Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

STYKKI 18

Ver vinur Guds í allar ævir!

Ver vinur Guds í allar ævir!

Tað krevur nakað at knýta og varðveita vinabond. Gert tú tær ómak at verða vinur Guds og varðveita vinalagið, fært tú ríka signing. Jesus segði við tey, sum trúðu á hann: „Sannleikin skal gera tykkum fríar.“ (Jóhannes 8:32) Hvat merkir tað?

Tú gerst fríur longu nú. Tú sleppur undan teimum følsku lærunum og lygnunum, sum Satan hevur borið út. Tú sleppur undan vónloysinum, sum eyðkennir milliónir av menniskjum, ið ikki kenna Jehova. (Rómbrævið 8:22) Vinir Guds sleppa eisini undan „ræðslu fyri deyðanum“. — Hebrearabrævið 2:14, 15.

Tú verður fríur í Guds nýggju verð. Frælsið, sum tú fært í framtíðini, ber av øllum! Í Paradísinum á jørðini sleppa øll undan kríggi, sjúkum og kriminaliteti. Tey sleppa undan fátækdømi og hungri. Tey sleppa undan elli og deyða. Tey sleppa undan ótta, kúgan og órættvísi. Bíblian sigur um Gud: „Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.“ — Sálmur 145:16.

Vinir Guds skulu liva í allar ævir. Ævigt lív er ein ómetalig gáva, sum Gud gevur øllum, ið søkja vinalag við hann. (Rómbrævið 6:23) Hugsa tær bara, hvat ævigt lív kann merkja í tínum føri!

Tú fært tíð at gera mangt og hvat. Kanska kundi tú lært at spælt okkurt ljóðføri, málað myndir ella skorið træ. Ella tú kundi lært meira um djór og plantur. Tú kundi eisini farið út at ferðast og sæð ymisk lond og fólk. Við einum ævigum lívi, ber alt hetta til.

Tú fært tíð at knýta mong vinabond. Livir tú ævigt, fært tú høvi at læra nógvar aðrar vinir hjá Gudi at kenna — eisini teirra listagávur og góðu lyndiseyðkenni. Og teir verða eisini tínir vinir. Tú fert at elska teir, og teir fara at elska teg. (1 Korint 13:8) Við ævigum lívi fært tú høvi at gerast vinur við øll á jørðini. Og best av øllum — vinalag títt við Jehova gerst bara sterkari, sum øldirnar líða. Tú kanst vera vinur Guds í allar ævir!