KAPITTUL 16
Hvat hevur størstan týdning?
EINAFERÐ kom ein maður at vitja Jesus. Hann ivaðist ikki í, at Jesus kundi hjálpa honum, og tí segði hann: ’Lærari, sig við beiggja mín, at hann skal geva mær nakað av tí, sum hann hevur.’ Hann helt, at hann átti at fáa nakað av tí, sum beiggin átti.
Hvat hevði tú sagt, um tú vart Jesus? — Jesus sá, at maðurin hevði ein trupulleika. Men trupulleikin var ikki, at hann hevði brúk fyri nøkrum av tí, sum beiggi hansara hevði. Nei, trupulleikin hjá manninum var tann, at hann ikki dugdi á at skyna, hvat hevði størstan týdning í lívinum.
Hetta mugu vit hugsa eitt sindur um. Hvat eigur í grundini at hava størstan týdning fyri okkum? Fín klæði, dýrt leikutoy og sovorðið? — Nei, okkurt hevur nógv størri týdning enn tað, og hetta vildi Jesus hava mannin at skilja. Tí fortaldi hann honum eina søgu um ein, sum gloymdi Gud. Vilt tú hoyra hana? — Íðan, her kemur søgan.
Einaferð var ein sera ríkur maður. Hann hevði nógva jørð og stórar goymslur. Tað, sum hann dyrkaði á jørðini hjá sær, bara vaks og vaks, og so við og við rúmtist øll grøðin ikki longur í goymslunum. Hvat skuldi hann gera? ’Jú,’ segði hann við seg sjálvan, ’eg skal
ríva goymslurnar hjá mær niður og byggja nýggjar, sum eru nógv størri. So verður pláss fyri allari grøðini og øllum tí góða, sum eg eigi!’Ríki maðurin helt seg vera nokk so snildan. Tað mundi vera skilagott at eiga stórar goymslur at hava alt í. Hann segði við seg sjálvan: ’Nú eigi eg nógv gott í goymslum mínum. Tað røkkur til fleiri ár, so nú kann eg slappa av. Nú kann eg bara eta og drekka og njóta lívið.’ Men okkurt var galið við tí, sum maðurin hugsaði. Veitst tú, hvat tað var? — Hann hugsaði bert um seg sjálvan og um at fáa tað gott. Hann gloymdi Gud.
So tosaði Gud við ríka mannin. Hann segði: ’Tín býttlingur. Í nátt fert tú at doyggja. Hvør skal so hava alt tað, sum tú hevur savnað?’ Fekk ríki maðurin brúkt nakað av tí, tá hann var deyður? — Nei, onkur annar fór at fáa tað. Jesus segði: ’Soleiðis gongst teimum, ið savna sær skattir, men ikki eru rík hjá Gudi.’ — Lukas 12:13-21.
Vit tíma ikki at líkjast ríka manninum, heldur tú? — Hann hugsaði bara um at fáa allar møguligar hentleikar. Tað var skeivt. Hann vildi bara hava meir og meir. Men hann var ikki ’ríkur hjá Gudi’.
Nógv fólk líkjast ríka manninum. Tey vilja bara hava meir og meir. Men tey kunnu fáa nógvar trupulleikar av tí. Tú eigur til dømis leikutoy, eigur tú ikki? — Sig mær okkurt av tí, sum tú eigur. — Um nú ein vinmaður eigur ein bólt, eina dukku ella okkurt annað, sum tú ikki hevur? Skalt tú so plága pápa tín og mammu tína um at keypa tær tað sama? —
Viðhvørt halda vit kanska, at tað hevur ótrúliga stóran týdning at eiga eitt ávíst leikutoy. Men hvat hendir, tá ein tíð er farin? — Tað verður gamalt. Kanska brotnar tað, og so tímir tú ikki at hava tað longur. Men tú eigur nakað, sum hevur nógv størri týdning enn leikutoy. Veitst tú, hvat tað er? —
Tað er lívið. Lívið hjá tær hevur ómetaliga stóran týdning, tí uttan tað fært tú slættis einki gjørt. Og minnist tú, hvat ið er neyðugt, fyri at vit kunnu liva? — Tað er neyðugt, at vit gera tað, sum Gudi dámar.
Vit mugu altso ikki vera sum ríki maðurin, ið var so tápuligur, at hann gloymdi Gud.Tað eru ikki bara børn, ið kunnu bera seg tápuliga at sum ríki maðurin. Nógv vaksin gera tað eisini. Summi vilja bara hava meir og meir. Sjálvt um tey bæði eiga klæði at fara í, mat at eta og eitt stað at búgva, eru tey ikki nøgd. Tey vilja hava nógv fleiri klæði og nógv størri hús. Tað kostar sjálvandi pengar. Og so noyðast tey at arbeiða hart fyri at vinna sær pengar. Men jú fleiri pengar tey vinna, tess fleiri ting vilja tey hava.
Nøkur vaksin eru so upptikin av at vinna sær pengar, at tey ikki hava tíð at vera saman við familjuni hjá sær. Og tey hava ikki tíð til Gud. Men kunnu pengarnir halda teimum á lívi? Kunnu tey fara út at keypa, tá tey eru deyð? — Nei, tí tey deyðu kunnu yvirhøvur einki gera. — Prædikarin 9:5, 10.
Vil tað so siga, at tað er skeivt at hava pengar? — Nei, vit skulu jú brúka pengar at keypa mat og klæði fyri. Bíblian sigur eisini, at pengar geva lívd. (Prædikarin 7:12) Men elska vit pengar, ja, so endar galið. Tá verða vit sum maðurin, ið savnaði sær nógvan ríkdóm, men ikki var ríkur hjá Gudi.
Men at vera ríkur hjá Gudi, hvat er tað? — Tað er at seta Gud fram um alt annað. Nógv siga, at tey trúgva á Gud. Tey halda, tað er nokk bara at trúgva. Men eru tey veruliga rík hjá Gudi? — Nei, tey kunnu fyri tað líkjast ríka manninum, sum gloymdi Gud.
Jesus gloymdi ongantíð Faðir sín í himli. Hann royndi ikki at vinna sær eina rúgvu av pengum. Og hann átti ikki serliga nógv. Hann visti, hvat hevði størstan týdning. Og tað veitst tú eisini, gert tú ikki? — Jú, tað er at vera ríkur hjá Gudi.
Men sig mær, hvussu verða vit rík hjá Gudi? — Vit verða rík hjá Gudi, tá vit gera tað, sum honum dámar. Jesus segði: „Eg geri altíð Jóhannes 8:29) Gudi dámar, at vit gera tað, sum hann vil. Hvat kanst tú gera, sum Gudi dámar? Hvat man gleða hann? — Ja, tú kanst lesa í Bíbliuni, koma á møtini í ríkissalinum, biðja til hansara og hjálpa øðrum at læra hann at kenna. Hetta hoyrir til tað, sum hevur størstan týdning í lívinum.
tað, sum Honum líkar.“ (Av tí at Jesus var ríkur hjá Gudi, tók Gud sær av honum. Hann gav honum stóra løn, ævigt lív. Eru vit sum Jesus, fer Jehova eisini at elska okkum og taka sær av okkum. Latið okkum tí ynskja at vera sum Jesus og ikki sum ríki maðurin, ið gloymdi Gud.
Her eru nøkur skriftstøð, sum vísa, hvussu vit skulu meta materiellar ognir: Orðtøkini 23:4; 28:20; 1 Timoteus 6:6-10 og Hebrearabrævið 13:5.