vit Bíbliuna? Hvør er høvundurin? Hví er Bíblian nakað serligt? Tað fáa vit svar upp á í hesum partinum.

1. Hví kunnu vit siga, at Bíblian er frá Gudi, tá ið tað vóru menn, sum skrivaðu hana?

Okkurt um 40 menn skrivaðu bøkurnar í Bíbliuni. Tann fyrsta bókin bleiv skrivað fyri umleið 3.500 árum síðani, og tann síðsta bókin fyri umleið 1.900 árum síðani. Og teir, sum skrivaðu, høvdu sera ymiska bakgrund. Men allíkavæl hongur alt í Bíbliuni væl saman. Hvussu ber tað til? Tí tað er Gud, sum er høvundurin. (Les 1. Tessalonikabræv 2:13.) Menninir skrivaðu nemliga ikki sínar egnu tankar. Nei, teir ’talaðu drivnir av heilaga andanum’. a (2. Pætursbræv 1:21) Gud gav altso monnunum íblástur við sínum heilaga anda, ella ávirkaði teir, so teir skrivaðu hansara tankar niður. – 2. Timoteusarbræv 3:16.

2. Hvør hevur møguleika at lesa Bíbliuna?

Fólk úr ’øllum tjóðum, ættum og tungumálum’ hava møguleika at hoyra tey góðu tíðindini, sum standa í Bíbliuni. (Les Opinberingina 14:6.) Gud hevur syrgt fyri, at Bíblian er blivin umsett til fleiri mál enn nøkur onnur bók. Líkamikið hvar fólk búgva, ella hvat mál tey tosa, hava næstan øll møguleika fyri at lesa í Bíbliuni.

3. Hvussu hevur Jehova syrgt fyri, at vit hava Bíbliuna enn í dag?

Bíblian varð skrivað á tilfar, ið ikki helt sær so væl, sum til dømis skinn og papýrus. Men nakrir menn, sum elskaðu Bíbliuna, gjørdu sær stóran ómak at skriva hana av fyri at varðveita hana. Nakrir stjórnarleiðarar og trúarleiðarar royndu at beina fyri Bíbliuni, men onnur vóru villig at seta sítt lív í váða fyri at verja hana. Jehova hevur ikki latið nakran ella nakað forðað sær í at fortelja okkum um sínar ætlanir. Bíblian sigur: ’Guds orð stendur fast til ævigar tíðir!’Esaias 40:8.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvussu Gud læt menn skriva Bíbliuna, hvussu hann hevur vart hana og syrgt fyri, at so at siga øll menniskju kunnu lesa í henni.

4. Bíblian sigur, hvør høvundurin er

Hygg at VIDEONUM. Les 2. Timoteusarbræv 3:16, og tosa um spurningarnar.

  • Hví rópa vit Bíbliuna Guds orð, tá ið tað vóru menn, sum skrivaðu hana?

  • Hvussu syrgdi Gud fyri, at bíbliuskrivararnir skrivaðu hansara tankar niður? Og heldur tú, at vit kunnu trúgva tí?

Akkurát sum ein skrivari skrivar tankarnar hjá onkrum øðrum niður, so hava teir, sum skrivaðu Bíbliuna, skrivað tankarnar hjá Gudi niður

5. Bíblian hevur yvirlivað nógv álop

Av tí at Bíblian er frá Gudi, hevur hann syrgt fyri, at hon er blivin varðveidd fram til okkara tíð. Upp gjøgnum søguna hava menn, sum hava havt stórt vald, roynt at beina fyri Bíbliuni. Og prestar og aðrir vildu ikki lata vanlig fólk lesa í henni. Men nógv hava kortini sett lívið í váða fyri at verja Bíbliuna. Ein maður, sum var villigur at gera tað, var William Tyndale. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvat hava summi gjørt fyri at verja Bíbliuna? Fært tú hug at lesa meira í henni nú, og hví?

Les Sálm 119:97, og tosa um henda spurningin:

  • Hví hava nógv sett lívið í váða fyri at umseta og útbreiða Bíbliuna?

6. Ein bók, sum øll kunnu brúka

Bíblian er tann mest umsetta og útbreidda bókin nakrantíð. Les Ápostlasøguna 10:34, 35, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hví vil Gud, at so nógv fólk sum gjørligt skulu hava møguleika at lesa í Bíbliuni?

  • Hvat dámar tær væl við Bíbliuni?

Næstan

øll

í heiminum

hava møguleika fyri at lesa Bíbliuna á einum máli, tey skilja

Bíblian er tøk á meira enn

3.000

málum,

øll sum hon er ella partar av henni

Roknað verður við, at Bíblian er prentað í

5.000.000.000

eintøkum, og tað er nógv meira enn nøkur onnur bók

NØKUR SIGA: „Bíblian er bara ein gomul bók, sum menniskju hava skrivað.“

  • Hvat heldur tú?

  • Hvat vísir, at Bíblian er Guds orð?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Bíblian er Guds orð, og hann hevur syrgt fyri, at so at siga øll menniskju hava møguleika at lesa í henni.

Greið frá

  • Hvat merkir tað, at Gud gav monnum íblástur at skriva Bíbliuna?

  • Hvat heldur tú er spennandi við Bíbliuni?

  • Hvat hugsar tú um Gud, nú tá ið tú veitst, at hann hevur gjørt so nógv, fyri at tú kanst lesa í Bíbliuni?

Mál

HYGG AT HESUM

Søgan hjá Bíbliuni – frá upprunahandritunum til nútíðar bíbliuumsetingar.

„Hvussu hevur Bíblian yvirlivað fram til okkara tíð?“ (Vaknið! november 2007)

Hvussu hevur Bíblian yvirlivað, hóast fleiri hóttanir?

„Bíblian hevur yvirlivað allar hóttanir“ (Vakttornið nr. 4 2016)

Hvønn vanda settu nakrir menn seg í fyri at umseta Bíbliuna?

Teir virðismettu Bíbliuna (14:26)

Bíblian er ofta blivin avskrivað og umsett. Hvussu kunnu vit vera vís í, at tað, sum stendur í henni, ikki er broytt?

„Er Bíblian broytt?“ (netgrein)

a Í parti 07 verður forklárað, at heilagi andin er Guds virksama kraft.