Verður hesin heimurin oyðilagdur?
Tú veitst kanska, at Bíblian tosar um heimsins enda. (1. Jóhannesarbræv 2:17) Men vil tað siga, at mannaættin verður fyribeind? Fer jørðin at liggja oyðin ella blíva oyðiløgd?
SAMBÆRT BÍBLIUNI ER SVARIÐ TIL BÁÐAR SPURNINGARNAR NEI!
Hvat fær ikki ein enda?
MANNAÆTTIN
Bíblian sigur: ’Gud skapti ikki jørðina til at liggja í oyði, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana.’ – ESAIAS 45:18.
JØRÐIN
Bíblian sigur: „Eitt ættarliðið fer, og annað kemur, men jørðin stendur í allar ævir.“ – PRÆDIKARIN 1:4.
HVAT MERKIR TAÐ? Bíblian sigur, at jørðin ongantíð verður oyðiløgd, og at menniskju altíð fara at búgva á henni. Men hvat merkir heimsins endi so?
HUGSA UM HETTA: Bíblian samanber heimsins enda við tað, sum hendi, tá ið Nóa livdi. Tá var jørðin full av óndskapi. (1. Mósebók 6:13) So Gud gjørdi av at beina fyri øllum óndum menniskjum í einari vatnflóð. Men Nóa var eitt gott menniskja. Hann gjørdi tað, sum var rætt, og tí bjargaði Gud Nóa og familjuni. Um tað, sum hendi tá, sigur Bíblian: „Heimurin, ið tá var, [gekk] undir í vatnflóðini.“ (2. Pætursbræv 3:6) Har stóð altso, at heimurin gekk undir í einari vatnflóð. Men hvat var tað, sum bleiv oyðilagt? Tað var ikki jørðin, nei, tað vóru tey óndu menniskjuni á jørðini. So tá ið Bíblian tosar um heimsins enda, merkir tað ikki, at sjálv jørðin verður oyðiløgd. Tað, sum fær ein enda, eru tey óndu menniskjuni og tann heimsskipanin, sum tey hava skapt.
Hvat fær ein enda?
TRUPULLEIKAR OG ÓNDSKAPUR
Bíblian sigur: „Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur. Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“ – SÁLMUR 37:10, 11.
HVAT MERKIR TAÐ? Vatnflóðin á døgum Nóa beindi ikki fyri óndskapi med alla. Tað vardi ikki leingi, áðrenn menniskju aftur fóru at oyðileggja lívið hjá hvørjum øðrum. Men nú fer Gud skjótt at beina fyri øllum óndskapi. Sum Sálmur 37 sigur, verður „hin gudleysi ikki til“. Gud fer at brúka sítt ríki til at steðga óndskapi. Hansara ríki er ein stjórn í himli, sum fer at ráða yvir menniskjum, ið vilja fylgja hansara normum.
HUGSA UM HETTA: Fara heimsins leiðarar at stuðla Guds ríki? Bíblian vísir, at tað fara teir ikki at gera. Teir fara tvørturímóti at seta seg upp ímóti Guds ríki. (Sálmur 2:2) Hvat verður úrslitið? Bíblian sigur, at Guds ríki fer at ráða í staðin fyri allar mannastjórnir, og at tað skal „standa fast í allar ævir“. (Dániel 2:44) Men hví sleppa menniskju ikki at stýra longur?
Menniskju sleppa ikki at stýra longur
Bíblian sigur: ’Menniskjað er ikki ment at stýra gongd síni!’ – JEREMIAS 10:23.
HVAT MERKIR TAÐ? Menniskju eru ikki skapt til at stýra. Tað hevur ikki eydnast serliga væl hjá menniskjum at ráða yvir hvørjum øðrum og loysa trupulleikarnar í heiminum.
HUGSA UM HETTA: Í Britannica Academic stendur, at tað ikki er sannlíkt, at tær ymisku stjórnirnar eru førar fyri „at loysa globalar trupulleikar sum fátækradømi, hungursneyð, sjúkur, náttúruvanlukkur, kríggj og harðskap“. Víðari stendur: „Nøkur … halda, at hesir trupulleikarnir bara kunnu loysast, um vit fáa eina heimsstjórn.“ Men sjálvt um allar mannastjórnir samstarvaðu, vóru tað framvegis ófullkomin menniskju, sum ráddu, og tey eru ikki før fyri at loysa hesar trupulleikarnar. Guds ríki er tann einasta stjórnin, sum hevur eina varandi loysn upp á allar heimsins trupulleikar.
So tað, sum Bíblian sigur um heimsins enda, altso endan á hesi óndu heimsskipanini, hjálpir okkum at skilja, at tað ikki er nakað, vit skulu vera bangin fyri. Tað er faktiskt nakað, vit kunnu gleða okkum til, tí alt tað ónda og ræðuliga í hesum heimi verður burtur, og Guds nýggi heimur kemur í staðin!
Nær fer alt hetta at henda? Næsta greinin vísir, hvat Bíblian sigur um tað.