Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Komi ríki Títt“ – ein bøn, sum milliónir av fólki biðja

„Komi ríki Títt“ – ein bøn, sum milliónir av fólki biðja

Hevur tú nakrantíð biðið um, at Guds ríki skal koma? Í næstan 2.000 ár hava milliónir av fólki biðið: „Komi ríki Títt!“ í bønini faðirvár. Hví hava tey tað? Tí Jesus bað lærisveinarnar hjá sær biðja um, at Guds ríki skuldi koma.

Lærisveinarnir skiltu ikki beinanvegin alt tað, sum Jesus segði um Guds ríki. Einaferð spurdu teir hann: „Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?“ Tað hevur nokk undrað teir, at Jesus ikki svaraði beinleiðis upp á spurningin. (Ápostlasøgan 1:6, 7) Vil tað siga, at tað ikki ber til at finna út av, hvat Guds ríki er, og nær tað kemur? Nei, slett ikki!

Í hesi útgávuni av Vakttorninum verða hesir spurningarnir svaraðir:

  • Hví hava vit brúk fyri Guds ríki?

  • Hvør er kongur í Guds ríki?

  • Nær fer Guds ríki at ráða yvir jørðini?

  • Hvat fer Guds ríki at gera?

  • Hví eiga vit at stuðla Guds ríki nú?

  • Hvat er Guds ríki?