Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Profeti 6. Eitt heimsumfatandi boðanararbeiði

Profeti 6. Eitt heimsumfatandi boðanararbeiði

Profeti 6. Eitt heimsumfatandi boðanararbeiði

„Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki.“ – MATTEUS 24:14.

● Vaiatea býr á eini lítlari oyggj mitt í Kyrrahavinum, og í tí partinum av heiminum búgva ikki serliga nógv fólk. Men Vaiatea og hini, sum búgva har, hava kortini fingið vitjan av Jehova vitnum. Hvussu ber tað til? Tí Jehova vitni vilja gjarna fortelja øllum menniskjum tey góðu tíðindini um Guds ríki, líkamikið hvar tey búgva.

FAKTA UM BOÐANARARBEIÐIÐ. Boðskapurin um Guds ríki verður boðaður um alla jørðina. Bara í 2010 brúktu Jehova vitni 1,6 milliardir tímar upp á at boða tey góðu tíðindini í 236 londum. Tað vil siga, at hvørt Jehova vitni í miðal brúkti 30 minuttir um dagin í hesum boðanararbeiðinum. Síðstu 10 árini hava Jehova vitni framleitt og býtt út meira enn 20 milliardir eintøk av bíbilskum lesnaði.

HVAT SIGA NØKUR? Menniskju hava boðað boðskapin í Bíbliuni í fleiri túsund ár.

PASSAR TAÐ? Tað er rætt, at nógv upp gjøgnum tíðina hava roynt at fortelja øðrum um Bíbliuna. Men tey flestu hava bara gjørt tað í eina stutta tíð og ikki fyri serliga nógvum. Jehova vitni boða harafturímóti fyri milliónatals menniskjum um allan heimin. Sjálvt um nakrar av heimsins mest valdsmiklu og harðrendu stjórnum og felagsskapum hava roynt at steðgað boðanararbeiðinum hjá Jehova vitnum, hevur tað ikki eydnast teimum. (Markus 13:13) Jehova vitni fáa ikki løn fyri at boða gleðiboðskapin, og tey taka heldur ikki pengar fyri lesnaðin, tey býta út. Alt arbeiðið, sum tey gera, er fíggjað við sjálvbodnum stuðli.

HVAT HELDUR TÚ? Passar tað, sum Bíblian sigur um, at evangelium ríkisins skuldi verða prædikað um allan heimin? Man uppfyllingin av hesi profetiini vera tekin um, at vit heilt skjótt koma at uppliva nakað betri?

[Tekstsendurgeving]

„So leingi sum Jehova loyvir tí, fara vit at halda fram at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki, og vit fara at gera alt fyri at hitta so nógv fólk sum gjørligt.“ – ÚR ÁRBÓKINI HJÁ JEHOVA VITNUM FRÁ 2010.