PARTUR 06
Hvussu byrjaði lívið?
Bíblian sigur, at Gud „hevur skapt alt“. (Opinberingin 4:11) Trýrt tú upp á tað? Nøkur halda, at lívið er komið av sær sjálvum. Viss tað passar, so eru vit bara her av tilvild. Men um tað er Jehova Gud, sum hevur skapt lívið, man hann so ikki hava eina ætlan við okkum? a Latið okkum kanna, hvussu Bíblian sigur, at lívið byrjaði, og hví vit kunnu trúgva tí, sum hon sigur.
1. Hvussu bleiv alheimurin til?
Bíblian sigur: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.“ (1. Mósebók 1:1) Næstan øll vísindafólk eru samd um, at alheimurin hevur eina byrjan. Hvussu skapti Gud hann? Hann brúkti sína virksomu kraft, altso sín heilaga anda, til at skapa alt í alheiminum, til dømis stjørnubreytir, stjørnur og gongustjørnur. – 1. Mósebók 1:2.
2. Hví skapti Gud jørðina?
Í Bíbliuni stendur, at Jehova ’ikki skapti jørðina til at liggja í oyði, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana’. (Esaias 45:18) Hann syrgdi fyri, at jørðin bleiv eitt gott stað hjá menniskjunum at vera, og at vit kundu búgva á henni í allar ævir. (Les Esaias 40:28; 42:5.) Vísindafólk siga, at jørðin er nakað heilt serligt. Tey hava ikki funnið nakra aðra gongustjørnu, sum menniskju kunnu liva á.
3. Hvør munur er á menniskjum og djórum?
Tá ið Jehova hevði gjørt jørðina, skapti hann plantur og djór. Aftan á tað stendur, at hann ’skapti menniskjuna í bílæti Sínum’. (Les 1. Mósebók 1:27.) Hvussu eru vit menniskju øðrvísi enn djórini? Tað eru bara vit, sum eru skapt í Guds bílæti, og tí kunnu vit millum annað vísa kærleika og rættvísi. Gud hevur eisini skapt okkum soleiðis, at vit eru før fyri at læra fleiri mál, at gleðast um tónleik og um tað, sum er vakurt. Og vit eru eisini før fyri at læra okkara skapara at kenna, men tað eru djórini ikki.
LÆR MEIRA
Í hesum brotinum fara vit at kanna prógvini fyri, at lívið bleiv skapt, og at tað er skilagott at trúgva upp á tað, sum Bíblian sigur um skapanina. Vit fara eisini at kanna, hvat tað, sum vit menniskju eru før fyri at gera, lærir okkum um Gud.
4. Lívið bleiv skapt
Tá ið menniskju framleiða ymiskt, fáa tey ofta íblástur úr náttúruni, og tey fáa alla æruna fyri tað. Men hvør eigur at fáa rós og æru fyri sjálva náttúruna? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.
-
Hvat hava menniskju framleitt við íblástri úr náttúruni?
Øll hús eru teknað og bygd av onkrum. Men hvør hevur teknað og bygt alt, sum er í náttúruni? Les Hebrearabrævið 3:4, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvat í náttúruni hugtekur teg?
-
Er tað skilagott at trúgva, at alheimurin og alt í honum er skapt? Hví heldur tú tað?
Visti tú?
Greinar og video um hetta evnið eru at finna á jw.org í hesum greinarøðunum „Tilvild ella tilevning?“ og „Hugleiðingar um lívsins uppruna“.
’Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum hevur gjørt alt, er Gud.’
5. Tað er skilagott at trúgva upp á tað, sum Bíblian sigur um skapanina
Í 1. Mósebók, kapittul 1, sigur Bíblian, hvussu jørðin og alt lív á henni bleiv til. Passar frásøgan ella er tað bara ein myta? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.
-
Lærir Bíblian, at jørðin og alt lív á henni bleiv skapt upp á seks dagar við 24 tímum?
-
Heldur tú, at tað er skilagott at trúgva upp á tað, sum Bíblian sigur um skapanina? Hví, ella hví ikki?
Les 1. Mósebók 1:1, og tosa um hetta:
-
Vísindafólk siga, at alheimurin hevur eina byrjan. Hvussu samsvarar hetta við tað, sum tú akkurát hevur lisið í Bíbliuni?
Nøkur spekulera upp á, um Gud brúkti menning til at skapa lív. Les 1. Mósebók 1:21, 25, 27, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Lærir Bíblian, at Gud fyrst gjørdi eina einfalda livandi veru, sum hann síðani læt menna seg til fiskar, súgdjór og menniskju? Ella skapti hann øll tey grundleggjandi sløgini av lívi? b
6. Menniskjuni eru nakað heilt serligt
Vit eru nógv øðrvísi enn djórini. Les 1. Mósebók 1:26, og tosa um henda spurningin:
-
Hvat vísir tað okkum um Gud, at vit eru før fyri at vísa kærleika og samkenslu?
NØKUR SIGA: „Tað, sum Bíblian sigur um eina skapan, er bara ein myta.“
-
Hvat heldur tú? Og hví?
HVAT HEVUR TÚ LÆRT?
Jehova hevur skapt alheimin og alt lív.
Greið frá
-
Hvussu bleiv alheimurin til sambært Bíbliuni?
-
Læt Gud tey ymisku sløgini av lívi menna seg frá eini einfaldari livandi veru, ella skapti hann tey?
-
Hvat er heilt serligt við menniskjunum?
HYGG AT HESUM
Náttúran hevur givið menniskjum íblástur til at framleiða nógv snilt.
Ein pápi fortelur soninum, hvussu Gud skapti jørðina.
Samsvarar menning við Bíbliuna?
„Brúkti Gud menning, tá ið hann skapti tey ymisku sløgini av lívi?“ (netgrein)
Bleiv lívið skapt, ella kom tað av tilvild? Hvat vísa steinrenningar og vísindaligar royndir?