Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 40

Hvussu kunnu vit gleða Gud?

Hvussu kunnu vit gleða Gud?

KUNNU vit gera nakað, sum gleðir Gud? Kunnu vit geva honum nakað? — Jehova sigur sjálvur: „Mær hoyra øll dýr í skóginum til.“ Hann sigur eisini: „Mítt er silvurið, og Mítt er gullið.“ (Sálmur 24:1; 50:10; Haggai 2:8) Men okkurt kunnu vit kortini geva Gudi. Hvat kann tað vera? —

Vit kunnu sjálvi velja, um vit vilja tæna Gudi. Hann noyðir okkum ikki at gera, sum hann vil. Nú skulu vit royna at fáa greiðu á, hví Gud letur okkum sjálvi sleppa at velja, um vit vilja tæna honum.

Tú veitst, hvat ein robottur er, veitst tú ikki? — Tað er eitt tól ella ein maskina, sum kann stýrast til at gera akkurát, sum vit vilja. Hon dugir ikki sjálv at hugsa, og hon dugir ikki sjálv at velja, hvat hon skal gera. Jehova kundi gott skapt okkum øll sum robottar. Hann kundi gjørt okkum soleiðis, at vit noyddust at gera, sum hann vildi. Men tað gjørdi hann ikki. Veitst tú, hví Gud ikki skapti okkum soleiðis? — Tú eigur kanska okkurt leikutoy, sum líkist einum robotti. Trýstir tú á ein knøtt, ger leikutoyið tað, sum tann, ið gjørdi tað, ætlaði. Hevur tú sovorðið leikutoy? — Nógv, sum eiga sovorðið, blíva troytt av tí. Tað kann bara gera akkurát tað, sum tað er gjørt til. Jehova vil ikki, at vit skulu akta hann sum robottar, ið ikki duga nakað annað. Hann vil, at vit menniskju skulu tæna honum, tí vit elska hann, og tí vit hava hug at gera hansara vilja.

Hví hevur Gud ikki skapt okkum sum robottar?

Hvussu heldur tú, at Faðir okkara í himli kennir tað, tá vit akta hann, tí vit hava hug til tað? — Eg kundi eisini spurt teg: Hvussu heldur tú, at tað, sum tú gert, ávirkar pápa tín og mammu tína? — Bíblian sigur, at ein ’vísur sonur gleðir faðir sín’, men at ein ’sonur, sum er dári, ger móður síni sorg’. (Orðtøkini 10:1) Hevur tú sæð, hvussu glað pápi tín og mamma tín verða, tá tú gert tað, sum tey biðja teg um? — Og hvussu hava tey tað, tá tú ikki gert tað? —

Hvussu kanst tú gleða bæði Jehova og foreldrini hjá tær?

Hugsa so um Faðirin, vit hava í himli, Jehova. Hann hevur eisini sagt okkum, hvussu vit kunnu gleða hann. Finn Bíbliuna hjá tær fram og blaða upp á Orðtøkini 27:11. Har stendur: „Ver vísur, sonur mín [ella dóttir mín], og gleð hjarta mítt, so eg fái svarað teimum, ið háða meg!“ Veitst tú, hvat tað er at ’háða’ onkran? — Tað er at spotta ella halda fyri gjøldur. Um onkur flennir at tær og sigur, at tú ikki dugir so væl, sum tú sigur, ja, so ’háðar’ hann teg. Hann ger gjøldur burtur úr tær. Hvussu háðar Satan Jehova? — Latið okkum vita.

Minnist tú, at vit í kapittul 8 her í bókini lærdu, at Satan vil vera tann størsti? Hann vil gjarna hava øll at akta seg. Hann sigur, at menniskju bara vilja tilbiðja Jehova, tí Jehova gevur teimum ævigt lív afturfyri. Tá Satan hevði fingið Ádam og Evu at vera ólýðin móti Jehova, kom hann og bjóðaði Jehova av. Hann segði við hann: ’Fólk tæna tær bara, tí tey fáa nakað afturfyri. Sleppi eg at royna, so klári eg at fáa øll at venda sær frá tær.’

Hvussu bjóðaði Satan Jehova av, eftir at Ádam og Eva høvdu syndað?

Nú vita vit gott, at akkurát hasi somu orðini ikki standa í Bíbliuni. Men tá vit lesa um mannin, sum æt Job, skilja vit, at tað var nakað soleiðis, Satan segði við Gud. Tað hevði altso stóran týdning, bæði fyri Satan og Jehova, um Job var trúfastur móti Gudi ella ikki. Latið okkum blaða upp í Bíbliuna á Jobs bók, kapittul 1 og 2, og vita, hvat hendi.

Í kapittul 1 síggja vit, at Satan er við ein dagin, tá einglarnir koma fram fyri Jehova í himli. Jehova spyr Satan: „Hvaðani kemur tú?“ Satan svarar, at hann hevur verið úti og hugt seg um á allari jørðini. ’Sást tú so Job?’ spyr Jehova. ’Job tænir mær, og hann ger einki ilt.’ — Job 1:6-8.

Satan roynir alt fyri eitt at tosa uttanum. ’Job tænir tær bara, tí hann hevur tað so lætt,’ sigur Satan. ’Vita bara eftir — heldur tú uppat at verja og signa hann, so fer hann at banna tær beint upp í eyguni!’ Jehova svarar so: ’Ger sum tú vilt við alt, sum hann eigur, so fáa vit at síggja. Men tú sleppur ikki at gera Job sjálvum nakað.’ — Job 1:9-12.

Hvat ger Satan nú? — Fyrst fær hann nøkur fólk at stjala øll neytini og øll eslini hjá Job og drepa teir, sum røkta tey. So fær hann eitt snarljós at sláa niður, so allur seyðurin og teir, sum røkta hann, doyggja. Løtu seinni koma nakrir menn, sum stjala kamelarnar og drepa røktingarmenninar. At enda syrgir Satan fyri, at ein harður stormur brestur móti húsunum, sum tey tíggju børnini hjá Job eru í. Húsini fara umkoll, og øll børnini doyggja. Men sjálvt um alt hetta ræðuliga hendir, tænir Job framvegis Jehova. — Job 1:13-22.

Nú talar Jehova aftur við Satan og vísir á, at Job enn er trúfastur. Aftur roynir Satan at tosa uttanum. ’Letur tú meg gera Job ordiliga sjúkan, so fer hann at banna tær beint upp í eyguni,’ sigur Satan. Jehova letur nú Satan sleppa at gera Job fortreð, men hann loyvir honum ikki at drepa hann.

Hvat hendi Job, og hví gleddist Gud um, at hann var trúfastur?

Og nú syrgir Satan fyri, at Job fær vamlisligar svullir um allan kroppin. Tær lukta so ræðuliga illa, at eingin vil vera hjá honum. Ja, um tað so er kona hansara, so sigur hon: „Banna Gudi, so tú sleppur at doyggja!“ Nakrir menn, sum skulu eitast at vera vinir hansara, koma at vitja. Men teir fáa hann bara at kenna seg uppaftur verri. Teir siga, at tá hann er so sjúkur, má tað vera, tí hann hevur gjørt okkurt ónt. Sjálvt um Satan gevur Job so nógvar sorgir og stóra pínu, er Job enn trúfastur og tænir Jehova. — Job 2:1-13; 7:5; 19:13-20.

Hvussu heldur tú, tað kendist hjá Jehova at Job var so trúfastur? — Tað gleddi Jehova nógv. Nú kundi hann siga við Satan: ’Hygg at Job! Hann tænir mær, tí hann sjálvur vil.’ Vilt tú vera sum Job — ein, sum Jehova kann peika á og vísa, at Satan lýgur? — Tú og eg kunnu vera við til at prógva, at Satan ikki klárar at fáa øll at halda uppat at tæna Jehova. Tað er ein stórur heiður at fáa. Jesus helt tað avgjørt vera ein heiður.

Stóri Lærarin gekk ongantíð við til at gera nakað skeivt, tá Satan royndi at lokka hann. Og hugsa tær, hvussu nógv tað hevur glett Faðir hansara! Jehova kundi vísa á Jesus og siga við Satan: ’Hygg at soni mínum! Hann hevur verið fullkomiliga trúfastur móti mær, og tað er, tí hann elskar meg!’ Hugsa tær eisini, hvussu deiligt tað var hjá Jesusi at sleppa at gleða Faðirs síns hjarta. Hugsanin um, at hann kundi gleða Jehova, hjálpti honum at tola deyðan á steyranum. — Hebrearabrævið 12:2.

Vilt tú vera sum stóri Lærarin og gleða Jehova? — So mást tú blíva við at læra um tað, sum Jehova vil hava teg at gera, og so gleða hann við at gera tað!

Les, hvat Jesus gjørdi fyri at gleða Gud, og hvat vit eisini mugu gera: Orðtøkini 23:22-25; Jóhannes 5:30; 6:38; 8:28 og 2 Jóhannes 4.