Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tú klárar tað!

Tú klárar tað!

Tú klárar tað!

NÚ ERT tú næstan klárur at leggja av. (1. Krønikubók 28:10) Hvat er eftir at gera?

Vel ein dag. Heilsumyndugleikar mæla til, at tá ið mann hevur sett sær fyri at leggja av, skal mann ikki bíða meira enn tvær vikur við at hava sín fyrsta roykfría dag. Tað kann hjálpa tær at halda fast við avgerðina. Set kross í kalendaran, sig tað við familju og vinir og halt fast við dagin, sjálvt um okkurt óvæntað hendir.

Ger tær eitt „legg av kort“. Tú kanst skriva ymiskt á kortið, sum kann hjálpa tær at leggja av. Skriva til dømis …

● hví tú vilt leggja av

● hvønn tú kanst ringja til, tá ið tú mungar illa

● nøkur góð orð, sum hjálpa tær, kanska eitt ørindi úr Bíbliuni, so sum Galatiabrævið 5:22, 23

Hav altíð kortið uppi á tær, og les tað fleiri ferðir um dagin. Sjálvt tá ið tú hevur lagt av, er tað gott at hyggja at kortinum, hvørja ferð tú fert at munga.

Broyt vanar beinanvegin. Tað er gott at byrja at broyta vanar, longu áðrenn tann dagin tú hevur valt at leggja av at roykja. Viss tú til dømis plagar at roykja, beint tá ið tú fert upp um morgunin, kanst tú royna at bíða ein tíma ella so. Viss tú vanliga roykir í sambandi við eina máltíð ella beint aftaná, kanst tú royna at broyta tann vanan. Far ikki har, sum onnur roykja. Og tá ið tú ert einsamallur, kanst tú venja teg at siga hart: ’Nei, takk. Eg havi lagt av.’ Slíkar broytingar gera teg kláran til tann dagin, tá ið tú skalt leggja av, og tær fáa teg eisini at hugsa um, at tú skjótt verður roykfríur.

Ger teg kláran. Tá ið dagurin at leggja av nærkast, er tað gott at eiga ymiskt inni, sum tú kanst koyra í munnin í staðin fyri sigarettina, til dømis gularøtur, nøtur, tyggigummi og so framvegis. Minn familju og vinir á, nær tú ætlar tær at leggja av, og hvussu tey kunnu hjálpa tær. Dagin áðrenn kanst tú blaka øskubikør, tendrarar og tílíkt í skrell. Syrg eisini fyri, at ongar sigarettir liggja heima við hús, í lummum, í bilinum ella á arbeiðsplássinum. Tað fer at gera tað lættari hjá tær. Og minst eisini til at biðja Gud hjálpa tær, serliga aftan á at tú hevur roykt ta seinastu sigarettina. – Lukas 11:13.

Nógv hava klárað at sagt „farvæl“ við sigarettina, og tað klárar tú eisini! Tú kanst gleða teg til at fáa eina betri heilsu og at føla ein stóran lætta.

[Mynd]

Hav altíð „legg av kortið“ uppi á tær, og les tað fleiri ferðir um dagin