Eg fekk somu áskoðan á blóð sum Gud
Eg fekk somu áskoðan á blóð sum Gud
Ein lækni fortelur sína søgu
EG VAR í auditoriinum á sjúkrahúsinum og skuldi geva nøkrum læknum eitt yvirlit yvir úrslitið av eini líkkanning. Sjúklingurin, sum var deyður, hevði havt ein illkynjaðan svull, og eg segði: „Vit kunnu staðfesta, at deyðsorsøkin var hæmolysa [tað at teir reyðu blóðkropparnir verða upploystir] og akutt nýrasvikt vegna umfatandi blóðflutning.“
Ein professari reisti seg upp og rópti illur á málinum: „Stendur tú har og sigur, at vit hava givið honum skeiva blóðtypu?“ „Tað var ikki tað, eg meinti,“ svaraði eg. Og meðan eg vísti nakrar myndir av biopsium av nýrunum hjá sjúklinginum, segði eg: „Her síggja vit, at nógvir reyðir blóðkroppar verða upploystir í nýranum. Tí kunnu vit staðfesta, at tað er orsøkin til, at nýruni gingu fyri.“ a Spenningurin í rúminum vaks, og eg føldi meg turran í munninum. Sjálvt um eg bara var ein ungur lækni, og hann var professari, helt eg, at eg mátti halda fast við tað, sum eg hevði sagt.
Tá hetta fór fram, var eg ikki Jehova vitni. Eg bleiv føddur í 1943 í býnum Sendai, sum liggur í norðara partinum av Japan. Pápi var lækni, og eg gjørdi av, at eg eisini vildi lesa medisin. Í 1970, annað árið eg las, giftist eg við einari ungari kvinnu, sum æt Masuko.
Eg fari at lesa patologi
Masuko arbeiddi, so eg kundi blíva liðugur við mína útbúgving. Tað var spennandi at lesa medisin. Eg var púra bergtikin av, hvussu fantastiskur mannakroppurin var. Men fyri tað hugsaði eg ongantíð um, at ein skapari kundi vera til. Eg roknaði við, at medisinlesturin fór at geva lívinum meining. So tá ið eg var liðugur at lesa til lækna, fór eg at lesa víðari til patolog. Eg vildi vita, hvussu ymiskar sjúkur ávirka okkum.
Meðan eg kannaði sjúklingar, sum vóru deyðir av krabbameini, fór eg at ivast í, um blóðflutningur var tað rætta at geva teimum. Sjúklingar við álvarsomum krabbasjúkum fáa ofta blóðmangul og verða øgiliga veikir. Krabbaviðgerðin kann geva enn størri blóðmangul, og tí geva læknar ofta blóðflutning. Men eg fekk illgruna um, at tað var blóðflutningurin, sum fekk krabban at spreiða seg. Í dag vita læknar, at blóðflutningur kann gera krabbasjúklingar veikari, fáa krabban at koma aftur, og gera tað verri hjá sjúklingunum at yvirliva. b
Hendingin, sum eg nevndi fyrst í greinini, fór fram í 1975. Professarin var serkønur í blóðsjúkum, og tað var hann, sum hevði ábyrgdina av sjúklinginum, sum doyði. So tað var ikki so løgið, at hann bleiv í øðini, tá ið hann hoyrdi meg siga, at sjúklingurin doyði av einum blóðflutningi. Men eg gjørdi framløguna lidna, og hann sissaðist so líðandi.
Eingin sjúka og eingin deyði
Tað var um tað mundið, at ein eldri kona, sum var Jehova vitni, vitjaði konu mína. Meðan tær tosaðu, nevndi hon orðið „Jehova“, og kona mín spurdi, hvat tað var fyri nakað. Konan segði, at Jehova var navnið hjá Gudi. Masuko hevði lisið í Bíbliuni, líka síðani hon var smágenta, men í Bíbliuni hjá henni stóð „HARRIN“ í staðin fyri Guds navn. Nú fekk hon endiliga at vita, at Gud hevði eitt navn!
Masuko fór alt fyri eitt at kanna Bíbliuna saman við tí eldru konuni. Tá ið eg kom heim frá sjúkrahúsinum klokkan eitt um náttina, segði kona mín spent og glað við meg: „Tað stendur í Bíbliuni, at einaferð fer eingin at verða sjúkur, og eingin fer at doyggja!“ „Tað hevði verið deiligt,“ svaraði eg. So segði hon: „Tann nýggi heimurin kemur skjótt, so tú mást ikki spilla tíðina.“ Eg helt, at hon vildi hava meg at gevast sum lækni, so eg bleiv illur, og luftin bleiv rættiliga køld ímillum okkum.
Men kona mín gavst ikki so. Hon bað Gud hjálpa sær at finna tey røttu skriftstøðini at vísa mær. Tað, sum stendur í Prædikaranum 2:22, 23, var sum skrivað til mín. Har stendur: „Hvat fær menniskjað fyri alt strev sítt og tráan hjarta síns, sum hann pøsir seg við undir sólini! … Um tað so er um náttina, finnur hjarta hansara ikki hvílu. Eisini hetta er fáfongd.“ Tað var akkurát soleiðis, eg hevði tað. Eg arbeiddi nátt og dag, men var ongantíð ordiliga nøgdur.
Ein sunnumorgun í juli í 1975 gjørdi eg knappliga av at fara á møti í ríkissalinum hjá Jehova vitnum. Kona mín var longu farin avstað. Hon kvakk við, tá ið hon sá meg koma inn. Øll vóru líka blíð og komu og heilsaðu upp á meg. Aftan á tað fór eg á møti hvønn sunnudag. Umleið ein mánað seinni fór eg eisini at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Tríggjar mánaðir eftir at Jehova vitni vitjaðu konu mína fyrstu ferð, bleiv hon doypt.
Eg góðtók tað, sum Bíblian sigur um blóð
Eg lærdi nokkso skjótt, at Bíblian gevur kristnum boð um at halda seg frá blóði. (Ápostlasøgan 15:28, 29; 1. Mósebók 9:4) Av tí at eg longu var farin at ivast í, um blóðflutningur hjálpti sjúklingum, var tað lætt hjá mær at góðtaka tað, sum Bíblian sigur. c Eg hugsaði: „Viss ein skapari er til, og hetta er nakað, hann sigur, so má tað vera rætt.“
Eg fann eisini út av, at sjúka og deyði er nakað, sum vit hava arvað frá Ádami. (Rómbrævið 5:12) Eg var akkurát tá í ferð við at gera ymiskar kanningar í sambandi við æðrakálking. So hvørt sum vit eldast, verða æðrarnar harðar og trongar, og tað kann elva til nógvar álvarsligar sjúkur. Í mínum høvdi gav tað meining, at allar hesar sjúkurnar komu av ófullkomileikanum, sum vit hava arvað. Aftan á tað misti eg so við og við áhugan fyri medisini. Tað er bara Jehova, sum kann beina fyri sjúku og deyða.
Í mars 1976, sjey mánaðir eftir at eg var farin at kanna Bíbliuna, gavst eg við kanningunum á universitetssjúkrahúsinum. Eg var bangin fyri, at eg aldrin kundi arbeiða sum lækni aftur. Men eg fekk arbeiði á einum øðrum sjúkrahúsi. Eg bleiv doyptur í mai 1976. Eg føldi, at tað besta, eg kundi gera, var at blíva fulltíðarboðari, ella pionerur, og tað bleiv eg í juli 1977.
Eg forsvari Guds áskoðan á blóð
Í november 1979 fluttu Masuko og eg til eina samkomu, sum hevði brúk fyri fleiri boðarum. Eg fann eitt sjúkrahús, sum læt meg arbeiða niðursetta tíð. Fyrsta dagin eg var til arbeiðis, bleiv eg umringaður av fleiri skurðlæknum. Av tí at eg var Jehova vitni, blivu teir við at spyrja meg: „Hvat gert tú, viss ein sjúklingur kemur inn, sum hevur brúk fyri blóðflutningi?“
Upp á ein fólkaligan máta greiddi eg teimum frá, at eg vildi fylgja tí, sum Gud sigur um blóð. Eg segði við teir, at mann kann hjálpa sjúklingum upp á nógvar mátar uttan at geva teimum blóð, og at eg fór at gera mítt allarbesta. Tá ið vit høvdu tosað saman í umleið ein tíma, segði yvirlæknin á skurðdeplinum: „Eg skilji, hvat tú sigur. Men viss ein sjúklingur kemur inn, sum hevur mist nógv blóð, so taka vit okkum av honum.“ Eg hevði hoyrt, at yvirlæknin ikki altíð var so lættur at fáast við, men vit arbeiddu væl saman, og hann respekteraði altíð mína trúgv.
Virðingin fyri blóði stendur sína roynd
Um tað mundið bygdu Jehova vitni eina nýggja deildarskrivstovu í Ebina í Japan. Eina ferð um vikuna fóru konan og eg út á byggiøkið at veita teimum sjálvbodnu arbeiðsfólkunum læknahjálp. Nakrar mánaðir seinni vórðu vit biðin at koma og arbeiða á Betel í Ebina fulla tíð. Í mars 1981 fluttu vit so inn í teir bygningarnar, sum meira enn 500 sjálvboðin longu búðu í. Fyrrapartar hjálpti eg til við at vaska baðirúmini og vesini á byggiøkinum, og seinnapartar arbeiddi eg sum lækni.
Ein av sjúklingunum hjá mær var Ilma Iszlaub. Hon var komin til Japan úr Avstralia sum trúboðari í 1949. Hon hevði blóðkrabba, og læknarnir høvdu sagt við hana, at hon bara hevði nakrar fáar mánaðir eftir at liva í. Ilma vildi ikki taka ímóti blóðflutningi, sum sambært læknunum kundi leingja lívið hjá henni. Hon gjørdi av at verða verandi á Betel ta síðstu tíðina, hon hevði eftir. Tá hevði mann ikki tað slagið av heilivági, sum vit hava í dag, og viðhvørt var hæmoglobintalið hjá henni bara 2-3 millimol pr. litur av blóði (tað vanliga er 8-9 millimol). Men eg royndi at hjálpa henni sum frægast. Ilma, sum hevði eina sterka trúgv, livdi faktiskt umleið sjey ár aftrat!
Gjøgnum ár og dag hava fleiri Jehova vitni á deildarskrivstovuni í Japan havt brúk fyri skurðviðgerð. Tíbetur hava læknarnir á teimum lokalu sjúkrahúsunum opererað uttan at brúka blóð. Eg havi ofta verið við inni á skurðstovuni, og viðhvørt eri eg enntá sloppin at hjálpa til. Eg gleðist hvørja ferð, eg upplivi, at læknar respektera okkara áskoðan á blóð. Tá ið eg havi arbeitt saman við teimum, havi eg ofta havt møguleika at fortelja teimum um mína trúgv. Ein av læknunum bleiv nýliga doyptur sum Jehova vitni.
Tað at læknar hava lært at skurðviðgera Jehova vitni uttan blóð, hevur eisini gagnað øðrum sjúklingum. Kanningar vísa, at sjúklingar koma skjótari fyri seg eftir skurðviðgerð, viss teir ikki hava fingið blóð.
Eg blívi við at læra av tí størsta læknanum í alheiminum
Eg royni at fylgja við í tí, sum hendir á tí medisinska økinum. Men eg blívi eisini við at læra av Jehova, sum er tann størsti læknin í alheiminum. Hann sær ikki bara, hvussu vit eru uttaná, men eisini hvussu vit eru innaní. (1. Sámuelsbók 16:7) Tá ið eg skal viðgera ein sjúkling, royni eg ikki bara at hugsa um sjúkuna, men um allan persónin. Tað er tann besta viðgerðin, ein lækni kann geva.
Vit tæna enn á Betel, og tað, sum gevur mær ta størstu gleðina, er enn at fortelja øðrum um Jehova, millum annað um hansara áskoðan á blóð. Eg biði til, at Jehova skjótt fer at beina fyri sjúku og deyða. – Yasushi Aizawa segði frá.
[Undirgreinar]
a Ein serfrøðingur sigur, at ein sjúklingur, sum antin hevur verið upp á vegin, fyrr hevur fingið blóðflutning ella eina transplantatión, seinni kann fáa eina álvarsliga reaktión upp á blóðflutning, sum kann oyðileggja teir reyðu blóðkropparnar. Í slíkum førum vísa blóðkanningar, sum verða gjørdar frammanundan, ikki, at vandi kann vera á ferð. Ein bók um blóð greiðir frá, at henda upploysingin av reyðum blóðkroppum kann koma fyri, sjálvt um mann bara fær eina lítla mongd av ósambæriligum blóði í seg. Tá ið nýruni ganga fyri, kunnu tey ikki longur reinsa blóðið, og sjúklingurin verður eitraður.
b Í blaðnum Journal of Clinical Oncology frá august 1988 stóð um krabbaviðgerð, at tey, sum ikki høvdu fingið blóðflutning í sambandi við skurðviðgerð, komu skjótari fyri seg enn tey, sum høvdu fingið blóðflutning.
c Fleiri upplýsingar um, hvat Bíblian lærir um blóð, eru at fáa í heftinum Hvordan kan blod redde dit liv? sum Jehova vitni hava givið út.
[Tekstsendurgeving]
„Eg segði við teir, at mann kann hjálpa sjúklingum upp á nógvar mátar uttan at geva teimum blóð, og at eg fór at gera mítt allarbesta.“
[Tekstsendurgeving]
„Kanningar vísa, at sjúklingar koma skjótari fyri seg eftir skurðviðgerð, viss teir ikki hava fingið blóð.“
[Mynd]
Ovast: Eg haldi ein bíbilskan fyrilestur
Til høgru: Saman við konu míni, Masuko, í dag