Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | LYGNIR, SUM GERA TAÐ RINGT AT ELSKA GUD

Lygnin, sum gjørdi Gud óndan

Lygnin, sum gjørdi Gud óndan

HVAT HALDA NÓGV?

„Sálirnar hjá teimum, ið hava framt syndir, sum Gud ikki fyrigevur, fara í helviti og verða píndar í ’ævigum eldi’.“ (Catechism of the Catholic Church) Nakrir trúarleiðarar siga, at tey, sum eru í helviti, eru fullkomiliga avbyrgd frá Gudi.

HVAT SIGUR BÍBLIAN?

„Tann sál, ið syndar, hon skal doyggja.“ (Ezekiel 18:4, Dahl/Viderø) „Hini deyðu vita einki.“ (Prædikarin 9:5) Viss sálin doyr og ikki veit nakað, hvussu kann hon so líða í „ævigum eldi“ ella pínast, tí hon er avbyrgd frá Gudi í allar ævir?

Tá ið Job píndist av ringari sjúku, bað hann soleiðis til Gud: „Á, at Tú hevði viljað goymt meg í deyðaríkinum … og so minst meg!“ (Job 14:13) Hóast nakrar enskar bíbliuumsetingar skriva „helviti“ í staðin fyri deyðaríki í hesum ørindinum, so sipar orðið í upprunatekstinum heilt einfalt til grøvina. Job bað sjálvsagt ikki um at sleppa at vera eitt stað, har hann skuldi pínast ella vera avbyrgdur frá Gudi. Nei, hann vildi sleppa at hvíla í grøvini, tí hann visti, at har fór Gud ikki at gloyma hann.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Viss Gud var óndur, høvdu vit ikki viljað verið vinir við hann, og vit høvdu heldur ikki kunnað elskað hann. Rocío, sum býr í Meksiko, sigur: „Longu sum smágenta fekk eg at vita, at eitt helviti er til. Tað gjørdi meg bangna, og eg dugdi ikki at hugsa mær, at Gud var góður við okkum. Eg helt, at hann var óndur og órættvísur.“

Tá ið Rocío fann út av, hvat Bíblian sigur um Gud og um hvat hendir, tá ið vit doyggja, fekk hon eina heilt aðra áskoðan á Gud. Hon sigur: „Tað føldist sum ein ordiligur lætti. Eg skilti, at Gud vil okkum tað besta, at hann elskar okkum, og at eg kann elska hann. Hann er sum ein góður pápi, ið leiðir børnini hjá sær og vil teimum tað besta.“ – Esaias 41:13.

Nógv hava verið íðin í síni gudsdyrkan, tí tey vóru bangin fyri at enda í helviti. Men Gud vil ikki, at vit skulu tæna honum, tí vit eru bangin fyri honum. Nei, Jesus segði: „Tú skalt elska Harran Gud tín.“ (Markus 12:29, 30) Og tá ið vit skilja, at Gud altíð er rættvísur, er tað ikki neyðugt at vera bangin fyri, hvussu hann fer at døma okkum í framtíðini. Vit kunnu siga eins og vinmaðurin hjá Job, sum æt Elihu. Hann segði: „Gud ger vissuliga einki, sum er órættur, hin Alvaldi boyggir ikki rættin!“ – Job 34:12.