Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 8

Gud elskar tey, sum eru rein

Gud elskar tey, sum eru rein

„Tú vísir Teg reinan móti hinum reina.“ – SÁLMUR 18:27.

1-3. (a) Hví syrgir ein mamma fyri, at sonur hennara er reinur og nossligur? (b) Hví vil Jehova, at hansara tænarar skulu vera reinir, og hvat eggjar okkum til at halda okkum rein?

EIN mamma ger sonin hjá sær kláran at fara út. Hon syrgir fyri, at hann er væl vaskaður, og at klæðini eru rein og nosslig. Hon veit, at reinføri er umráðandi fyri heilsuna. Hon veit eisini, at útsjóndin hjá soninum sigur nakað um foreldrini.

2 Okkara himmalski Faðir, Jehova, vil, at hansara tænarar skulu vera reinir. Hansara orð sigur: „Tú vísir Teg reinan móti hinum reina.“ * (Sálmur 18:27) Jehova elskar okkum, og hann veit, at tað er til okkara egna besta, at vit eru rein. Hann væntar eisini av okkum, sum eru hansara vitni, at vit geva øðrum eina dámliga mynd av honum. Tá ið vit eru rein og hava góðan atburð, æra vit av sonnum Jehova og hansara heilaga navn heldur enn at vanæra tað. – Ezekiel 36:22; les Fyrra bræv Pæturs 2:12.

3 At vita, at Gud elskar tey, sum eru rein, eggjar okkum til at halda okkum rein. Vit elska Jehova, og tí vilja vit æra hann í øllum. Vit vilja eisini halda okkum í hansara kærleika. Latið okkum tí kanna, hví vit mugu halda okkum rein, hvat tað merkir at vera reinur, og hvussu vit kunnu halda okkum rein. Tað kann vísa okkum, um vit eiga at betra okkum á nøkrum økjum.

HVÍ MUGU VIT HALDA OKKUM REIN?

4, 5. (a) Hvat er týdningarmesta orsøkin til, at vit mugu halda okkum rein? (b) Hvussu sæst reinleikin hjá Jehova týðiliga í hansara sjónliga skapanarverki?

4 Jehova leiðir okkum millum annað við at vera ein fyrimynd. Tí sigur Bíblian, at vit skulu ’verða eftirfylgjarar Guds’. (Efesusbrævið 5:1) Týdningarmesta orsøkin til, at vit mugu halda okkum rein, er, at Jehova Gud, sum vit tilbiðja, er fullkomiliga reinur og heilagur. – Les Triðju Mósebók 11:44, 45.

5 Reinleikin hjá Jehova sæst, eins og nógvir av hansara eginleikum, týðiliga í hansara sjónliga skapanarverki. (Rómbrævið 1:20) Jørðin varð skapt til at vera eitt reint heim hjá menniskjunum. Jehova hevur sett í verk vistfrøðiskipanir, sum reinsa luftina og vatnið. Ávísar smáverur umskapa rusk til óskaðiligt tilfar. Vísindafólk hava gagnnýtt nakrar av hesum svongu smáverunum til at taka upp eftir oljulekum og aðrari dálking, sum er farin fram vegna menniskjans sjálvsøkni og grammleika. Tað er eyðsæð, at reinleiki hevur stóran týdning fyri ’tann, sum skapti jørðina’. (Jeremias 10:12) Reinleiki eigur eisini at hava stóran týdning fyri okkum.

6, 7. Hvussu vísti Móselógin, at tey, sum tilbóðu Jehova, skuldu vera rein?

6 Ein onnur orsøk til, at vit mugu halda okkum rein, er, at Jehova, okkara Fullveldisharri, krevur, at tey, sum tilbiðja hann, eru rein. Í Lógini, sum Jehova gav ísraelsfólki, vóru reinleiki og tilbiðing samantvinnað. Á bótardegnum skuldi høvuðspresturin sambært Lógini vaska sær ikki bara eina ferð, men tvær ferðir. (3 Mósebók 16:4, 23, 24) Prestar, sum gjørdu tænastu, skuldu vaska sær um hendurnar og føturnar, áðrenn teir ofraðu til Jehova. (2 Mósebók 30:17-21; 2 Krønikubók 4:6) Lógin vísti á umleið 70 sløg av bókstavligari óreinsku og aðrari óreinsku, sum gjørdi, at ein ikki kundi taka lut í hátíðarligu tilbiðingini. So leingi ein ísraelsmaður var óreinur, kundi hann ikki taka lut í tilbiðingini, og í ávísum førum hevði tað deyðarevsing við sær, um hann gjørdi tað. (3 Mósebók 15:31) Ein og hvør, sum ikki vildi fylgja ásetingunum um reinføri, eitt nú at vaska sær um kroppin og at vaska klæðini hjá sær, skuldi „oyðast úr samkomuni“. – 4 Mósebók 19:17-20.

7 Sjálvt um vit ikki skulu fylgja Móselógini, hjálpir hon okkum at skilja, hvat Gud heldur um ymiskt. Móselógin vísti týðiliga, at Gud kravdi, at tey, sum tilbóðu hann, vóru rein. Og Jehova er ikki broyttur. (Malakias 3:6) Hann góðtekur bara okkara tilbiðing, um hon er „rein og lýtaleys“. (Jákup 1:27) Tí mugu vit vita, hvat hann væntar av okkum í hesum sambandi.

HVAT MERKIR TAÐ AT VERA REINUR Í GUDS EYGUM?

8. Á hvørjum økjum væntar Jehova, at vit eru rein?

8 Í Bíbliuni sipar reinleiki ikki bert til bókstavligan reinleika. At vera reinur í Guds eygum hevur við allar síður av okkara lívi at gera. Jehova væntar, at vit halda okkum rein á fýra grundleggjandi økjum – andaliga, siðiliga, í okkara tonkum og bókstavliga. Latið okkum kanna, hvat hvørt av hesum økjunum fevnir um.

9, 10. Hvat merkir tað at vera andaliga reinur, og hvørjum halda sonn kristin seg frá?

9 Andaligur reinleiki. Stutt sagt merkir andaligur reinleiki, at sonn tilbiðing ikki verður blandað við falska tilbiðing. Tá ið ísraelsfólk vendu aftur til Jerusalem úr Bábylon, skuldu tey fylgja hesum boðnum frá Gudi: „Farið út haðani, nemið einki óreint! ... Reinsið tykkum!“ (Esaias 52:11) Ísraelsfólk fór fremst av øllum heimaftur, tí tey skuldu endurreisa sonnu tilbiðingina. Og tilbiðingin mátti vera rein. Hon mátti ikki vera dálkað av gudvanærandi lærum, gerðum og siðum úr gudsdyrkanini í Bábylon.

10 Sum sonn kristin mugu vit ansa væl eftir ikki at lata okkum dálka av falskari tilbiðing. (Les Fyrra Korintbræv 10:21.) Vit mugu vera sera varin hesum viðvíkjandi, tí ávirkanin frá følskum átrúnaði er allastaðni. Í nógvum londum hava ymiskar siðvenjur, tiltøk og ritual samband við falskar trúarlærur, eitt nú læruna um, at okkurt innan í okkum livir víðari eftir deyðan. (Prædikarin 9:5, 6, 10) Sonn kristin halda seg frá siðum, sum hava við falskan átrúnað at gera. * Vit lata okkum ikki trýsta til at slaka viðvíkjandi tí, Bíblian hevur ásett um reina tilbiðing. – Ápostlasøgan 5:29.

11. Hvat ber siðiligur reinleiki í sær, og hví er tað lívsneyðugt, at vit halda okkum siðiliga rein?

11 Siðiligur reinleiki. At vera siðiliga reinur ber í sær at halda seg frá øllum slagi av kynsligum siðloysi. (Les Efesusbrævið 5:5.) Tað er lívsneyðugt, at vit halda okkum siðiliga rein. Sum vit fáa at síggja í næsta kapitlinum í hesi bókini, mugu vit flýggja undan kynsligum siðloysi, um vit skulu halda okkum í kærleika Guds. Tey, sum fremja kynsligt siðloysi uttan at angra, „skulu ikki arva ríki Guds“. (1 Korintbræv 6:9, 10, 18) Í Guds eygum eru tey ’viðurstyggilig’. Og gerast tey ikki siðiliga rein, er „lutur teirra ... hin annar deyðin“. – Opinberingin 21:8.

12, 13. Hvat samband er millum hugsanir og gerðir, og hvussu kunnu vit varðveita ein reinan hugsanarhátt?

12 Reinur hugsanarháttur. Hugsanir elva til gerðir. Lata vit skeivar hugsanir festa røtur í okkara sinni og hjarta, er tað ógvuliga sannlíkt, at vit fyrr ella seinni gera okkurt skeivt. (Matteus 5:28; 15:18-20) Men fylla vit okkara sinni við reinum tonkum, eggjar tað okkum til at halda okkara atburð reinan. (Les Filippibrævið 4:8.) Hvussu kunnu vit varðveita ein reinan hugsanarhátt? Eitt, vit kunnu gera, er at sleppa okkum undan øllum undirhaldi, sum kundi dálkað okkara hugsanarhátt. * Haraftrat kunnu vit fylla okkara sinni við reinum tonkum, um vit regluliga kanna Guds orð. – Sálmur 19:9, 10.

13 Skulu vit verða verandi í kærleika Guds, er tað alneyðugt, at vit halda okkum rein andaliga, siðiliga og í tonkunum. Hesar síðurnar av reinleika verða viðgjørdar gjøllari í øðrum kapitlum her í bókini. Latið okkum nú kanna tað fjórða økið, sum er bókstavligur reinleiki.

HVUSSU HALDA VIT OKKUM BÓKSTAVLIGA REIN?

14. Hví er bókstavligur reinleiki ikki bert eitt persónligt mál?

14 Bókstavligur reinleiki fevnir bæði um at halda okkum sjálv rein og alt rundan um okkum. Er slíkur reinleiki eitt persónligt mál, sum onnur ikki skulu blanda seg uppí? Tað er tað ikki hjá teimum, ið tæna Jehova. Sum vit longu hava umrøtt, hevur okkara bókstavligi reinleiki týdning fyri Jehova, ikki bara tí tað gagnar okkum sjálvum, men eisini tí tað hevur ávirkan á, hvat onnur hugsa um hann. Hugsa um myndina fyrst í kapitlinum. Er tað ikki so, at eitt barn, sum altíð er skitið og ófantaliga ílatið, fær okkum at hugsa um, hvørji foreldrini munnu vera? Vit vilja ikki, at nakað í sambandi við okkara útsjónd ella lívshátt skal vanæra okkara himmalska Faðir ella leiða tankarnar burtur frá boðskapinum, vit bera. Guds orð sigur: „Vit eru á ongan hátt til ástoyt – fyri at tænastan skal ikki verða lastað. Nei, í øllum prógva vit okkum sum tænarar Guds.“ (2 Korintbræv 6:3, 4) Men hvussu halda vit okkum bókstavliga rein?

15, 16. Hvat fevnir reinføri um, og hvussu eiga okkara klæði at vera?

15 Okkara persónliga reinføri og útsjónd. Hóast mentan og livikor eru ymisk í nógvum londum, ber vanliga til at finna so mikið av sápu og vatni, at vit kunnu vaska okkum og okkara børnum regluliga. Reinføri fevnir millum annað um at vaska sær um hendurnar við sápu og vatni, áðrenn vit fara at eta ella gera mat, tá ið vit hava verið á vesi, og tá ið vit hava vaskað ella skift blæu á einum pinkubarni. At vaska sær um hendurnar við sápu og vatni kann fyribyrgja sjúku og enntá bjarga lívi. Tað kann forða fyri spjaðing av skaðiligum virusum og bakterium og harvið hjálpa fólki at sleppa undan ymiskari magailsku. Í londum, har húsini vanliga ikki eru bundin í eina kloakkskipan, kann skarn møguliga verða fyribeint við at grava tað niður, eins og tey gjørdu í fortíðar Ísrael. – 5 Mósebók 23:12, 13.

16 Tað er eisini neyðugt, at vit vaska okkara klæði regluliga, so tey eru rein og hampilig. Klæðini hjá okkum nýtast ikki at vera dýr ella nýggjasti móti, men tey skulu vera nosslig, rein og sámilig. (Les Fyrra Timoteusbræv 2:9, 10.) Líkamikið hvar vit eru, vilja vit, at okkara útsjónd skal „prýða læru Guds, Frelsara okkara“. – Titus 2:10.

17. Hví eiga bæði okkara bústaður og tað, vit eiga, at vera reint og nossligt?

17 Okkara bústaður og ognir. Okkara heim er kanska ikki tað vakrasta ella stásiligasta, men tað eigur at vera so reint og nossligt sum gjørligt. Tað sama er galdandi, um vit hava bil, sum vit brúka, tá ið vit skulu á møti og í boðanina. Tá mugu vit eisini syrgja fyri, at hann er reinur bæði innan og uttan. Vit mugu ikki gloyma, at tá ið okkara bústaður og tað, vit eiga, er reint, er tað ein vitnisburður í sjálvum sær. Vit fortelja jú øðrum, at Jehova er ein reinur Gud, at hann fer at „oyða tey, sum oyða jørðina“, og at hansara ríki skjótt fer at umskapa okkara jarðiska heim til eitt paradís. (Opinberingin 11:18; Lukas 23:43) Vit ynskja sjálvandi, at okkara bústaður og ognir skulu vísa øðrum, at vit longu nú hava fingið okkum góðar vanar, sum spegla tann reinleikan, ið fer at vera í komandi nýggja heiminum.

Bókstavligur reinleiki fevnir bæði um at halda okkum sjálv rein og alt rundan um okkum

18. Hvussu kunnu vit vísa, at vit virðismeta okkara ríkissal?

18 Staðið, har vit tilbiðja. Av tí at vit elska Jehova, virðismeta vit okkara ríkissal, sum er staðið, har vit tilbiðja Gud. Tá ið nýggj koma á møti hjá okkum, vilja vit so fegin, at ríkissalurin skal virka dámligur í teirra eygum. Tað er neyðugt, at salurin regluliga verður vaskaður og hildin við líka, so hann altíð er reinur og nossligur. Vit vísa, at vit virðismeta okkara ríkissal, tá ið vit gera okkara til, at hann er reinur og í góðum standi. Tað er ein framíhjárættur, at vit kunnu bjóða okkum til at hjálpa við reingerðini, og eisini tá ið ábøtur skulu gerast í okkara møtisali. (2 Krønikubók 34:10) Somu meginreglur eru galdandi, tá ið vit koma saman í stevnuhøllum ella aðrastaðni, har vit hava fylkis- ella økisstevnur.

VIT MUGU HALDA OKKUM FRÁ ÓREINUM VANUM OG GERÐUM

19. Hvørjum mugu vit halda okkum frá, um vit skulu vera likamliga rein, og hvussu hjálpir Bíblian okkum í hesum sambandi?

19 Skulu vit vera bókstavliga, ella likamliga, rein, mugu vit halda okkum frá óreinum vanum og gerðum, eitt nú royking, alkoholmisnýtslu og vanabindandi evnum, ið ikki verða nýtt sum heilivágur. Bíblian nevnir ikki ítøkiliga allar óreinar og ótespiligar vanar og gerðir, sum síggjast so týðiliga í dag, men hon vísir á meginreglur, sum hjálpa okkum at skilja, hvat Jehova uttan iva heldur um slíkt. Av tí at vit elska Jehova og vita, hvørja áskoðan hann hevur á reinleika, fáa vit hug at gera tað, sum honum dámar. Latið okkum kanna fimm bíbilskar meginreglur.

20, 21. Hvørjum gerðum vil Jehova, at vit halda okkum frá, og hvørja góða grund hava vit til tað?

20 „Táið vit nú hava hesi lyfti, elskaðu míni, so latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta!“ (2 Korintbræv 7:1) Jehova vil, at vit skulu reinsa okkum frá øllum, sum dálkar okkara likam og hevur ringa ávirkan á okkara hugsanarhátt. Tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki verða bundin av nøkrum, sum skaðar okkara likam ella hugsanarhátt.

21 Bíblian gevur okkum góða grund til at „reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein“. Legg til merkis, at Seinna Korintbræv 7:1 leggur fyri við at siga: „Táið vit nú hava hesi lyfti.“ Hvørji lyfti? Í teimum undanfarnu ørindunum lovar Jehova: „Eg [skal] taka ímóti tykkum, og Eg skal vera tykkum Faðir.“ (2 Korintbræv 6:17, 18) At hugsa sær – Jehova lovar at verja og elska okkum, sum ein pápi elskar síni børn. Men Jehova heldur bara hesi lyftini, um vit halda okkum frá øllum, ið ger okkum órein „á holdi og á anda“. Tí hevði tað verið tápuligt at latið ótespiligar vanar ella gerðir verða orsøk til, at vit missa eitt so dýrabart og tætt samband við Jehova.

22-25. Hvørjar bíbilskar meginreglur kunnu hjálpa okkum at halda okkum frá óreinum vanum og gerðum?

22 „Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“ (Matteus 22:37) Jesus vísti á hetta boðið sum tað størsta av øllum. (Matteus 22:38) Jehova hevur uppiborið, at vit elska hann á henda hátt. Um vit elska hann av øllum hjarta, allari sál og øllum huga, halda vit okkum frá øllum, sum kundi stytt um okkara lív ella kámað okkara hugsanarevni.

23 Jehova „gevur øllum lív og anda og alt“. (Ápostlasøgan 17:24, 25) Lívið er ein gáva frá Gudi, og av tí at vit elska hann, virða vit hesa gávuna. Vit skýggja allar vanar og gerðir, sum skaða okkara heilsu, tí vit vita, at slíkar gerðir vanvirða lívsins gávu. – Sálmur 36:10.

24 „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ (Matteus 22:39) Ofta ávirka óreinu vanarnir og gerðirnar hjá einum persóni ikki bert viðkomandi sjálvan, men eisini tey rundan um hann. Tað kann til dømis vera heilsuskaðiligt hjá einum, sum ikki roykir, at vera í tubbaksroyki. Ein, ið skaðar tey, sum eru rundan um hann, brýtur boðini frá Gudi um at elska næsta sín. Hansara gerðir vísa, at tað ikki er satt, tá ið hann sigur, at hann elskar Gud. – 1 Jóhannes 4:20, 21.

25 „Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin.“ (Titus 3:1) Í nógvum londum er tað lógarbrot at eiga ella nýta ávís rúsevni. Sonn kristin hvørki eiga ella nýta ólóglig rúsevni. – Rómbrævið 13:1.

26. (a) Hvat mugu vit gera, um vit skulu verða verandi í kærleika Guds? (b) Hví er tað at vera reinur í Guds eygum besti lívshátturin?

26 Skulu vit verða verandi í kærleika Guds, mugu vit halda okkum rein, ikki bara á einum ella tveimum økjum, men á øllum økjum. Tað er kanska ikki so lætt at sleppa óreinum vanum og gerðum og halda seg frá teimum, men tað ber til. * Satt at siga finst eingin betri lívsháttur, tí Jehova lærir okkum altíð tað, sum er okkum til gagn. (Les Esaias 48:17.) Tað týdningarmesta er tó at vita, at tá ið vit halda okkum rein, geva vit øðrum eina dámliga mynd av okkara Gudi, sum vit elska, og halda okkum soleiðis í hansara kærleika.

^ par. 2 Orðið ’reinur’ á upprunamálinum lýsir av og á bókstavligt reinføri, men oftari siðiligt ella andaligt reinføri.

^ par. 12 Í 6. kapitli í hesi bókini verður viðgjørt, hvussu vit velja gagnligt undirhald.

^ par. 67 Navnið er broytt.