Hvussu kanst tú sleppa at búgva í nýggja heiminum?
Tær undanfarnu greinarnar vístu, at Gud skjótt fer at beina fyri hesum ónda heimi og øllum trupulleikunum í honum. Vit kunnu vera heilt sikkur upp á, at tað fer at henda. Hví? Tí Bíblian sigur:
„Heimurin forgongur.“ – 1. JÓHANNESARBRÆV 2:17.
Men vit vita eisini, at tað ber til at yvirliva, tí í sama bíbliuørindi stendur:
„Tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“
Vit mugu altso gera Guds vilja, um vit vilja yvirliva. Og fyri at finna út av, hvat Guds vilji er, mugu vit fyrst læra hann at kenna.
TÚ MÁST LÆRA GUD AT KENNA FYRI AT YVIRLIVA HEIMSINS ENDA
Jesus segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud.“ (Jóhannes 17:3) So vit mugu læra Gud at kenna fyri at yvirliva heimsins enda og fáa ævigt lív. Tað hevur nógv meira við sær enn bara at trúgva upp á, at Gud er til ella at vita eitt sindur um hann. Vit mugu vera vinir við hann. Viss vit vilja vera góðir vinir við onkran, mugu vit brúka tíð saman við viðkomandi. Og soleiðis er tað eisini við Gudi. Latið okkum kanna nakrar grundleggjandi sannleikar í Bíbliuni, sum geva okkum hug til at blíva vinir við Gud.
LES Í BÍBLIUNI HVØNN DAG
Vit mugu eta regluliga fyri at kunna liva. Men Jesus segði: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.“ – Matteus 4:4.
Í dag er Guds orð at finna í Bíbliuni. Tá ið tú kannar hana nærri, finnur tú út av, hvat Gud hevur gjørt fyrr í tíðini, hvat hann ger nú, og hvat hann fer at gera í framtíðini.
BIÐ GUD HJÁLPA TÆR
Hvat kanst tú gera, um tú gjarna vilt fylgja Guds normum, men heldur tað vera ringt at gevast við onkrum, sum hann sigur er skeivt? Tá kann tað vera ein stór hjálp at læra Gud enn betur at kenna.
Hugsa um, hvussu tað gekst einari konu, sum vit kunnu rópa Sandra. Hon livdi eitt ómoralskt lív. Men tá ið hon fór at kanna Bíbliuna, fann hon skjótt út av, hvat Gud sigur um at halda seg frá seksuellum ómorali. (1. Korintbræv 6:18) Sandra bað til Gud um styrki, og tað eydnaðist hjá henni at halda uppat við sínum skeiva atburði. Men tað er framvegis eitt stríð hjá henni viðhvørt. Hon sigur: „Viss eg fái óhóskandi tankar, biði eg til Jehova og sigi tað akkurát sum tað er, tí eg veit, at eg ikki klári at stríðast við hetta einsamøll. Bønin hevur givið mær eitt tættari samband við Jehova.“ Eins og Sandra royna milliónatals menniskju at læra Gud betur at kenna. Hann gevur teimum styrki til at gera neyðugar broytingar og til at liva upp á ein máta, sum gleðir hann. – Filippibrævið 4:13.
Jú betur tú lærir Gud at kenna, jú tættari vinalag fært tú við hann. (Galatiabrævið 4:9; Sálmur 25:14) Og tá kanst tú yvirliva heimsins enda og sleppa at búgva í Guds nýggja heimi. Men hvussu verður lívið í tí nýggja heiminum? Tað kemur næsta greinin inn upp á.
a Jehova er Guds navn sambært upprunatekstinum til Bíbliuna.