Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Nær verður heimsins endi?

Nær verður heimsins endi?

Sum nevnt í undanfarnu greinini, lærir Bíblian ikki, at heimsins endi merkir, at jørðin ella mannaættin verður fyribeind. Nei, tað, sum skal fyribeinast, er henda ónda heimsskipanin og øll, sum stuðla henni. Men sigur Bíblian nakað um, nær tað fer at henda?

HETTA SEGÐI JESUS UM HEIMSINS ENDA:

„Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.“ – MATTEUS 25:13.

„Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er.“ – MARKUS 13:33.

So eingin á jørðini veit akkurát, nær henda heimsskipanin fær ein enda. Men endin kemur „tann dag og tíma“, Gud hevur ásett. (Matteus 24:36) Vil tað siga, at tað als ikki ber til at finna út av, nær endin nærkast? Nei. Jesus segði við lærisveinarnar, at ávísar hendingar í heiminum skuldu vísa, at endin var nær.

HVAT SEGÐI JESUS SKULDI HENDA?

Hendingarnar, sum Jesus nevndi, skuldu vera tekin um, at endin á hesi heimsskipanini var nær. Hann segði: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.“ (Matteus 24:3, 7) Hann segði eisini, at „pestur“, altso farsóttir, skuldu vera. (Lukas 21:11) Heldur tú, at tað er nakað, vit uppliva nú?

Nógv menniskju í dag merkja ræðuligu avleiðingarnar av kríggi, hungursneyð, jarðskjálvtum og sjúkum. Eitt dømi er ógvisligi jarðskjálvtin í 2004, ið elvdi til eina flóðaldu í Indiahavinum, sum drap umleið 225.000 fólk. Upp á trý ár doyðu umleið 6,9 milliónir fólk um allan heimin av COVID-19 farsóttini. Jesus segði, at hendingar sum hesar skuldu vísa, at endin á hesum ónda heimi var nær.

TEIR SÍÐSTU DAGARNIR

Bíblian rópar tíðarskeiðið beint áðrenn heimsins enda fyri ’síðstu dagarnar’. (2. Pætursbræv 3:3, 4) Sambært 2. Timoteusarbrævi 3:1-5 skuldu fólk á síðstu døgum hava sera ringan moral. (Les rammuna „ Beint áðrenn heimsins enda“.) Heldur tú, at nógv fólk í dag eru sjálvsøkin, harðlig, kærleiksleys og elska pengar? Tað er eisini eitt prógv um, at vit liva beint áðrenn heimsins enda.

Hvussu leingi vara teir síðstu dagarnir? Sambært Bíbliuni vara teir bara eina stutta tíð. Og so fer Gud at beina fyri teimum, sum oyðileggja jørðina. – Opinberingin 11:15-18; 12:12.

JØRÐIN VERÐUR SKJÓTT EITT PARADÍS!

Gud veit, nær hann fer at beina fyri hesum ónda heimi, tí hann hevur longu ásett dagin og tíman. (Matteus 24:36) Men vit hava meira at gleðast um, tí Gud „vil ikki, at nakar skal fortapast“. (2. Pætursbræv 3:9) Og tí gevur hann okkum møguleika at læra hann at kenna og at fylgja hansara normum. Hann vil, at vit skulu yvirliva heimsins enda og sleppa at búgva í hansara nýggja heimi, tá ið jørðin verður eitt paradís.

Gud hevur syrgt fyri, at øll hava møguleika fyri at finna út av, hvat skal til fyri at sleppa at liva í nýggja heiminum. Jesus segði, at tey góðu tíðindini um Guds ríki skuldu verða prædikað um alla jørðina. (Matteus 24:14) Jehova vitni í øllum heiminum brúka milliardir av tímum upp á at læra onnur um vónina í Bíbliuni. Jesus segði, at hesin boðskapurin skuldi boðast um alla jørðina, áðrenn endin skuldi koma.

Skjótt fara eingi menniskju at ráða longur. Men tað góða er, at tú kanst yvirliva heimsins enda og sleppa at liva á jørðini í paradísinum, sum Gud hevur lovað. Tann næsta greinin vísir, hvussu tú kanst sleppa at búgva í tí nýggja heiminum.

Tað, sum Jesus segði um teir ’síðstu dagarnar’, gevur okkum vón