STYKKI 15
Vinir Guds gera tað góða
Hevur tú ein vin, sum tú hámetir og virðir, roynir tú at vera sum hann. „Góður og sannhjartaður er [Jehova],“ sigur Bíblian. (Sálmur 25:8) Skulu vit vera vinir Guds, mugu vit vera góð og sannhjartað. Bíblian sigur: „Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn, og livið í kærleika.“ (Efesusbrævið 5:1, 2) Vit kunnu til dømis gera hetta:
Vera beinasom. „Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott.“ — Galatiabrævið 6:10.
Vera arbeiðssom. „Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er.“ — Efesusbrævið 4:28.
Vera rein, bæði kropsliga og siðiliga. „Latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein — á holdi og á anda — og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta.“ — 2 Korint 7:1.
Vera góð við onnur. „Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi.“ — 1 Jóhannes 4:7.
Akta landsins lógir. „Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! . . . Gjaldið øllum tað, ið tit skylda — honum skatt, sum skatt skal hava.“ — Rómbrævið 13:1, 7.