STYKKI 16
Vís, at tú elskar Gud
Skal eitt vinalag varðveitast, er neyðugt at tosa saman. Vinir lurta hvør eftir øðrum. Vit siga eisini øðrum nógv gott um vinin hjá okkum. Hetta ger seg eisini galdandi, tá vit vilja vera vinir Guds. Legg til merkis, hvat Bíblian sigur hesum viðvíkjandi:
Tosa ofta við Jehova í bøn. „Verið . . . áhaldandi í bønini!“ — Rómbrævið 12:12.
Les Guds orð, Bíbliuna. „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing.“ — 2 Timoteus 3:16.
Sig øðrum frá Gudi. „Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, . . . lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum!“ — Matteus 28:19, 20.
Far á møtini í ríkissalinum. „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum — og . . . áminna hvør annan.“ — Hebrearabrævið 10:24, 25.
Ver við til at stuðla Ríkisins arbeiði. „Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli — tí Gud elskar glaðan gevara. — 2 Korint 9:7.