Far beinleiðis til innihaldið

LESTRARGREIN 44

Fá tær góðar vinir, áðrenn endin kemur

Fá tær góðar vinir, áðrenn endin kemur

„Vinur elskar altíð.“ – ORÐT. 17:17.

SANGUR NR. 101 Tænið saman í einleika

ENDAMÁL a

Vit fáa brúk fyri góðum vinum í tí stóru trongdini (Sí stykki 2) c

1-2. Hvat hjálpir okkum at klára royndir sambært 1. Pætursbrævi 4:7, 8?

 VIT nærkast endanum á teimum síðstu døgunum, og tí kunnu vit rokna við trupulleikum. (2. Tim. 3:1) Til dømis brast ófriður á í sambandi við eitt val í einum landi í Vesturafrika. Í meira enn seks mánaðir vóru okkara brøður og systrar mitt í einum krígsøki og kundu ikki ferðast frítt. Hvat hjálpti teimum at klára tað? Summi kundu búgva heima hjá brøðrum og systrum í einum meira friðarligum øki. Ein bróðir segði: „Tá føldi eg, hvussu gott tað var at hava góðar vinir. Vit hjálptu og stuðlaðu hvørjum øðrum.“

2 Tá ið tann stóra trongdin kemur, fáa vit brúk fyri góðum vinum. (Opinb. 7:14) Tí er tað viktigt, at vit longu nú gera okkara besta fyri at fáa góðar vinir. (Les 1. Pætursbræv 4:7, 8.) Vit kunnu læra nógv av tí, sum hendi við Jeremiasi. Hann hevði góðar vinir, sum hjálptu honum at klára alt tað ræðuliga, sum hendi, beint áðrenn Jerusalem bleiv oyðilagt. b Hvat gjørdi Jeremias, og hvat kann tað læra okkum?

VIT KUNNU LÆRA AV JEREMIASI

3. (a) Hvat kundi fingið Jeremias at hildið seg fyri seg sjálvan? (b) Hvat fortaldi Jeremias Baruki, og hvat varð úrslitið?

3 Í minst 40 ár búði Jeremias millum fólk, sum hann ikki kundi líta á, teirra millum grannar og kanska eisini skyldfólk úr heimbýnum Anatot. (Jer. 11:21; 12:6) Men tað fekk hann ikki at halda seg fyri seg sjálvan. Hann fortaldi Baruki, sínum trúfasta skrivara, um sínar tankar og kenslur. Og vit vita eisini, hvussu hann hevði tað, tí frásøgan bleiv skrivað niður. (Jer. 8:21; 9:1; 20:14-18; 45:1) Meðan Baruk skrivaði frásøguna hjá Jeremiasi, eru teir sikkurt blivnir tættari knýttir at hvørjum øðrum og hava fingið størri virðing fyri hvørjum øðrum. – Jer. 20:1, 2; 26:7-11.

4. Hvat bað Jehova Jeremias gera, og hvussu styrkti tað vinalagið millum Jeremias og Baruk?

4 Jeremias hevði í nógv ár ávarað ísraelsmenn um tað, sum skuldi henda við Jerusalem. (Jer. 25:3) Nú vildi Jehova enn eina ferð royna at fáa fólkið at venda við, og tí bað hann Jeremias skriva boðskapin í eina bókrullu. (Jer. 36:1-4) Tað var ein stór uppgáva, og Jeremias og Baruk hava óivað arbeitt tætt saman í fleiri mánaðir fyri at fáa hana lidna. Og ta tíðina hava teir sikkurt tosað nógv saman og styrkt trúnna hjá hvørjum øðrum.

5. Hvussu vísti Baruk seg at vera ein góður vinur hjá Jeremiasi?

5 Tá ið teir vóru lidnir at skriva bókrulluna, mátti Jeremias biðja Baruk fara og lesa hana upp fyri fólkinum. (Jer. 36:5, 6) Tað var ein vandamikil uppgáva at átaka sær, men Baruk var djarvur. Dugir tú at ímynda tær, hvussu Jeremias hevði tað, tá ið hansara góði vinur fór inn í tempulforgarðin og gjørdi, sum hann var biðin? Hann hevur sikkurt verið errin av honum. (Jer. 36:8-10) Tá ið høvdingarnir í Juda fingu at vita, hvat Baruk hevði gjørt, bóðu teir hann eisini lesa hana upp fyri teimum. (Jer. 36:14, 15) Teir gjørdu av at siga Jójakim kongi, hvat Jeremias hevði skrivað. Men fyrst ávaraðu teir Baruk og søgdu: „Farið og fjalið tykkum, tú og Jeremias – latið ongan vita, hvar tit eru!“ (Jer. 36:16-19) Tað vóru góð ráð!

6. Hvat gjørdu Jeremias og Baruk, tá ið teir fingu mótstøðu?

6 Tá ið Jójakim kongur hoyrdi, hvat Jeremias hevði skrivað, bleiv hann so illur, at hann brendi bókrulluna og gav boð um at handtaka Jeremias og Baruk. Men Jeremias læt seg ikki ræða. Hann gav Baruki eina aðra bókrullu og bað hann skriva „alt tað, sum staðið hevði í bókini, sum Jójakim kongur í Juda hevði brent“. – Jer. 36:26-28, 32.

7. Hvat hendi helst, meðan Jeremias og Baruk arbeiddu saman?

7 Fólk, sum klára eina roynd saman, verða ofta tætt knýtt at hvørjum øðrum. So tað kann væl hugsast, at Jeremias og Baruk blivu uppaftur tættari knýttir, meðan teir arbeiddu við at gera eina nýggja bókrullu í staðin fyri hana, sum Jójakim kongur hevði brent. Hvat kunnu vit læra av hesum báðum monnunum?

VIT MUGU TOSA OPIÐ VIÐ ONNUR

8. Hvat kann forða okkum í at fáa góðar vinir, men hví mugu vit allíkavæl royna?

8 Tað er kanska ikki so lætt hjá okkum at tosa opið við onnur, viss vit fyrr eru blivin særd. (Orðt. 18:19, 24) Tað kann eisini vera, at vit ikki føla, at vit hava tíð og orku at fáa okkum nýggjar vinir. Men vit mugu allíkavæl royna. Um vit gjarna vilja hava, at okkara brøður og systrar skulu hjálpa okkum, tá ið vit hava tað ringt, mugu vit læra at vísa teimum álit nú við at fortelja teimum, hvat vit hugsa og føla. Tað er eitt týðandi stig at taka, viss vit vilja hava góðar vinir. – 1. Pæt. 1:22.

9. (a) Hvussu vísti Jesus, at hann hevði álit á sínum vinum? (b) Hvussu kann tað, at tú tosar opið við onnur, hjálpa tær at fáa góðar vinir? Nevn eitt dømi.

9 Jesus vísti vinunum hjá sær álit við at tosa opið og erliga við teir. (Jóh. 15:15) Vit kunnu royna at vera sum hann og fortelja øðrum, hvat vit eru glað fyri, hvat skuffar okkum, og hvørjum vit stúra fyri. Viss vit lurta væl eftir, tá ið onnur fortelja okkum nakað, finna vit kanska út av, at vit ikki eru so ólík – at vit ofta hava somu tankar, kenslur og mál. Tak til dømis Cindy, ein systir í tjúgunum. Hon bleiv vinur við eina pionersystur í trýssunum, sum eitur Marie-Louise. Cindy og Marie-Louise fylgjast hvønn hósdag fyrrapart í boðanini, og tær tosa um alt møguligt. Cindy sigur: „Eg haldi, at tað er so deiligt at tosa við mínar vinir um sovorðið, sum hevur týdning, tí tað hjálpir mær at læra teir betur at kenna og eisini at skilja teir betur.“ Vinir verða tættari knýttir, tá ið teir tosa opið saman. Viss tú gert sum Cindy og tosar opið við onnur, verða tit allarhelst betri vinir. – Orðt. 27:9.

VIT MUGU ARBEIÐA SAMAN VIÐ ØÐRUM

Góðir vinir fylgjast í boðanini (Sí stykki 10)

10. Hvat gott kann koma burturúr, tá ið vit arbeiða saman við okkara trúarfelagum sambært Orðtøkunum 27:17?

10 Jeremias og Baruk blivu tættari knýttir, tá ið teir arbeiddu saman. Tað sama er galdandi hjá okkum. Tá ið vit arbeiða saman við okkara trúarfelagum, læra vit av teimum og verða tættari knýtt at teimum. (Les Orðtøkini 27:17.) Hvussu hevur tú tað til dømis, tá ið tú ert í boðanini saman við einum trúarfelaga og hoyrir hann forsvara sína trúgv ella tosa við heitum kenslum um Jehova og hansara ætlanir? Tú verður heilt sikkurt uppaftur betri við hann.

11-12. Nevn eitt dømi um, hvussu vit kunnu blíva betri vinir, tá ið vit fylgjast í boðanini.

11 Vit fara at koma inn upp á tvey dømi, sum vísa, at vit verða tættari knýtt at hvørjum øðrum, tá ið vit fylgjast í boðanini. Adeline, sum er 23 ára gomul, bað vinkonuna hjá sær, Candice, um at koma við út at boða í einum øki, sum sjáldan verður vitjað. Hon sigur: „Vit vildu gjarna verða meira motiveraðar og fáa størri gleði í boðanini. Vit høvdu báðar brúk fyri at fáa eitt andaligt ’boost’.“ Hvat fingu tær so burturúr? Adeline fortelur: „Um kvøldarnar tosaðu vit um, hvussu vit høvdu tað, hvussu tað, sum vit høvdu upplivað í boðanini, ávirkaði okkum, og hvussu vit føldu, at Jehova var við okkum. Tað var so deiligt at kunna tosa um hesi tingini, og vit komu at kenna hvørja aðra nógv betur.“

12 Laïla og Marianne, tvær stakar systrar úr Fraklandi, fóru fimm vikur á boðanarferð í Bangui, sum er høvuðsstaðurin í Miðafrikalýðveldinum. Laïla fortelur: „Vit eru øgiliga ymiskar, so tað var ikki altíð so lætt. Men av tí at Marianne og eg tosaðu opið saman og vístu hvørji aðrari umhugsni, blivu vit uppaftur betri vinir. Eg legði merki til, at Marianne var lagalig, góð við fólkini á staðnum og øgiliga íðin í boðanini. Og tað gav mær stóra virðing fyri henni.“ Tað er ikki neyðugt at fara til eitt fremmant land fyri at uppliva hetta. Hvørja ferð tú fylgist í boðanini við einum bróður ella eini systur, læra tit hvønn annan betur at kenna og blíva enn betri vinir.

VIT MUGU LEGGJA DENT Á TAÐ POSITIVA OG FYRIGEVA

13. Hvat kann vera ein avbjóðing, tá ið vit arbeiða tætt saman?

13 Tá ið vit arbeiða tætt saman við okkara trúarfelagum, síggja vit ikki bara teirra góðu síður, men eisini teirra veikleikar. Hvat kann hjálpa okkum at verða verandi vinir allíkavæl? Vit kunnu læra nógv av Jeremiasi. Hvat hjálpti honum at síggja tað góða í øðrum og ikki hugsa so nógv um mistøkini?

14. Hvat lærdi Jeremias um Jehova, og hvussu hjálpti tað honum?

14 Jeremias skrivaði ta bókina, sum ber hansara navn. Og hann skrivaði helst eisini Fyrru og Seinnu Kongabók. Meðan hann gjørdi tað, hevur hann ivaleyst lagt merki til, hvussu miskunnsamur Jehova er. Til dømis visti hann, at Akab kongur hevði gjørt nógv ónt, sum hann seinni angraði. Og at Jehova tí syrgdi fyri, at straffurin ikki kom yvir familjuna í hansara livitíð. (1. Kong. 21:27-29) Jeremias visti eisini, at Manasse hevði verið uppaftur verri enn Akab, og at Jehova kortini fyrigav honum, tá ið hann angraði. (2. Kong. 21:16, 17; 2. Krøn. 33:10-13) Tær frásøgurnar mugu hava hjálpt Jeremiasi til eisini at vera tolin og fyrigeva sínum vinum. – Slm. 103:8, 9.

15. Hvussu tók Jeremias eftir Jehova, tá ið Baruk læt seg órógva?

15 Tað er áhugavert at leggja merki til, hvussu Jeremias hjálpti Baruki, tá ið hann einaferð læt seg órógva og ikki fekk savnað seg um sína uppgávu. Í staðin fyri alt fyri eitt at hugsa, at Baruk var hopleysur, hjálpti Jeremias honum. Hann gav honum nøkur góð ráð frá Gudi, sum bæði vóru greið og kerlig. (Jer. 45:1-5) Hvat kann tað læra okkum?

Góðir vinir fyrigeva hvørjum øðrum (Sí stykki 16)

16. Hvat mugu vit sambært Orðtøkunum 17:9 gera fyri ikki at missa okkara vinir?

16 Vit kunnu ikki vænta, at okkara brøður og systrar eru fullkomin. Tí krevur tað nakað av okkum at halda fast við teir vinirnar, vit fáa í samkomuni. Viss ein vinur ger okkurt skeivt, noyðast vit kanska at geva honum góð, men beinleiðis ráð úr Bíbliuni. (Slm. 141:5) Og viss hann særir okkum, mugu vit fyrigeva honum. Tá ið vit so hava fyrigivið honum, skulu vit ikki tosa um mistakið aftur, hvørki við hann ella onnur. (Les Orðtøkini 17:9.) Vit liva í torførum tíðum, og tí er tað øgiliga viktigt at fokusera upp á tær góðu síðurnar, sum okkara brøður og systrar hava, og ikki á teirra veikleikar. Tað knýtir okkum saman sum vinir, og vit fáa virkuliga brúk fyri góðum vinum í stóru trongdini.

VIT MUGU VÍSA TRÚFASTAN KÆRLEIKA

17. Hvussu vísti Jeremias seg at vera ein góður vinur, tá ið á stóð?

17 Jeremias vísti seg at vera ein góður vinur, tá ið á stóð. Eitt dømi er tað, sum hendi, tá ið Ebed-Melek, sum var embætismaður í kongshúsinum, hevði bjargað Jeremiasi frá at doyggja í einum djúpum brunni. Aftan á bjargingina var Ebed-Melek bangin fyri, at høvdingarnir nú fóru at koma eftir honum og eisini gera honum fortreð. Tá ið Jeremias fekk tað at vita, læt hann ikki bara eyguni aftur og hopaði, at alt fór at laga seg. Sjálvt um hann sat í fongsli, gjørdi hann tað hann kundi fyri at ugga vinin hjá sær, Ebed-Melek, við boðskapinum frá Jehova. – Jer. 38:7-13; 39:15-18.

Góðir vinir hjálpa hvørjum øðrum, tá ið á stendur (Sí stykki 18)

18. Hvat skulu vit gera sambært Orðtøkunum 17:17, tá ið ein vinur er keddur og mótleysur?

18 Í dag hava okkara brøður og systrar nógvar ymiskar trupulleikar at stríðast við. Nógv verða til dømis rakt av náttúruvanlukkum ella av kríggi og yvirgangi. Tá ið tað hendir, kunnu nøkur av okkum kanska bjóða teimum, sum hava brúk fyri tí, innivist. Onnur kunnu kanska hjálpa við at lata pengar. Og eitt, sum vit øll kunnu gera, er at biðja Jehova hjálpa okkara vinum. Viss ein, sum vit kenna, er keddur ella hevur mist mótið, vita vit kanska ikki, hvat vit skulu siga ella gera. Men vit hava øll nógv at geva. Vit kunnu til dømis taka okkum stundir at vera saman við honum ella henni. Vit kunnu vísa umsorgan og lurta, tá ið hann ella hon setur orð á sínar kenslur. Og vit kunnu vísa teimum eitt bíbliuørindi, sum hevur uggað okkum. (Es. 50:4) Tað viktigasta er, at vit eru har, tá ið okkara trúarfelagar hava brúk fyri okkum. – Les Orðtøkini 17:17.

19. Hvussu kann tað, at vit fáa okkum góðar vinir nú, hjálpa okkum í framtíðini?

19 Vit mugu seta okkum fyri at fáa okkum vinir í samkomuni og halda fast við teir. Hví? Tí okkara fíggindar fara at royna at seta split ímillum okkum við lygnum. Teir vilja hava okkum at halda uppat at líta á hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum. Men tað fer ikki at eydnast. Teir kunnu aldrin forða okkum í at elska hvønn annan. Einki av tí, sum teir gera, kann koma ímillum okkum og okkara vinir. Og vit skulu ikki bara vera vinir inntil endan á hesi heimsskipanini, men í allar ævir.

SANGUR NR. 24 Komið niðan á fjall Jehova!

a So hvørt sum endin nærkast, hevur tað stóran týdning, at vit hava góðar vinir í samkomuni. Í hesi greinini fara vit at kanna, hvat vit kunnu læra av Jeremiasi. Vit fara eisini at kanna, hví vit klára okkum betur í ringum tíðum, viss vit longu nú royna at fáa okkum góðar vinir.

b Jeremiasar bók eru hendingarnar ikki skrivaðar í kronologiskari raðfylgju.

c MYNDAFRÁGREIÐINGAR: Her síggja vit tað, sum kann henda undir stóru trongdini. Brøður og systrar hava leitað sær skjól uppi á loftinum hjá einum bróður. Av tí at tey eru góðir vinir, kunnu tey ugga og hjálpa hvørjum øðrum í hesi ringu tíðini. Tær næstu tríggjar myndirnar vísa, at somu brøður og systrar eru blivin vinir, longu áðrenn tann stóra trongdin byrjar.