Vit hava brúk fyri einum betri heimi!
ST-aðalskrivarin António Guterres hevur sagt: „Heimurin er fullur av trupulleikum.“ Heldur tú eisini tað?
Hvønn dag hoyra vit tíðindi um …
sjúkur og farsóttir
náttúruvanlukkur
fátækradømi og hungursneyð
dálking og globala upphiting
brotsverk, harðskap og mutur
kríggj
Vit hava brúk fyri einum heimi, har øll …
hava góða heilsu
kenna seg trygg
fáa nokk at eta
búgva í einum reinum umhvørvi
verða rættvíst viðfarin
liva saman í friði og náðum
Men ber tað til at fáa ein betri heim?
Hvat fer at henda við heiminum, vit liva í nú?
Hvussu kunnu vit sleppa at búgva í einum betri heimi?
Hendan útgávan av blaðnum Vakttornið vísir, hvussu Bíblian svarar hesum og øðrum spurningum.