Hvussu kunnu onnur hjálpa?
„SIG mær endiliga frá, um eg kann gera nakað,“ siga vit kanska við ein vin ella eitt skyldfólk sum júst hevur mist ein kæran. Og vit meina tað. Vit vildu gjørt alt fyri at hjálpa. Men ringir tann sum situr eftir til okkara og sigur: „Eg havi hugsað um nakað tú kanst hjálpa mær við“? Nei, neyvan. Tí mugu vit taka stigini til at hjálpa og ugga ein sum syrgir.
Eitt orðtak í Bíbliuni sigur: „Sum gullepli í silvurskálum er orð, talað í rættari tíð.“ (Orðtøkini 15:23; 25:11) Tað krevur vísdóm at vita hvat vit skulu siga og hvat vit ikki skulu siga, hvat vit skulu gera og hvat vit ikki skulu gera. Her eru nøkur fá uppskot úr Bíbliuni sum komu væl við hjá nøkrum eftirsitandi.
Hvat vit skulu gera . . .
Lurta: ’Ver skjótur at hoyra,’ stendur í Jákup 1:19. Eitt sum hjálpir tí syrgjandi eina mest er at taka lut í sorgini við at lurta. Summi etirsitandi hava kanska brúk fyri at tosa um tann deyða, um vanlukkuna ella um sjúkuna sum elvdi deyðan, ella um hvussu tey kenna seg nú eftir andlátið. Spyr tí: „Hevur tú hug til at tosa um tað?“ Lat tey avgera tað. Ein ungur maður fortelur hetta um ta ferðina pápi hansara doyði: „Tað hjálpti mær nógv tá onnur spurdu hvat var hent og veruliga lurtaðu tá eg svaraði.“ Lurta tí við toli og samkenslu, tó uttan at halda at tú endiliga eigur at geva svar ella loysnir. Lat tey siga frá tí tey hava hug at fortelja.
Ugga: Vissa hin syrgjandi um at hann gjørdi alt tað hann var førur fyri (ella sig okkurt annað positivt sum tú veitst er satt). Sig honum at kenslurnar hjá honum — tað veri sorg, vreiði, skuld ella aðrar kenslur — als ikki eru óvanligar. Fortel um onkran tú kennir sum hevur ment seg væl eftir ein líknandi miss. Tílík „mild orð“ eru „likaminum heilsubót“, siga Orðtøkini 16:24. — 1 Tessalonika 5:11, 14.
Ver altíð tøkur: Ger teg tøkan, ikki bara teir fyrstu dagarnar meðan nógvir vinir og næstringar eru hjá, men mánaðirnar eftir tá onnur aftur eru farin undir gerandisdagin. So vísir tú teg sum vin „til hjálpar í neyð“. (Orðtøkini 17:17) „Vinirnir hjá okkum syrgdu fyri at vit høvdu okkurt at gera um kvøldarnar so vit ikki noyddust at vera alt ov nógv einsamøll heima,“ fortelur Teresea, sum misti barn sítt í eini bilvanlukku. „Tað hjálpti okkum til at vinna á tómleikanum sum vit kendu.“ Ársdagar, sum til dømis brúdleypsdagar ella dagin tá andlátið var, kunnu í nógv ár vera torførir hjá teimum sum sita eftir. Hví ikki gera tekin í kalendaranum hjá tær soleiðis at tú hesar dagar kanst vera til taks og um neyðugt stuðla?
Tak hóskandi stig: Eru ørindi at fara? Skulu børnini ansast? Tørvar vitjandi vinum og næstringum innivist? Tey sum júst hava mist eru vanliga so skelkað at tey enn ikki vita hvat tey sjálvi skulu gera, fyri ikki at tala um at siga øðrum hvussu tey kunnu hjálpa. Bíða tí ikki til tú verður spurdur um tú sært ein veruligan tørv; tak tú stigið. (1 Korintbræv 10:24; samanber Fyrsta bræv Jóhannesar 3:17, 18.) Ein kvinna sum hevur mist mann sín fortelur: „Nógv søgdu: ’Sig mær endiliga frá, um eg kann gera nakað.’ Men ein vinkona spurdi ikki. Hon fór beint inn í sovikamarið og togaði skitnu seingjarklæðini av seingini har maður mín doyði og syrgdi fyri at tey vórðu vaskað. Ein onnur tók eina spann, vatn og vaskievni og reinsaði teppið har sum maður mín hevði spýð. Nakrar fáar vikur seinni kom ein elsti í samkomuni yvir í arbeiðsklæðum og við amboðunum hjá sær og segði: ’Eg veit her er okkurt sum krevur umvæling. Hvar er tað?’ Eg eri honum inniliga takksom fyri at hann umvældi eina hurð sum bert var fest í einum hongsli og eina el-innlegging!“ — Samanber Jákup 1:27.
Ver gestablíður: „Gloymið ikki at vera gestablíð,“ áminnir Bíblian okkum. (Hebrearabrævið 13:2) Vit mugu serstakliga minnast at vísa teimum sum syrgja gestablídni. Í staðin fyri at siga: „Kom tá tú hevur hug,“ sig so ein dag og ein klokkutíma. Gev ikki alt fyri eitt uppat um tann syrgjandi ikki tekur av. Kanska krevst bara ein vinalig tilstuðling. Tað kann vera at hann ella hon ikki tók við innbjóðingini av ótta fyri at missa tamarhaldið á kenslunum meðan onnur síggja. Ella kanska vekur tað skuldarkenslur at taka lut í vertskapi beint nú. Men minst til Lydiu, eina gestablíða kvinnu sum stendur nevnd í Bíbliuni. Tá Lukas varð boðin heim til hennara segði hann: „Hon noyddi okkum.“ — Ápostlasøgan 16:15.
Ver tolin og skiljandi: Verð ikki bilsin av tí tann syrgjandi møguliga sigur í fyrstani. Minst til at hann ella hon kunnu kenna seg ill og sek. Um tú verður fyri einum kensluløddum útbroti, krevur tað skil og samkenslu ikki at taka sær tað nær. „Latið tykkum . . . í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð,“ mælir Bíblian okkum til. — Kolossebrævið 3:12, 13.
Skriva eitt bræv: Sjáldan verður hugsað um tað virðið sum eitt samkenslubræv hevur. Hvørjar fyrimunir hevur tað at skriva eitt lívgandi bræv ella kort? Mamma Cindy doyði av krabbameini, og hon svarar: „Ein vinur skrivaði mær eitt deiligt bræv. Tað hjálpti mær nógv tí eg kundi lesa tað aftur og aftur.“ Brævið skal ikki endiliga vera langt, men tað sum stendur í tí má vera hjartaligt. (Hebrearabrævið 13:22) Tú kanst siga at tú hevur samkenslu og at tú hevur nógv minni um hin deyða, ella tú kanst skriva um hvussu tann deyði hevur ávirkað títt lív.
Bið við tí sum syrgir: Undirmet ikki virðið bønir hava, bæði fyri og saman við tí sum syrgir. Bíblian sigur: „Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv.“ (Jákup 5:16) Hoyrir hann ella hon teg biðja fyri sær kann tað kanska hjálpa til at vinna á niðurbrótandi kenslum sum til dømis skuldarkenslu. — Samanber Jákup 5:13-15.
Hvat vit ikki skulu gera . . .
Halt teg ikki burturi tí tú ikki veitst hvat tú skalt siga ella gera: ’Tey vilja ivaleyst heldur vera einsamøll nú,’ siga vit kanska við okkum sjálvi. Sannleikin er kanska heldur tann, at vit halda okkum burturi tí vit ikki vilja koma at siga ella gera okkurt skeivt. Men um vinir, skyldfólk ella trúarfelagar skýggja tann sum situr eftir, verður einsemiskenslan hjá honum kanska uppaftur størri, og hetta økir pínuna. Minst til at einfaldastu orðini og gerðirnar ofta hjálpa frægast. (Efesusbrævið 4:32) Bara tað at tú ert hjá kann vera upplívandi. (Samanber Ápostlasøguna 28:15.) Teresea fortelur hetta um dagin tá dóttir hennara doyði: „Eftir einum tíma var forhøllin á sjúkrahúsinum rokað av vinum; allir teir elstu og konurnar hjá teimum komu. Nakrar av kvinnunum komu við rullum í hárinum, onnur komu í arbeiðsklæðum. Tey tveittu tað tey høvdu í hondunum og komu. Nógv søgdu at tey ikki vistu hvat tey skuldu siga, men tað gjørdi tað sama, tí tey vóru hjá okkum.“
Trýst ongan til ikki at syrgja: „Nú, nú, grát ikki,“ hava vit kanska hug at siga. Men kanska er tað betri at biðja tey bara lata tárini renna. „Eg haldi at tað er týdningarmikið at lata tann sum syrgir sleppa at vísa sínar kenslur og fáa luft,“ sigur Katherine meðan hon minnist tíðina tá maðurin doyði. Slepp lyndinum til at siga øðrum hvørjar kenslur tey skulu hava. Og hugsa ikki at tú skalt fjala tínar egnu kenslur fyri at verja kenslurnar hjá teimum. Bíblian mælir harafturímóti til at ’gráta við teimum sum gráta’. — Rómbrævið 12:15.
Ver ikki skjótur at mæla teimum til at blaka klæði ella aðrar persónligar lutir hjá tí deyða burtur fyrr enn tey eru til reiðar: Vit halda kanska at lutir sum vekja minni leingja sorgina og at tað tí var betri fyri tey at tveitt 1 Mósebók 37:31-35.
teir burtur. Men tað er ikki vist at orðafellið: ’Úti stongt, er inni gloymt,’ er satt í hesum føri. Kanska hevur tann sum situr eftir brúk fyri spakuliga at siga tann deyða frá sær. Bíblian lýsir hvussu ættarfaðirin Jákup hevði tað tá hann varð lokkaður at trúgva at eitt villdýr hevði dripið sonin Jósef. Eftir at Jákup hevði sæð blóðdálkaða kyrtilin hjá Jósefi „syrgdi [hann] son sín í langa tíð. Tóat allir synir hansara og allar døtur hansara komu at troysta hann, vildi hann ikki lata seg troysta.“ —Sig ikki, ’Tú kanst fáa eitt annað barn’: „Eg ilskaðist inn á tey sum søgdu at eg kundi fáa eitt annað barn,“ sigur ein mamma sum misti eitt barn. Kanska er tað væl meint, men hjá foreldrunum kunnu orð sum benda á at eitt annað barn kann koma í staðin fyri tað Orðtøkini 12:18) Eitt barn kann aldri koma í staðin fyri eitt annað, tí hvørt barn er nakað heilt serligt.
deyða barnið kanska kennast sum ’svørðstingur’. (Tær nýtist ikki at sleppa tær undan at tosa um tann deyða: „Nógv vildu ikki so mikið sum nevna navnið á soni mínum Jimmy, tíansheldur tosa um hann,“ minnist ein mamma. „Eg má viðganga at tað særdi meg eitt sindur.“ Skift tí ikki evni tá tann deyði verður umrøddur. Spyr tann sum situr eftir um hann ella hon hevur hug at tosa um hin deyða. (Samanber Job 1:18, 19 og 10:1.) Nøkur eftirsitandi fegnast um at hoyra vinir siga frá serligum eginleikum hjá tí deyða sum gjørdu hann væl umtóktan. — Samanber Ápostlasøguna 9:36-39.
Ver ikki skjótur at siga: ’Tað var tað besta’: Royndir at finna okkurt positivt í andlátinum kunnu ikki altíð ’troysta hini mótfalnu’. (1 Tessalonikabræv 5:14) Ein ung kvinna fortelur hetta um tíðina tá mamma hennara doyði: „Onnur søgdu: ’Nú pínist hon ikki longur’ ella: ’Nú hevur hon umsíðir fingið frið.’ Men tað dámdi mær ikki at hoyra.“ Kanska halda tey eftirsitandi at slíkar viðmerkingar eru ábendingar um at tey ikki eiga at vera kedd og at missurin ikki var so stórur. Men tey kenna kanska djúpa sorg tí tey sakna tann deyða ótrúliga nógv.
Kanska er frægast ikki at siga: ’Eg veit hvussu tú hevur tað.’ Tí gert tú veruliga tað? Hevur tú til dømis nakran møguleika fyri at vita hvat foreldur kenna tá eitt barn doyr, um tú aldri hevur verið í teirri støðu? Og um nakað tað sama er hent tær, minst so til at onnur kanska ikki hava akkurát tær somu kenslurnar sum tú hevði. (Samanber Sorgarsangirnar 1:12.) Hin vegin kann tað kanska, um tú heldur tað vera hóskandi, hjálpa teimum eftirsitandi um tú fortelur hvussu tú kom fyri teg aftur. Ein kvinna sum misti dóttrina ið varð dripin, kendi seg uggaða tá mamman at eini aðrari gentu sum hevði latið lív segði henni hvussu hon aftur hevði fingið eina vanliga tilveru. Hon sigur: „Mamman at deyðu gentuni byrjaði ikki sína frásøgn við: ’Eg veit hvussu tú hevur tað.’ Hon segði mær bara hvussu hon hevði tað og læt meg um restina.“
Samkensla, skyn og stórur kærleiki krevst av tær tá tú skalt hjálpa einum sum hevur mist ein kæran. Bíða ikki eftir at hann ella hon skal koma til tín. Sig ikki bara: „Sig mær endiliga frá . . .“ Kanna sjálvur hvør tørvurin er, og tak síðan hóskandi stig.
Enn eru nakrir spurningar sum skulu svarast: Hvussu við vónini Bíblian gevur um uppreisn? Hvat kann tað merkja fyri teg og fyri tíni kæru sum eru deyð? Hvussu kunnu vit fáa vissu fyri at tað er ein álítandi vón?