Lesarin spyr …
Sleppa kvinnur í samkomunum hjá Jehova vitnum at undirvísa í Bíbliuni?
Ja, um allan heimin eru milliónir av kvinnum í samkomunum hjá Jehova vitnum, sum boða tey góðu tíðindini um Guds ríki. Í Sálmi 68:12 hevur Jehova Gud latið profeterað um tær: „Stórur er skarin av kvinnum við gleðiboðskapi.“
Men tað, sum hesar kvinnurnar gera, er øðrvísi enn tað, sum kvinnuligir prestar í øðrum samkomum gera. Hvussu tá?
Vanliga er tað soleiðis, at kvinnuligir prestar bæði undirvísa og ganga á odda í kirkjuni. Men kvinnur hjá Jehova vitnum undirvísa ikki í samkomuni. Tær boða gleðiboðskapin fyri teimum, sum tær hitta hús úr húsi og aðrastaðni.
Tað eru bara menn, sum eru settir at vera lærarar í samkomunum hjá Jehova vitnum. Og tí undirvísa kvinnur ikki á møtunum, tá ið doyptir menn eru hjástaddir. – 1. Timoteusarbræv 3:2; Jákupsbrævið 3:1.
Bíblian sigur, at tað bara eru menn, sum eiga at verða tilnevndir sum elstar í samkomuni. Til dømis segði Paulus við Titus, at hann skuldi tilnevna elstar í øllum býum. Hann segði eisini við hann, at hesir menninir skuldu hava gott orð á sær, og at teir bara skuldu hava eina konu. (Titusarbrævið 1:5, 6) Paulus segði nakað tað sama við Timoteus: „Tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til. Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, … førur fyri at læra onnur.“ – 1. Timoteusarbræv 3:1, 2.
Hví eru tað bara menn, sum skulu vera elstar? Paulus sigur: „Eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla. Ádam varð jú skaptur fyrr, so Eva.“ (1. Timoteusarbræv 2:12, 13) Hetta vísir, at Gud vildi, at menn skuldu ganga undan og vera lærarar í samkomuni.
Øll Jehova vitni taka eftir Jesusi, sum leiðir kristnu samkomuna. Lukas skrivaði um Jesus: ’Hann ferðaðist um gjøgnum býir og bygdir og prædikaði og kunngjørdi evangeliið um ríki Guds.’ Og Jesus bað eisini lærisveinarnar fara út at prædika. Tað stendur um teir, at teir „ferðaðust um býirnar og prædikaðu evangeliið“. – Lukas 8:1; 9:2-6.
Í dag gera øll Jehova vitni – bæði menn og kvinnur – alt tey kunnu fyri at vera við í tí arbeiðinum, sum Jesus profeteraði um. Hann segði: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ – Matteus 24:14.