KAPITTUL 11
Haldið hjúnabandið í æru
„Gleð teg í konu ungdóms tíns!“ – ORÐTØKINI 5:18.
1, 2. Hvat fara vit at kanna, og hví?
ERT tú giftur? Um so er, ert tú tá lukkuligur, ella hava tit álvarsligar trupulleikar í hjúnabandinum? Eru tú og hjúnafelagin gliðin frá hvørjum øðrum? Roynir tú bara at halda út í hjúnabandinum uttan at gleðast um tað? Er hetta støðan, ert tú ivaleyst harmur um, at gleðin, tú einaferð kendi í hjúnalagnum, er fánað. Sum ein sannur kristin vilt tú uttan iva fegin, at títt hjúnaband skal æra Jehova Gud, sum tú elskar. Tí kunnu tínar umstøður, sum nú er, helst vera orsøk til sorg og stúranir. Men tú mást kortini ikki halda, at støðan er vónleys.
2 Nógv kristin pør, sum einaferð bert hildu út í hjúnalagnum uttan at trívast, hava í dag eitt gott hjúnalag. Tey funnu góða stevið aftur. Tú kanst eisini gerast glaðari og meira nøgdur í tínum hjúnabandi. Hvussu?
FÁ TÆTTARI SAMBAND VIÐ GUD OG HJÚNAFELAGAN
3, 4. Hví fáa maður og kona tættari samband sínámillum, um tey leggja seg eftir at fáa tættari samband við Gud? Lýs við einum dømi.
3 Tú og hjúnafelagin fáa tættari samband tykkara millum, um tit leggja tykkum eftir at fáa tættari samband við Gud. Hvussu tá? Vit kunnu lýsa tað við einum dømi: Ímynda tær eitt keyluformað fjall, altso eitt sum er breitt í neðra og gongur upp í ein spíss. Ein maður stendur undir fjallinum á norðara skráanum, og ein
kvinna stendur hinumegin fjallið við sunnara skráan. Bæði fara til gongu niðan á fjallið. Meðan tey eru niðarliga á fjallinum, er langt ímillum tey. Men so hvørt sum tey koma longri og longri niðaná, minkar frástøðan teirra millum. Skilir tú, hvussu henda myndin kann vera ein uggi hjá tær og hjúnafelaganum?4 Vit kunnu samanbera orkuna, tú leggur í at tæna Jehova av heilum huga, við orkuna, tú skalt brúka fyri at koma niðan á ein fjallatind. Tú elskar Jehova, og tí stríðist tú so at siga longu fyri at koma niðan á fjallið. Men um tú og hjúnafelagin eru gliðin frá hvørjum øðrum, tykist tað, sum tit ganga hvør sínumegin fjallið. Hvat hendir, um tit halda fram at ganga? Gaman í er frástøðan
millum tykkum rættiliga stór í fyrstuni. Men størri orku tit leggja í at nærkast Gudi – at ganga longri niðan – tættari samband fáa tú og hjúnafelagin. Ja, lykilin til at fáa tættari samband við hjúnafelagan er at fáa tættari samband við Gud. Hvussu fært tú so tað?Tá ið tit brúka kunnskapin í Bíbliuni, styrkir tað hjúnabandið
5. (a) Hvussu ber til at fáa tættari samband við Jehova og hjúnafelagan? (b) Hvussu metir Jehova hjúnabandið?
5 Eitt, sum tú og hjúnafelagin mugu leggja tykkum eftir, meðan tit so at siga ganga niðan eftir fjallinum, er at fylgja leiðbeiningini í Bíbliuni um hjúnabandið. (Sálmur 25:4; Esaias 48:17, 18) Hugsa tí um eini ávís ráð, sum Paulus ápostul gav. Hann segði: „Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum.“ (Hebrearabrævið 13:4) Hvat vil tað siga? Orðið ’æra’ merkir nakað, sum er virðingarvert og dýrabart. Og tað er akkurát soleiðis, Jehova metir hjúnabandið – sum nakað dýrabart.
DRÍVMEGIN – INNILIGUR KÆRLEIKI TIL JEHOVA
6. Hvat vísir samanhangið í leiðbeiningini hjá Paulusi um hjúnabandið, og hví er tað umráðandi at hava tað í huga?
6 Av tí at tit eru tænarar hjá Gudi, vita tú og hjúnafelagin sjálvsagt, at hjúnabandið er dýrabart, enntá heilagt. Tað var jú Jehova, sum stovnaði tað. (Les Matteus 19:4-6.) Men um tú í løtuni hevur trupulleikar í hjúnabandinum, fara tú og hjúnafelagin neyvan at vísa hvørjum øðrum kærleika og virðing, bara tí tit vita, at hjúnabandið er dýrabart. Hvat kann so fáa tykkum at gera tað? Tá ið vit kanna, hvørjum samanhangi Hebrearabrævið 13:4 stendur í, síggja vit, at tað, sum Paulus segði um hjúnabandið, er ein partur av nøkrum áminningum til hebreararnar. (Hebrearabrævið 13:1-5) So tað, sum Paulus segði, var altso ikki bert ein eygleiðing, men ein áminning um hjúnabandið. At hava hetta í huga kann kanska hjálpa tær at gera nakað fyri aftur at kveikja tína virðing fyri hjúnafelagnum. Hvussu kann tað tað?
7. (a) Hvørji boð í Bíbliuni halda vit, og hví? (b) Hvat gott spyrst burtur úr at akta?
7 Hugsa um, hvussu tú metir onnur boð í Bíbliuni, til dømis at gera lærisveinar ella at koma saman fyri at tilbiðja Gud. (Matteus 28:19; Hebrearabrævið 10:24, 25) Tað er rætt, at tað av og á kann vera ein avbjóðing at fylgja hesum boðum. Fólkini, sum tú møtir í boðanini, eru kanska ikki serliga blíð, og títt verðsliga arbeiði kann eisini møða teg so nógv, at tú næstan ikki orkar at fara á møti. Og kortini heldur tú fram at boða tey góðu tíðindini um Ríkið og at ganga á møti. Eingin fær steðgað tær – heldur ikki Satan! Hví ikki? Tí tú elskar Jehova, og tað fær teg at halda hansara boð. (1 Jóhannes 5:3) Hvat gott spyrst burturúr? Jú, at vera við í boðanini og at ganga á møti gevur tær frið í sinnið og djúpa gleði, tí tú veitst, at tú gert vilja Guds. Og hesar kenslurnar geva tær nýggja styrki. (Nehemias 8:10) Hvat lærir hetta okkum?
8, 9. (a) Hvat kann fáa okkum at fylgja áminningini um at æra hjúnabandið, og hví? (b) Hvat fara vit at kanna nærri?
8 Eins og djúpi kærleikin til Jehova fær teg at akta boðini um at boða gleðiboðskapin og at koma saman á møtum hóast forðingar, kann hesin kærleikin eisini fáa teg at fylgja bíbilsku áminningini um at halda hjúnabandið í æru, sjálvt tá ið tað er torført. (Hebrearabrævið 13:4; Sálmur 18:30; Prædikarin 5:3) Og eins og Jehova signar tína stremban eftir at vera við í boðanini og at koma á møti, signar hann eisini tínar royndir at æra hjúnabandið. – 1 Tessalonikabræv 1:3; Hebrearabrævið 6:10.
9 Men hvussu kanst tú halda hjúnabandið í æru? Tú mást ikki hava atburð og talu, sum skaðar sambandið
millum teg og hjúnafelagan. Haraftrat mást tú taka stig til at styrkja hjúnabandið.HAV IKKI TALU OG ATBURÐ, SUM VANÆRA HJÚNABANDIÐ
10, 11. (a) Hvør atburður vanærir hjúnabandið? (b) Hvønn spurning kundu vit sett okkara hjúnafelaga?
10 Ein gift systir segði einaferð: „Eg biði Jehova hjálpa mær at halda út.“ Halda hvat út? Hon greiddi frá: „Maður mín slær meg við orðum. Eg havi kanska ikki sjónligar snuddir, men hansara áhaldandi speisku orð, so sum ’eg havi bara stríð av tær’, og ’tú nyttar einki’, stinga meg í hjartað.“ Henda systirin nevnir nakað sera álvarsamt – háðandi talu í hjúnabandinum.
11 Tað er syndarligt, tá ið hjúnafelagar sleingja særandi orð eftir hvørjum øðrum, orð sum lata kenslulig sár eftir seg, ið eru ring at grøða. Tað er týðiligt, at eitt hjúnaband, sum er eyðmerkt av særandi talu, ikki verður hildið í æru. Hvussu er støðan í tínum hjúnabandi? Tú kundi spurt hjúnafelagan: ’Hvussu verður tú ávirkaður av tí, sum eg sigi?’ Svarar hjúnafelagin, at tín tala ferð eftir ferð er særandi, mást tú vera fúsur at bøta um støðuna. – Galatiabrævið 5:15; les Efesusbrævið 4:31.
12. Hvussu kann okkara tilbiðing gerast nyttuleys í Guds eygum?
12 Hav altíð í huga, at orðalagið, tú nýtir í hjúnabandinum, ávirkar títt samband við Jehova. Bíblian sigur: „Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.“ (Jákup 1:26) Tín tala er ein partur av tíni tilbiðing. Bíblian stuðlar ikki hugsanini um, at tað, sum gongur fyri seg heima við hús, einki hevur upp á seg, bara mann sjálvur heldur seg tæna Gudi. Lumpa ikki teg sjálvan. Hetta hevur alstóran týdning. (Les Fyrra bræv Pæturs 3:7.) Tú ert kanska dugnaligur og íðin í sannleikanum, men um tú við vilja særir hjúnafelagan við hvøssum orðum, vanærir tú hjúnabandið, og tín gudsdyrkan kann vera nyttuleys í Guds eygum.
13. Hvussu kundi ein maður ella ein kona sært hjúnafelagan?
13 Hjúnafelagar mugu eisini ansa eftir ikki at særa hvønn annan óbeinleiðis. Hugsa um hesi bæði dømini: Ein einlig mamma ringir ofta til ein giftan bróður í samkomuni, tí hon hevur tørv á ráðum, og tey tosa saman leingi. Ein stakur bróðir brúkar rættiliga nógva tíð saman við eini giftari systur í boðanini hvørja viku. Gifti bróðirin og gifta systirin í hesum dømunum hava kanska bara gott í huga. Men hvussu ávirkar teirra atburður hjúnafelagarnar hjá teimum? Ein gift kona, sum er í eini líknandi støðu, sigur: „Tað særir meg at síggja, at maður mín brúkar so nógva tíð upp á eina aðra systur í samkomuni og vísir henni so nógv uppmerksemi. Eg føli meg setta til viks.“
14. (a) Hvørja skyldu í hjúnabandinum verður dentur lagdur á í Fyrstu Mósebók 2:24? (b) Hvønn spurning eiga vit at seta okkum sjálvum?
14 Tað er væl skilligt, at henda konan og onnur, sum eru í eini líknandi støðu, kenna seg særd. Hjúnafelagarnir hjá teimum geva sær ikki far um ta grundleggjandi leiðbeiningina frá Gudi um hjúnabandið: „Maðurin [fer] frá faðir og móður og heldur seg til konu sína.“ (1 Mósebók 2:24) Tey, sum gifta seg, hava sjálvsagt framvegis virðing fyri sínum foreldrum, men Gud hevur skipað tað soleiðis, at tey fremst av øllum skulu hugsa um hvørt annað. Og hóast hjúnafelagar eru góðir við sínar trúarfelagar, eiga maður og kona fyrst og fremst at taka sær av hvørjum øðrum. So um ein, ið er giftur, brúkar ov nógva tíð upp á ella fær ov tætt samband við ein trúarfelaga, serliga um tað er ein av hinum kyninum, kann tað tyngja støðuna í hjúnabandinum. Kundi hetta verið orsøkin til, at støðan er, sum hon er, í tínum hjúnabandi? Spyr teg sjálvan: ’Gevi eg hjúnafelaga mínum ta tíð, uppmerksemi og kærleika, sum hann ella hon av røttum eigur at fáa?’
15. Hví eiga gift kristin sambært Matteus 5:28 ikki at vísa einum av hinum kyninum óhóskandi uppmerksemi?
Matteus 5:28) Og hesar kenslurnar hava ført til atburð, sum vanærir hjúnabandið uppaftur meira. Legg til merkis, hvat Paulus ápostul skrivaði um hetta evnið.
15 Haraftrat koma gift kristin sær í eina vandamikla støðu, um tey vísa einum av hinum kyninum, sum tey ikki eru gift við, óhóskandi uppmerksemi. Tíverri hava nøkur fingið romantiskar kenslur fyri einum, sum tey hava fingið í so tætt samband við. („HJÚNASONGIN VERI ÓDÁLKAГ
16. Hvørji boð gevur Paulus um hjúnabandið?
16 Beint eftir at Paulus gav áminningina um at halda hjúnabandið í æru, legði hann hesi orðini aftrat: „Hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.“ (Hebrearabrævið 13:4) Paulus brúkti orðingina „hjúnasongin“ til at lýsa kynslívið. Og tað er bert „ódálkað“, ella siðiliga reint, um tað fer fram í hjúnabandinum. Tí fylgja sonn kristin íblástu orðunum: „Gleð teg í konu ungdóms tíns!“ – Orðtøkini 5:18.
17. (a) Hví lata sonn kristin seg ikki ávirka av heimsins áskoðan á hjúnabandsbrot? (b) Hvussu kunnu vit gera sum Job?
17 Tey, sum hava kynsligt samband við ein, tey ikki eru gift við, vanvirða siðareglurnar, sum Gud hevur ásett. Tað er rætt, at nógv halda, at tað mestsum er í lagi at vera hjúnafelaganum ótrúgvur. Men sonn kristin eiga ikki at lata seg ávirka av tí, sum onnur menniskju halda um hjúnabandsbrot. Tey vita, at tá ið samanum kemur, eru tað ikki menniskju, men Gud, sum skal ’døma siðloysingar og horkallar’. (Hebrearabrævið 10:31; 12:29) Og tí hava sonn kristin somu áskoðan á hetta málið sum Jehova. (Les Rómbrævið 12:9.) Minst til orðini hjá Job: „Sáttmála hevði eg gjørt við eygu míni.“ (Job 31:1) Fyri ikki at stíga so mikið sum eitt fet inn á vegin, ið kann føra til hjúnabandsbrot, mugu sonn kristin hava tamarhald á eygunum og ongantíð hyggja við girnd at einum av hinum kyninum, sum tey ikki eru gift við. – Sí uppískoytið „Hvat sigur Bíblian um hjúnaskilnað og sundurlesing?“
18. (a) Hvussu álvarsamt er hjúnabandsbrot í eygum Jehova? (b) Hvat hava hjúnabandsbrot og avgudadyrkan í felag?
18 Hvussu álvarsamt er hjúnabandsbrot í eygum Jehova? Móselógin hjálpir okkum at skilja, hvørjar kenslur Jehova hevur í tí sambandi. Í Ísrael vóru hjúnabandsbrot og avgudadyrkan millum tey lógarbrotini, sum deyðarevsing var fyri. (3 Mósebók 20:2, 10) Sært tú, hvat hesi bæði lógarbrotini hava í felag? Jú, ein ísraelsmaður, ið tilbað ein avgud, breyt sáttmálan við Jehova. Og ein ísraelsmaður, sum framdi hjúnabandsbrot, breyt sáttmálan við hjúnafelagan. Í báðum førum var talan um trúloysi. (2 Mósebók 19:5, 6; 5 Mósebók 5:9; les Malakias 2:14.) Tí metti Jehova, hin trúfasti og álítandi Gud, báðar menninar at vera revsiverdar. – Sálmur 33:4.
19. Hvat kann hjálpa okkum at halda fast við okkara avgerð um ikki at fremja hjúnabandsbrot, og hví?
19 Sum skilst eru Guds tænarar í dag ikki undir Móselógini. Men at minna seg á, at hjúnabandsbrot var eitt so álvarsamt lógarbrot í fortíðar Ísrael, kann hjálpa teimum at halda fast við sína avgerð um ikki at gera nakað slíkt. Hví? Hugsa um hesa samanberingina: Hevði tú nakrantíð farið inn í eina kirkju, lagt teg á knæ og biðið framman fyri einari gudamynd? ’Ongantíð!’ sigur tú. Men hevði tú verið freistaður, um onkur bjóðaði tær nógvar pengar afturfyri? ’Als ikki!’ svarar tú. Nei, bara tankin um at svíkja Jehova við at tilbiðja ein avgud er andstyggiligur hjá sonnum kristnum. Á líknandi hátt eigur sjálvur tankin um at svíkja Jehova og hjúnafelagan Sálmur 51:3, 6; Kolossebrævið 3:5) Vit vilja als ikki gera nakað, sum gleðir Satan, men vanærir Jehova og hjúnabandið.
við at fremja hjúnabandsbrot at vekja andstygd hjá Guds tænarum – uttan mun til hvat tað er, sum eggjar til eina slíka synd. (HVUSSU KANST TÚ STYRKJA HJÚNABANDIÐ?
20. Hvat er hent í nøkrum hjúnabondum? Lýs við einum dømi.
20 Umframt at sleppa tær undan atburði, sum vanærir hjúnabandið, kanst tú spyrja teg sjálvan: ’Hvørji stig kann eg taka fyri aftur at fáa virðing fyri mínum hjúnafelaga?’ Ímynda tær hjúnabandið sum eitt heim. Hugsa síðani, at vinaligu orðini, umhugsnið og annað, sum maður og kona gera fyri at vísa, at tey eru góð við hvørt annað, eru prýðislutir, ið fríðka um heimið. Hava tú og hjúnafelagin eitt gott og tætt samband, er tykkara hjúnaband sum eitt heim, ið er prýtt við lutum, sum gera heimið fjálgt og hugnaligt. Minkar kærleikin tykkara millum, hvørva prýðislutirnir so líðandi, og hjúnabandið verður eins dapurt og eitt heim við ongum prýðislutum. Av tí at tit fegin vilja fylgja Guds boðum um at halda hjúnabandið í æru, kenna tit tykkum eggjað til at betra um støðuna. Nakað, sum er dýrabart og ærumikið, er hóast alt vert at umvæla. Hvussu kunnu tit gera tað? Guds orð sigur: „Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest, og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert.“ (Orðtøkini 24:3, 4) Hugsa um, hvussu hesi ørindini kunnu brúkast í sambandi við hjúnabandið.
21. Hvussu kunnu vit so við og við styrkja okkara hjúnaband? (Sí eisini rammuna „ Hvussu kann eg betra um mítt hjúnaband?“)
21 Sannur kærleiki, gudsótti og sterk trúgv hoyra til teir dýrabaru skattirnar, ið gera eina familju lukkuliga. Orðtøkini 15:16, 17; 1 Pætur 1:7) Hetta eru eginleikar, sum styrkja hjúnabandið. Men legði tú til merkis, hvussu kømrini í áðurnevnda orðatakinum verða fylt við øllum, ið er dýrabart? „Við kunnskapi.“ Ja, tá ið hjúnafelagar nýta kunnskapin í Bíbliuni, kann hann broyta hugsanarháttin hjá teimum og fáa tey at vekja kærleikan aftur sínámillum. (Rómbrævið 12:2; Filippibrævið 1:9, Dahl/Viderø) So tá ið tú og hjúnafelagin seta tykkum saman í friði og náðum at tosa um okkurt úr Bíbliuni, sum til dømis dagstekstin ella eina grein í Vagttårnet ella Vågn op! um hjúnabandið, er tað, sum hyggja tit at einum vøkrum prýðisluti, ið kann fríðka um heimið. Tá ið tað er kærleikin til Jehova, sum fær tykkum at fylgja ráðunum, tit júst hava lisið, bera tit so at siga henda prýðislutin inn í kømrini í tykkara heimi. Úrslitið kann verða, at tað aftur verður fjálgt og hugnaligt í tykkara hjúnabandi.
(22. Hvørja gleði fáa vit, um vit gera okkara til at styrkja hjúnabandið?
22 Tað kann gaman í taka bæði tíð og orku at seta prýðislutirnar upp á pláss aftur ein og ein. Men um tú gert títt, fyri at tað skal eydnast, kanst tú veruliga gleðast um, at tú fylgir hesum boðnum í Bíbliuni: „Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!“ (Rómbrævið 12:10; Sálmur 147:11) Og tað besta av øllum er, at um tú strembar eftir at halda hjúnabandið í æru, heldur tú teg í kærleika Guds.