Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Eitt bræv frá Stýrandi ráðnum

Eitt bræv frá Stýrandi ráðnum

Til øll, sum elska Jehova!

„Tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar,“ segði Jesus. (Jóhannes 8:32) Hetta eru av sonnum hugalig orð! Ja, tað ber til at skilja sannleikan, sjálvt á hesum torføru ’síðstu døgunum’, har tað er vorðið so vanligt at lúgva og svika. (2 Timoteus 3:1) Minnist tú, tá ið tú á fyrsta sinni varnaðist sannleikan í Guds orði? Var tað ikki ein frálík kensla?

Tað er sera umráðandi at skilja sannleikan væl og at fortelja øðrum um hann, men tað er líka so umráðandi, at vit liva samsvarandi sannleikanum. Skulu vit gera tað, mugu vit halda okkum í kærleika Guds. Hvat ber tað í sær? Nakað, sum Jesus segði kvøldið fyri deyða sín, svarar spurninginum. Hann segði við sínar trúføstu ápostlar: „Halda tit boð Míni, verða tit verandi í kærleika Mínum, eins og Eg havi hildið boð Faðirs Míns og verði verandi í kærleika Hansara.“ – Jóhannes 15:10.

Legg til merkis, at Jesus varð verandi í kærleika Guds, tí hann helt boðini frá Faðir sínum. Tað sama er galdandi fyri okkum í dag. Skulu vit verða verandi í kærleika Guds, mugu vit í gerandisdegnum liva eftir sannleikanum. Hetta sama kvøldið segði Jesus: „Táið tit vita hetta – sælir eru tit, um tit gera tað!“ – Jóhannes 13:17.

Vit vóna inniliga, at henda bókin fer at hjálpa tær at halda fram at liva eftir sannleikanum og soleiðis halda teg „í kærleika Guds“ við útliti til ævigt lív. – Judas 21.

Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum