Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví eiga vit at stuðla Guds ríki nú?

Hví eiga vit at stuðla Guds ríki nú?

Ímynda tær, at eitt ógvisligt ódnarveður er á veg, har sum tú býrt. Myndugleikarnir biðja øll leita sær skjól beinanvegin. Hvat hevði tú gjørt? Tú hevði heilt sikkurt farið onkrastaðni, har sum tú føldi teg tryggan.

Ein stór „ódn“ er so at siga á veg inn yvir okkum øll. Tað er tann stóra trongdin, sum Jesus tosaði um. (Matteus 24:21) Eingin sleppur undan hesi trongdini, men vit kunnu gera nakað fyri at verja okkum. Hvat kunnu vit gera?

Í fjallaprædikuni segði Jesus: „Søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara!“ (Matteus 6:33) Hvussu gera vit tað?

Vit mugu søkja Guds ríki fyrst. Tað merkir, at Guds ríki má hava størri týdning í okkara lívi enn nakað annað. (Matteus 6:25, 32, 33) Hví má tað tað? Tí tað er bara Guds ríki, sum kann loysa trupulleikarnar hjá menniskjunum.

Vit mugu søkja hansara rættvísi. Vit mugu gera okkara besta fyri at liva eftir Guds rættvísu lógum og meginreglum. Hví tað? Tí viss vit sjálvi vilja bestemma, hvat er rætt og skeivt, endar tað heilt sikkurt galið. (Orðtøkini 16:25) Men viss vit fylgja Guds normum, gleða vit Gud, og tað er eisini gott fyri okkum sjálvi. – Esaias 48:17, 18.

Vit mugu blíva við at søkja Guds ríki og hansara rættvísi fyrst. Jesus ávaraði um, at nøkur kunnu missa fokus og halda, at ríkidømi kann geva tryggleika. Onnur kunnu blíva so upptikin av tí dagliga og ymiskum trupulleikum, at tey ikki geva sær tíð til at søkja Guds ríki fyrst. – Matteus 6:19-21, 25-32.

Men Jesus lovaði, at tey, sum stuðla Guds ríki, skulu fáa tað, sum tey hava brúk fyri, longu nú og eina fantastiska framtíð. – Matteus 6:33.

Hóast lærisveinarnir hjá Jesusi í fyrstu øld søktu Guds ríki og hansara rættvísi fyrst, upplivdu teir ikki, at øll sorg og pína bleiv burturbeind, meðan teir livdu. Men har var nakað, sum vardi teir. Hvat var tað?

Av tí at teir fylgdu Guds rættvísu normum, sluppu teir undan nógvum trupulleikum, sum onnur høvdu at stríðast við, tí tey ikki vildu lurta eftir Gudi. Og teirra sterka trúgv upp á, at Guds ríki skuldi koma, hjálpti teimum at koma ígjøgnum tær tungu løturnar. Haraftrat gav Gud teimum eina „ómetaliga kraft“, sum hjálpti teimum at halda út. – 2. Korintbræv 4:7-9.

FERT TÚ AT SØKJA GUDS RÍKI FYRST?

Tey kristnu í fyrstu øld fylgdu boðunum frá Jesusi um at søkja ríkið fyrst. Hvar tey so komu, boðaðu tey altíð um Guds ríki. (Kolossebrævið 1:23) Er tað nakar, sum ger tað sama í dag?

Ja! Jehova vitni skilja, at Guds ríki heilt skjótt fer at beina fyri heimsskipanini, sum er í dag. Tí gera tey sítt besta fyri at fylgja tí, sum Jesus segði í Matteus 24:14. Har stendur: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“

Hvussu fer hesin boðskapurin at ávirka teg? Vit hopa, at tú fert at gera sum fólkini í makedónska býnum Berøa í fyrstu øld. Tá ið tey hoyrdu tey góðu tíðindini um Guds ríki, sum Paulus tosaði um, tóku tey glað ímóti tí. Tey ’rannsakaðu Skriftirnar’ og skiltu, at tað, sum tey høvdu hoyrt, var rætt, og tey fylgdu tí eisini. – Ápostlasøgan 17:11, 12.

Tað kanst tú eisini gera. Viss tú søkir Guds ríki og hansara rættvísi fyrst, fært tú eitt gott lív nú og møguleika fyri at liva um ævir í einum paradísi, har alt er trygt og gott.